mótkoyrandi ferðsla er, kann støðan gerast rættiliga vandamikil, tá ið slíkt hendir. Er hálka og ringt sýnið, kann enda heilt galið, um tú roynir at stýra uttanum seyðin. Sum bilførari skal tú altíð koyra [...] at er seyður á vegnum, er vandi fyri, at tað ringasta hendir. Herfyri var seyður á vegnum atvoldin til ein ógvusligan samanstoyt á Tvøroyri, har ikki færri enn tríggir lastbilar og ein persónbilur endaðu [...] so lítil. Óskil! Hóskvøldið, tá ið formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Rúna Sivertsen, var á veg til hús, var hon fyri eini tílíkari hending, har ein seyður knappliga og óvæntað leyp út á vegin og endaði
at Hans Pauli Strøm stendur klárur til henda so týðandi og stóra sessin. Øll samráðingarfólkini svóvu tá blaðið allan fríggjamorgunin royndi at fáa viðmerkingar til tey ymsu málsøkini. Fundur skuldi vera [...] vildi Fólkaflokkurin hava at vita frá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, hvønn hugburð teir høvdu til at fáa Anfinn Kallsberg út í Tinganes aftur. Hetta var eftir øllum at døma ein liður í tí taktiska [...] hóskvøldið. Talið á landsstýrisfólki kom so niður á 7 eftir telvingina hósdagin. Áðrenn blaðið fór til prentingar ljóðaði, at Javnaðarflokkurin umframt løgmann, sum skal umsita málini hjá Løgmálaráðnum
Tá hundar verða innfluttir til Føroya, eru tað tollararnir, ið handfara hundin. Teir hyggja at pappírunum, ið skulu fylgja við hundinum, og senda avrit av øllum skjølunum til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna [...] slag hann er. ? Er eingin ættartalva við hundinum, og tað bert stendur »blandingur«, so er tað ikki til at vita hvat slag av hundi talan er um. Tað kann jú vera talan um eitt sonevnt »gatukryds«. Vit síggja [...] tikið dagar ímillum, tí nógv av hundasløgunum líkjast so nógv, greiðir hon frá. ? Tað kann verða ringt at staðfesta, um talan er um ólógliga blanding ella ikki, sigur hon. Ingibjørg Egholm sigur, at júst
gomul. Tá hon hoyrdi um skeiðið, sum Javni skipaði fyri systkjum at menningartarnaðum, teknaði hon seg til. Beiggi hennara Sjúrður, sum er 10 ára gamal er menningartarnaður og hevur autismu. Johnvá sigur, at [...] menningartarnaði systkin, eru einsamøll við sínum trupulleikum, tí eingin av teirra vinfólkum kennir nakað til, hvussu tað er at eiga ein beiggja ella systir, ið ikki veksur og mennist sum vanligt. Men har er Johnvá [...] fáa frið at vera saman við mínum vinkonum, sigur hon. Saknar beiggjan Við hvørt er Sjúrður í Dáanum til umlætting, men tá saknar Johnvá beiggja sín. - Eg sakni, at hann er her og ger fortreð, sigur hon og
samgongufeløgum hevur sett á prent. Hann er noyddur til at krevja av Tjóðveldisflokkinum, at hann tekur avstand frá hesi skuldseting, og hann er noyddur til at krevja eina treytaleysa umbering frá Tórbirni [...] løgmaður noyddur til at slíta alt samstarv við mannin, og tað merkir í veruleikanum, at hann má upploysa samgonguna, sum tá ikki hevur meiriluta aftanfyri seg longur. Letur hann standa til og tegir, góðtekur [...] varaløgmaður. Kortini skrivaðu teir undir eina samgonguavtalu, sum teir frammanundan vistu fór at vera ring at halda, tí flokkarnir eitt nú á vinnupolitiska økinum eru so ósamdir. Hóast stevið hevur verið vánaligt
