sigur Helgi, og sigur hann, at hetta at fríðka um um-hvørvið við onkrum, so fólk kann fáa eitt gott upplivilsi, liggar hjarta hansara nær. - Myndin til minnis um William skal standa niðan frá Niels Finsensgøtu [...] Fossadal er ikki í iva um, at tað hevur alstóran týdning, at vit fara væl um mentanina. -Vit liva ikki av breyði eina. Vit hava tørv fyri øðrum eisini, onkrum vøkrum at hyggja at og at hugsa um. List er kanska [...] higartil. Helgi Fossádal fegnast tó um, at norðurlendskt samstarv riggar væl og nú ber ávøkst. - Vit fáa um stutta tíð møguleika at senda tvey listafólk til onnur Norður-lond. Men vit skulu so fáa tvey hendaveg
Eidesgaard harmast um, at tað tykist sum um at sjálvt løgmaður er farin at tosa um at gera tunlar, men sjálvur heldur hann ikki, at tað er rætt at fara undir at gera nýggjar tunlar norður um fjall í løtuni. Trýst [...] upp í kórið - Alt tað politiska kjakið í dag snýr seg so ella so um tunlar ella tað, sum hevur við tunlar at gera. Landssjúkrahúsið bað um eina eykajáttan á 10 milliónir. Tá var man so pírin at man kláraði [...] politikkarar mugu taka atlit til í samfelagnum, sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, sum ilskast um, at alt er blivið tað bera tunnilsprát. Hann heldur, at tingmenn nú eru farnir at egna við tunlum í
meiningsleyst, um ikki skal gerast reint hjá teimum gomlu, serliga tá hugsað verður um, hvussu strong krøvini til reingerð eru á røktarheimunum. Mugu sleppa upp - Tosað verður eisini um, at í staðin fyri [...] av teimum skerjingar, ið gjørdar verða, um Heimarøktin ikki fær meira pening. Avvarðandi mugu streingja á - Vit kunnu ikki annað enn vísa teimum avvarðandi á, at um politsiki myndugleikin ikki er sinnaður [...] aftrat æsta ár, siga heimahjálpararnir. - Tosað verður um at spara alla reingerð hjá teimum gomlu burtur, men vit loyva okkum at seta spurnartekin við, um tað er forsvarligt. - Vit mugu minnast til, at tað
at eg mátti sleppa norður við jólagávunum. Fór jú úr Havn í jólahýri við jólagávum og føðingardagsgávum frá familjuni á Argjum, fastrini hjá okkum í Havn og okkum sjálvum. Hevði hesi ørindi [...] av vanlukkuni. Eg var greið um, at tað stóð illa til við Súsonnu, og væntaði tað ringasta. Hann, sum koyrdi okkum til Havnar, hevur helst óttast fyri, at deyðsboð komu um Súsonnu umvegis útvarpið. Hann [...] Eingin gav sær far um annað enn ein øðrvísi jólaligan og stuttligan sunnudag. Vit skuldu geva gávur, hitta sysktkinabørn, eta góðan døgurða og so heim at halda jólafrí. – Tá vit koma norður á Norðskála, kemur
okkum. Vit mundu verða ógvuliga stutt frá at spæla optimalt, heldur Bartal. Undan dystinum var ivi um fleiri av leikarunum hjá fuglfirðingum, og onkur helt at tað kanska bert var fyri at lumpa sørvingar [...] hjá okkum, tey vóru heilt ótrúlig, sigur liðskiparin hjá ÍF: Áðrenn Bartal og liðfelagarnir fóru norður at feira steypasigurin, skoytti hann uppí, at hann heldur tað verða sera stuttligt, at tað ikki eru
hevur kjak aftur tikið seg upp um at avtaka Rúsuna sum einahandil og at lata vanligar handlar sleppa at selja rúsdrekka, í hvussu so er øl og vín. Men fleiri røddir eru frammi um, at so fer úrvalið at versnað [...] milliónir at reka Rúsuna um árið í lønum, húsaleigu kring landið, og øðrum. Hann sigur, at teir leverandørar, føroyska handilsvinnan samstarvar við, handla fyri einar 100 milliardir um árið, og í tí sambandi [...] sløgum, sum selja. Og tað merkir, at fólk, sum vilja hava serstøk sløg av rúsdrekka, verða slept upp á fjall, tí tað er bara Rúsan sum kann liggja inni við eini so mikið stórari goymslu, at hon kann tryggja
hava óvanliga nógvir føroyingar eitt vakið eyga við, hvussu tað gongst grannanum fyri vestan. Talan er um syndarliga búskaparkreppu, og í kjalarvørrinum á henni er turbolensurin í politisku skipanini so mikið [...] Íslandi. Vit eiga at læra av søguni, verður sagt. Men samstundis mugu vit ásanna, at dømini eru nógv um, hvussu skjótt vit gloyma søguna. Síðsta dømið her heima hjá okkum sjálvum er, at tað bara tók nøkur [...] verða girað og mett hægri enn almennar vælferðartænastur, og tá ið samhaldsfesti verður slept upp á fjall, tí solospælararnir við hjálp frá tillagaðum lógum og almennum skipanum annars fáa frítt at fara.
arbeiðsmarknaðinum og minka tí um inntøkuskapandi partin av fólkinum. Her snýr tað seg lutvíst um tann formliga pensjónsaldurin, tá fólk fáa rætt til pensjón, og lutvíst um tann veruliga fráfaringaraldurin [...] seg um tey eldru. Her eru heili 60% av føroysku monnunum framvegis virknir á arbeiðsmarknaðinum – nógvar ferðir meir enn aðrastaðni. Hjá føroyskum kvinnum eru tað 25% - nógv meir enn í hinum Norður- og [...] almenna og privata arbeiðsmarknaðinum at minka um parttíðararbeiðið, so nógv fleiri verða virkin fulla arbeiðstíð. Hetta hevur eisini stóran týdning fyri at betra um inntøku- og eftirlønar¬viðurskiftini serliga
í Vágsbotni vitjar ein mest kendu og virðismettu evropeisku politikarunum . Eingin ivi er um, at talan er um ein politiskan kapasitet av teimum heilt stóru, og samstundis er hann menniskja, sum hvílir [...] viðvíkjandi alheimsgerðini? -Eg vildi logið, um eg segði nei til handan spurningin. Vit mugu altíð vera til reiðar at finnast at okkum sjálvum, og tað er eingin ivi um, at vit kundu havt gjørt tað betri. Ein [...] at Javnaðarflokkarnir hava verið noyddir at endurskoða henda politikk. Spurdur, um tað ikki bert er ein spurningur um tíð, áðrenn javnaðarflokkarnir í Evropa verða noyddir at geva eftir trýstinum frá
verð at ferðast. Tað hevði ongan týdning havt fyri ferðafólkini, um tey koyrdu inn á Sund, Norður til Kollafjarðar ella kanska heilt norður til Klaksvíkar. Vit skulu hava nakrar tænastur í Havn og vit skulu [...] høvuðsstaðin, og stendur tað til mín, so verða hesir ikki fluttir. Her hugsi eg fyrst og fremst um landsfyristingina og um mentanarstovnar, sum púra natúrliga eiga at vera í høvuðsstaðnum. Fyri mær er Havnin ikki [...] ræðandi dømi um skeiva hugburðin í okkara landi. Tað er nevniliga ikki bara Tórshavnar kommuna sum fær eldraøkið at umsita á nýggjárinum, men hetta er galdandi fyri allar kommunur í landinum. Um allar kommunurnar