í gjár komu boð um, at eldur var í einum bili í Hvalba. Tað vísti seg, at okkurt var galið við akkumulatorinu. Fólk á staðnum fingu sløkt eldin beinanvegin. Í Vestmanna var ófriður av larmandi prutlum, [...] bilførara í Havn, har illgruni var um rúsdrekkakoyring. Hann varð handtikin og blóðroynd tikin, og so koyrir tað málið víðari. Løgreglan fekk í einum øðrum føri boð um bilførara, sum var undir mistanka fyri at [...] at koyra ávirkaður. Løgreglan fór á staðið og kannaði bilføraran. Men hann var edrúuur, tað vísti seg, at hann sat og finglaðist við onkrum, meðan hann koyrdi. Hann fekk so eina ávaring fyri tað. Á Tvøroyr
at talan var um eina heimagjørda bumbu, sum sprongdist í tokinum, men at bumbumaðurin var ikki serliga kønur í at gera bumbur. Tí var tilfarið í bumbuni ikki blandað saman um tað átti og tað var ein orsøk [...] Løgreglan í London heldur seg nú vita, hvør tað var, sum legði eina bumbu í eitt tok í London í morgun.Løgreglan sigur, at 22 fólk hava meiðslað seg í spreingingini, men ongin hevur fingið álvarsligan [...] orsøk til, at hon ikki var so kraftig, sum hon annars kundi verið.
við sínum liðum farna kappingarárið, og tað sum var minni gott. Komið var eisini inn á vónirnar fyri komandi kappingarár. Ikki var frítt, at skotið var viðhvørt, men alt í einum vinarligum tóna. [...] PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina Fótbóltspanelið sum var í tí seinna tímanum í SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag. Fótbóltspanelið var skipað sum eitt serligt fjepparapanel millum umboð fyri topp
síðan Volvo 144 kom á marknaðin. Nógv var gjørt burturúr, tá Volvo kom við hesum bilinum, sum var heilt annarleiðis enn teir táverandi Volvo PV og Amazon. Bilurin var stórur og rúmligur, eins og hann hevði [...] og skivubremsur framman og aftan. Ein av fyrstu Volvo 144 var at síggja í havnargøtum stutt eftir at bilurin var komin á marknaðin. Tað var ein myrkabláur, sum Emil Thomsen í Havn átti. Bilurin er varðveittur
boð um, at ein maður var farin útav einum hamara omanfyri Norðragøtu. Løgreglan sigur, at maðurin er Nýsælendingur, men annars er hann hálvur føroyingur av uppruna. Og í morgun var hann so farin, sjálvur [...] sjálvur annar, ein túr í hagan omanfyri Norðragøtu. Har var maðurin, sum var fyrst í tríatiárunum, áhaldsin, og fór út av einum hamara, einar 300 metrar omanfyri bygdina. Tyrlan varð boðsend eftir manninum [...] at hann doyði. Løgreglan veit ikki, hvussu høgt fallið var, men tey eru nú í ferð við at kannað málið fyri at fáa greiði á, akkurát hvat tað var, sum hendi og hvar hann fór útav.
Christensen var NSÍ framherjin, Klæmint A. Olsen. Og í dag var Ove Christensen millum áskoðararnar í Gundadali, har tað serliga var ein leikari sum hevði áhuga hjá Vendsyssel venjaranum. Tað var profilurin [...] fótbólti. Í vikuskiftinum var venjarin hjá Halli Hansson í Vendsyssel FF, Ove Christensen, í Føroyum, har hann sum skilst hevði eyguni úti føroyskum áleyparum. Ove Christensen var í gjár millum áskoðararnar
skúmandi fram ímóti málinum, var Argjabáturin eina bátslongd undan Heiðabátinum, sum aftur var eina bátslongd undan Kvívíkingi, sum luttók fyri fyrstu ferð í ár, og sum var eina bátslongd aftanfyri Heiðabátin [...] n høvdu báðir møguleika at vinna FM, og tað var Argjabáturin, sum vann. Longu í fyrsta taki fór Argjabáturin framum tann gula innan úr Heiðum, og síðani var spurningurin bara, hvussu stórur og sannførandi [...] Heiðabátin. Merkisvert er tað, at hetta var trettanda ferðin, at Argjabáturin vann FM. So ofta eru tað bara tveir bátar, ið áður hava vunnið – Havnarbáturin og Jarnbardur við kvinnum.
fleiri framsýningar. Síðani var farið eftir vesturlandinum oman til Reykjavíkar, har somuleiðis var gist í tríggjar nætur. Eisini har vórðu gjørdar fleiri útferðir, har tann eina var gjør til gamla garðin hjá [...] høgri fyri verandi garð. Ein minnispláta er sett upp nærhendis garðinum, sum eisini var hugt eftir. Hendan útferðin var ein av høvuðs upplivingunum á túrinum, vóru nólsoyingar samdir um. [...] Nólsoyar manskór í farnu viku vóru á ferð í Íslandi, vitjaðu teir eisini á Grettirs garði, Bjørg. Tað var ein minningarríkur túrur, ið Nólsoyar manskór og ein dansibólkur gjørdu í Íslandi í farnu viku. Teir
á Dul, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3330 gr. 2. oktobur fingu Barbara Vestergaard og Sigmund Ludvig, Vágur, eina dóttur. Hon vigaði 4120 gr og var 56 cm long. Tann 1. oktober fingu [...] Esther Suðuroy og Dagfinn Olsen, Vágur, ein son, ið var 54 cm langur og vigaði 3840 gr. 5. oktober fingu Simona, Hákun og Súsanna ein lítlabeiggja. Hann var 53 cm langur og vigaði 4080 g. Foreldur eru Jákup [...] og Durita Thomsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3950 gr. 20. september fingu Anna Abelsen og Hans Pauli Samuelsen eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3180 gr.
Tann 30. september var fólkatalið 48.159. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni Uppgerðin vísir, at teir tólv mánaðirnar frá 1. oktober 2012, til 30. september 2013, var burðaravlopið 227 og nett [...] nettoflytingin var 93 fólk. Fólkatalið vaks sostatt 134 fólk.
Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnarøkinum, sum fjølgaðist 215 fólk. Í Norðoyggjum og í Vágum vaks fólkatalið níggju fólk í hvørjum. Í øllum [...] so mikið, at burðaravlopið í hesar síðstu 12 mánaðirnar var meira enn tvær ferðir so stórt sum nettoflytingin av landinum. Størsta minkingin var í Eysturoy, har fólkatalið minkaði 47 fólk. Í Suðuroy minkaði