talið annars verið um 55 milliónir, so talan er um stóra øking. Tað er ein blanding av øktari lánibyrðu hjá sethúsaeigarum og ein hækkað marknaðarrenta, sum hava borið økta rentustuðulin við sær. [...] Størri lán hjá sethúsaeigarum og ein hægri marknaðarrenta hava nærum tvífaldað rentustuðulin Útvarpið veit at siga, at rentustuðulin á fíggjarlógini fyri 2008 verður oman fyri 100 milliónir krónur. Seinnu
Ein sterk bumbuspreinging í Kolombia hevur kravt minst sjey mannalív Minst sjey fólk doyðu, og umleið 50 vórðu løstað, tá ein bumba brast á einum torgi í býnum Ituango í Kolombia í dag. Myndugleikarnir [...] Eingin hevur átikið sær ábyrgdina av bumbuspreingingini, men kolombisku myndugleikarnir halda, at ein vinstrasinnaður felagsskapur man hava lagt bumbuna.
United, Sir Alex Ferguson, roknar við, at danski verjuspælarin Daniel Agger hevur ein stóra yrkisleið fyri framman. - Hann er ein góður spælari, og sum vinstrabeintur verjuspælari verður altíð áhugi fyri honum [...] honum. Hann hevur verið darvaður av skaðum, men eg rokni við, at hann hevur ein stóra yrkisleið fyri framman í enskum fótbólti, sigur Alex Ferguson við Ekstrablaðið.
Jane Tanner hevur sagt, at hon sá ein mann við einum barni í Praia da Luz um kvøldið tann 3. mai í fjør. Nú hevur ein teknari hjá FBI teknað ein mann eftir tí, sum Jane Tanner hevur sagt um hann. -Vit
fyribils hevur slept eini ætlan um ein stationvogn til 5 ella 7 persónar, sum skuldi koma á marknaðin í 2002. Ístaðin væntast hann at koma sum ein Volvo, ið er bygdur yvir ein Ford Focus undirvogn. Á tekningini
klokkan 23. Ein koyrdi 105 km/t, ein 110 km/t, meðan hin triði brúkti telefon. Man fær nú eisini klipp fyri at brúka handhildna telefon, og bótin fyri tað er 1500 krónur. Í Klaksvík var ein bilførari, sum
Kappingin byrjar leygarmorgunin klokkan tíggju og kappast verður í trimum deildum. Ein kapping er fyri rørslutarnað børn, ein onnur fyri rørslutarnað vaksin, meðan tann triðja er fyri menningartarnað. Sum [...] nýtt fer kappingin ár eisini at umfata eina várkapping. Hendan kappingin verður í tveimum deildum, ein fyri sysktin og hin fyri pensionistar.
steypafinaluni, heur Ingi Olsen als ikki kunna fingist við hondbólt. Ein skaði í økslini hevur gjørt hetta púrasta vónleyst, men nú verður so ein roynd gjørd, til tess at fáa hetta í rættlag. Hósmorgunin skuldi [...] skuldi Ingi leggjast undir skurð, og roknað varð við, at tað er ein spong í økslini, sum skal seymast saman.
Fríggjadagin hendi eitt ferðsluóhapp á Landavegnum í Havn. Ein knallertførari helt ikki treytaleysu víkiskylduna, og rendi tískil saman við ein bil. Knallertførarin fekk nakað av skaða og varð fluttur á [...] Bilførarin var sjónliga ávirkaður og verður nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Somuleiðis varð ein annar bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring við Klubbagarðin leygarmorgunin.
Ein lastbilur, sum var á veg suður eftir ígjøgnum Kollafjarðartunnilin, oyðilegði leygardagin luftskipanina í tunlinum. Lastbilurin hevði ein bát og ein krana í lastini, og bilførarin hevur ikki dugað