Her er hvørki eitt tú mást ella minst til, men meira ein stillislig áheitan á okkum um at æra foreldur okkara, at vera góð við tey. Vit eiga at vera góð við øll menniskju, men fyrst av øllum eiga vit at [...] hava tey alla æru og virðing uppiborið, eisini tá tey vera gomul og ússalig. Tað má vera ómetaliga ringt at missa pápa ella mammu sum barn ella í ungum árum, sum nógv av okkara fólki ? serliga fyrr ? hava [...] kundi vera í móður stað, og sum tí hevur alla æru uppiborið. Sum øll hini boðini er hetta eisini við til at vísa á nøkur viðurskifti í lívinum, sum eru gagnlig fyri okkum. Tað var ikki bara galdandi í tí
dag, at hann vil hava Grønland, og hann er til reiðar at leggja toll á danskar vørur, um hann ikki fær sín vilja. Hann vísir heldur ikki aftur at brúka hermegi til tess at fáa fatur á Grønlandi. - Hann brýtur [...] Ladefoged Mortensen, sum er ørkymlaður av útsøgnunum: - Vit eru sameind, vit eru tøtt sameind, tað er ringt at trúgva egnum oyrum. Tá hann sleingir hetta út, er tað so nakað, sum er umhugsað? Er tað avtalað [...] at seta hetta í verk, uttan at ES-nevndin skal svara uppá tað. - Skal ES geva meining og liva upp til sínar sáttmálaskyldur, skal ES-nevndin gera móttiltøk so sum móttoll. Síðani fara vit samstundis at
menniskja, um man er við til at gera okkurt gott fyri onkran annan. – Eg veit, tað ljóðar sum ein kliché. Men tað er eisini ein orsøk til, at tað er vorðið ein kliché; viðhvørt er tað ringt at síggja, tá ið man [...] Flygtningehjælp stilla verkætlaniruppskot til OD. Hetta eru altso stórir felagsskapir, sum hava skil fyri tí, tey gera. - Men tað er eisini týdningarmikið, at vit eru ung til ung - ungdómar, ið royna at engagera [...] hugburður varð um OD júst av hesi orsøk. – Um man roynir at noyða fólk til at gera okkurt, endar tað ofta við, at tey als ikki hava hug til at luttaka, sigur Mortan. Í ár er OD-arbeiði í Hoydølum broytt á tann
Eftir miðvísa vetrarvenjing er felagsliðið í Eysturoynni nú klárt til enn eitt kappingarár, skrivar FSF.fo, sum partur av upptaktini til kappingarárið hjá Betri deildini hjá kvinnum. – Vit hava skrúvað [...] heild hava fyrireikingarnar til kappingarárið verið meira skipaðar í ár, samanborið við í fjør. – Í fjør broyttist nokkso nógv í uppstartinum. Vit mistu venjaran og høvdu ringt við at finna ein avloysara [...] i, og so er Hansina Ronaldsdóttir farin til NSÍ. Hetta ber við sær, at hópurin ikki er so mótstøðuførur, um skaðar raka hópin í kappingini. – Vit eru nógvar til venjing og hava góða og stabila uppmøting
res” - og tí kunnu ung óbeinleiðis kenna seg trýst til sjálvi at drekka ella at keypa alkohol til sínar vinir. - Tað er meira sjáldan, at nakað ringt liggur í hesum trýsti, men hóast tað er hetta ikki [...] spurnarkanning vísir nevniliga, at flestu ung hava upplivað at vera trýst til at drekka meira alkohol, enn tey annars høvdu hug til. - Kom nú, bara eina øl aftrat. Hetta er ein setningur, sum flestu ung í [...] høvdu hug til. Tey, sum standa aftan fyri spurnarkanningina, eru Kræftens Bekæmpelse og alkoholátakið hjá TrygFonden, sum verður rópt ”Fuld af liv”. Stóra talið av teimum, sum verða trýst til at drekka