tað hugsast, at onkur jólagáva verður keypt? - Tað er ikki óhugsandi, at eg fari at leita eftir onkrari av planløgdu jólagávunum. Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday? - Eg minnist, at eg í Keypmannahavn [...] jólagávu. Annars vil eg siga, at eg vanliga keypi jólagávurnar so við og við. Eg hugsi um tey, eg kenni, og hvat teimum dámar. So, tað er ofta nokso spontant, at okkurt verður funnið. Og at enda leggur hon aftrat: [...] heldur tú um tiltakið, Black Friday? - Eg haldi, at tiltakið er eitt gott høvi at finna onkra ætlaða jólagávu, sum tá kann fáast nakað bíligari. Tó haldi eg, at tað ofta eru heldur nógv fólk, sum renna runt
Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday? - Eg má viðganga, at Black Friday ikki er ein dagur, eg gevi mær stórvegis far um. So ilt er at siga, hvat eg haldi, men er onkur, sum hinvegin ger ein góðan handil [...] verður spurdur. Plagar tú at fara til handils henda dagin? - Enn havi eg ikki gjørt mær dælt av Black Friday, men skuldi eg manglað okkurt ein slíkan dag, so kundi væl verið, at okkurt keypið bleiv gjørt [...] gjørt, um tilboðið er nóg gott. Kann tað hugsast, at onkur jólagáva verður keypt? - Her má eg svara nei. Tær fáu jólagávurnar, eg keypi, verða allar keyptar stutt undan jólum, tær flestu í jólavikuni. So nei
tv2.no at kenna Hagen-hjúnini í 2007 og eitt hálvt ár eftir, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv, var hon til avhoyringar hjá løgregluni um málið. - Eg eri vís í, at Tom Hagen hevur einki við hetta at gera, sigur [...] hvarv. Nøkur vitni hava sagt, at ríkmanskonan tóktist at vera í villareiði vikurnar fyri, at hon bleiv burtur. - Hon var ógvuliga glað, tá eg snakkaði við hana. Eg minnist væl samrøðuna. Hon var úti og [...] Høvdu tit báðar eitt álitisforhold? - Ja, tað upplivdi eg, at vit høvdu. Hvat við teimum, sum siga, at hon var í villareiði? - Tað er rætt, at hon var stúrin, men hetta snúði seg um eitt fólk, hon kendi
frásagnirnar í USA siga, at tað var Lee Harvey Oswald, sum myrdi forsetan, so eru ikki øll á einum máli um tað. Fleiri gitingar eru um, hvør myrdi John F. Kennedy. Nógv eru tey, sum halda, at amerikanska mafian [...] myrdur í gjárkvøldið Sosialurin 90 ár: 1963: Konan sat undir lið forsetans, tá trý skot smullu og vóru forsetanum at bana ##med2## Tað var ikki vanligt, at føroysku bløðini kundu borðreiða við stórhendingum [...] útaftur og segði, at tað ikki var, sum tíðindini vildu vera við, nakað í tí, at varaforsetin Lyndon Johnson eisini varð raktur. Til Texas á vitjunarferð Kennedy hevði leingi ætlað sær at fara til Texas,
vikuskiftinum, at hann var farin í annað ljós at vera. Aftur ein váttan um, at ongin okkara kennir dagin og tíman. Kaj Aage Troest er maður, sum hevur gjørt stóran mun í sínari samtíð. Umframt at vera ein framúr [...] trupulleikin var bara, at hann vildi alt og dugdi alt.” Spell at hann, sum í fimleikatímunum plagdi fara oman í taraskógin, í fjøruna, við okkum, í royndini at læra ungu næmingarnar á Glyvrum at svimja, ikki skuldi [...] sum tá varð nýtt um okkara leiðir. Tað sum skuldi fáa ovurstóran, fyri ikki at siga avgerandi, týdning fyri økið, var, at ein serliga góður rakstur av ungari og framsøknari kennaramegi kom uttaneftir
