sær av øllum, ið hevur við teldu at gera, og tekur sær. t.d. eisini av at seta upp internet, ella taka sær av aðrari tænastu í samband við teldu, ið kundin hevur brúk fyri. Fyritøkan hevur egið verkstað, [...] er talan um bókhaldsskipanir og software til handlar. Teldurtænastan selur nógv sløg av teldum og hevur umboð uppá vælumtóktu LG farteldurnar og garanti og tænastu uppá tær. Annars er talan um fjøllbroytt
síðan at skifta til donska FCK. Her hevur hann staðið seg væl, og eisini við ársins EM hevur hann verið sera eyðsýndur á kekkiska landsliðnum. 31 ára gamli Libor Sionko hevur sáttmála við FCK fram til komandi [...] hvørjum felag framtíðin hjá Ronaldo liggur. Tað er tó vist, at hann undir EM umboðar Portugal, og her hevur hann gjørt góðan mun. Eftir at hava sæð lítið til Ronaldo í fyrra dystinum, trein hann av álvara á
sum fyrsta føroyska fyritøkan er ratað, hevur hon fingið eitt sjeyndapláss á ratinglistanum hjá ratingfyritøkuni Moody´s A3 kallast ratingin, sum Føroya Banki hevur fingið frá ratingfyritøkuni Moody´s. - [...] á sama støði sum aðrir líknandi góðir, smáir bankar liggja á, sigur Janus Petersen. Føroya Banki hevur biðið um ratingina frá Moody´s, fyri at fáa lættari atgongd til lánimøguleikar. - Fíggjarmarknaðirnir [...] stjórnin fara at lofta Føroya Banka, skuldi hann komið í fíggjarligt óføri. Moody´s metir, at bankin hevur sína styrki í at vera ein lokalbanki og harvið eitt tætt samstarv við kundarnar, og at hann eigur
Serliga nógvur turbolensur hevur seinastu vikuna verið kring fótbóltin í Fuglafirði. ÍF hevur víst fínt fótbóltsspæl, men úrtøkan er ikki meiri enn sjey stig burturúr fimm teimum fyrstu umførunum. Tað [...] hava higartil í ár verið tríggjar ferðir norðanfyri í landskappingar ørindum, og tað hevur ikki vignast væl. B71 hevur tapt 2-1 í Runavík og í Klaksvík og 3-0 í Gundadali ímóti HB. Mikukvøldið noyddist Gudmund
Gerhard Lognberg, sum í seinastu viku varð koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og longu hevur lagt uppskot fram saman við andstøðuni, er ikki partur av andstøðuni á Tingið. - Eg ætli mær at atkvøða [...] Lognberg áherslu á. Ikki ráð til tveir tunnlar Tað kann kanska undra, at sandoyartingmaðurin, sum hevur verið hart ímóti, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur áðrenn Sandoyartunnilin, leggur eitt slíkt [...] púra logiskt. - Eg havi altíð verið ímóti, at Eysturoyartunnilin verður almennur, tí tað almenna hevur ikki ráð til at gera eina íløgu á tvær milliardir umframt Sandoyartunnilin, sigur Gerhard Lognberg
steypafinaluna ímóti HB. Tá var úrslitið 4-3 til EB/Streym. Í kvøld hevur EB/Streymur vunnið 3-2 á hinum havnarliðnum. Harvið hevur EB/Streymur tryggjað sær luttøku í UEFA Cup um eitt ár. Áðrenn tað kemur [...] Tað hevur verið heldur friðarligt í Hósvík, síðani kappróðurin var liðugur ella kanska eitt sindur fyrri upp á dagin enn so. Tey í Sundalagnum eru í Gundadali, har tey hava fylgt EB/Streymi í steypafinaluni [...] UEFA Cup næsta summar. Soleiðis verður tað, um EB/Streymur vinnur FM. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevur nú handað Løgmanssteypið til Egil á Bø, liðformann hjá EB/Streymi. Tað fer neyvan stillisliga aftur
í Hoydølum. - Tað hevur størri týdning, at ein avgerð verður tikin, enn hvør avgerð verður tikin, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari 70 ára haldið hjá Studentaskúlanum í Hoydølum hevur verið merkt av, at [...] at tað higartil hevur verið ógjørligt at finna eina politiska semju viðvíkjandi framtíðar karmum skúlans. Í røðu sínari undir hátíðarhaldinum í gjár, segði Mikkjal Helmsdal, rektari, millum annað: - Eg haldi [...] at gera okkara arbeiði til lítar og skapa ta menning í undirvísingini, sum vit ynskja at fremja, hevur tað størri týdning, at ein avgerð verður tikin, enn hvør avgerð verður tikin. Bara avgerðin verður
framúr væl. Síðani summarsteðgin hevur úrtøkan verið fimm stig burturúr tíggju dystum. Sjálvandi er tað ikki nógv. Serliga tá ið tað fleiri ferðir í síðstu løtu hevur koppað ímóti B71. Men hóast ikki serliga [...] Tað hevur víst seg at vera kostnaðarmikið, at B36 næstsíðsta mánakvøld ikki megnaði meiri enn javnleik ímóti Skála. Ímóti AB á heimavølli greiddi B36 væl og virðiliga sín setning, men eftir at grannarnir [...] um AB einki fær burturúr hesa ferð, so verður tað teoretiskt staðfest, sum í veruleikanum leingi hevur verið greitt ? at B71 eisini í 2008 verður í Formuladeildini. Allir mans eru tøkir hjá B36. Hjá B71
tí teir eru bangnir fyri at verða tiknir. Ein kvinna, sum franska tíðindastovan AFP hevur tosað við, sigur, at hon hevur játtað at fjala tveir munkar, sum eru flýddir úr einum kleystri. [...] Ta seinastu vikuna hevur burmesiski herurin brent nógv lík á einari væl fjaldari og væl vardari brennistøð í landnyrðing úr Rangoon. Eygnavitni siga, at tær seinastu næturnar hava fleiri bilar hjá herinum [...] munkar Blaðið The New Light of Myanmar, sum er málgagnið hjá hernaðarstýrinum, skrivar, at herurin hevur funnið skotvápn, lóður og knívar í fleiri av teimum kleystrunum, sum vóru miðsepil í mótmælistiltøkunum
um kann ein suðuroyarflokkur stovnast, ið hevur eitt høvuðsendamál, og tað er, at Suðuroy skal verða fremsta oyggj í Føroyum. Hevur Suðuroy tað gott, so hevur hin parturin av Føroyum tað eisini gott, meðan [...] vantar arbeiði til okkara ungdóm, ið hava fingið sær hægri útbúgving. Nakað av uppskotum og nógv tos hevur verði, men einki hendur. Við verandi politikki og politikarum úr Suðuroy koma vit ikki víðari, tað