eldraøkinum kann valla sigast at vera nakað frægari. Røktarheimini eru so illa mannaði, at starvsfólk ongan annan útveg hava í sínum arbeiði enn nærum at noyða annars reinlig búfólk at brúka blæðu, tí tey ikki [...] við soviheilivág og annan psykoheilivág. Samanumtikið er eingin trygd fyri, at doyggjandi hava eina hond at halda um, uttan so, at talan er um familju, sum eru um búfólkini. Á gamla ellisheiminum í W.U. [...] kommununi eru omanfyri milliardina, hon er somuleiðis skuldarfrí og kortini er hetta skilið. Ja, satt at siga er hetta fúl skomm og ein vanæra fyri tað annars á mongum økjum vælvirkandi vælferðarsamfelag
Bjarki Henriksen, hevur ikki verið at síggja í valkjakinum á teimum sosialu miðlunum. So, nú er antin at halda seg vekk - ella at halda seg til. Til valið í 2016 valdi eg at halda meg vekk. Sami tanki hevur [...] í 2016. Sat eisini árini 2004 til 2008. Eg taki fulla ábyrgd av politikkinum, sum bygdarráðið hevur ført seinastu fýra árini. Ikki altíð heilt samdur, og tað vil so vera. Ikki er at ivast í, at okkkurt [...] fari at gera, veldst um, hvat tú veljari ynskir av mær. Eg vil ikki verða valdur fyri mín egnu áhugamál, men tíni. Um tað fellir mær í lut at verða valdur, so skal mín lutur ikki liggja eftir at fáa eitt
tað er sagt, at krøv eru til tænastur og neyðugt verður við trivnaðarátøkum. Synd at siga, at avrikslistin er drúgvur. Nevnt verður, sum rætt er, nýggi umlættingar- og rehabiliteringsdepilin í Gortrugøtu [...] Skrivað verður, at “Hoyvík er størsti býarpartur í Tórshavnar kommunu, og fólkatalið setir krøv til, at tænastur og trivnaðarátøk verða gjørd í nærumhvørvinum”. Her eru vit púra samd. Tað er so satt, sum tað [...] til høli at styrkivenja í Hoyvíkshøllini. Nú ber til at súkkla á nøkrum gongubreytum, og trø eru gróðursett. Tað er stórt sæð ítøkiligi avrikslistin, sum meirilutin og varaborgarstjórin hava at vísa á í
vildi hann ikki siga nakað ítøkiligt um tað. Og spurdur, um Tom Hagen seinni hevur goldið nøkrum pengar fyri góð tipp, sigur hann, at tað hevur maðurin ikki. Tv2.no veit at siga, at tað eru nógvir ósvaraðir [...] einum reyðum BMW-bili fáar tímar eftir, at Anne-Elisabeth Hagen var horvin. Men, hvørji ting heldur so verjin, Svein Holden, at løgreglan eigur at hyggja nærri at? - Løgreglan hevur heilt aðrar fyritreytir [...] heldur hann, at tað verður trupult hjá løgregluni at prógva, at Anne-Elisabeth Hagen yvirhøvur er dripin í heimi sínum við Sloraveien 4 í Lørenskog. Hann heldur tað vera minst líka so sannlíkt, at konan er
hjálp. Í hesum sambandi heitti løgreglan á fólk, sum vistu nakað um hendingina, um at siga frá og løgreglan sigur, at síðani hava tvey fólk gjørt vart við seg. Tey hava eisini nøvnini á øðrum fólkum, sum [...] vóru har um vegir, og sum kanska vita nakað um hendingina. Løgreglan sigur, at arbeitt verður víðari við málinum og at tey fara at tosa við tey fólkini, sum tey hava fingið nøvnini á. [...] har ein maður varð sparkaður fleiri ferðir. Tað vóru tríggir mans, sum komu framvið, har ein maður sat og teir løgdu á hann og sparkaðu hann fleiri ferðir. Hann fekk nakað av skaða í andlitið, men einki