einum dámi av góðsemi og fløvan, einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð. Í dag liva vit í eini mentan, har vit dagliga skulu vísa skjótleika og framfýsni, sum prógv [...] hava mist og vit minnast tey í kvirru. Øll eru hjartaliga vælkomin. Minningarhald var skipað á fyrsta sinni í nov. 97. Undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt var at gera hetta til ein vakran og afturvendandi [...] vit liva lívið til fulnar. Vit geva okkum ikki stundir at dvølja og sansa. Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt
eitt tal, og tí kann eisini sigast, at tað eru borgarar í øllum aldri – yngri og eldri, ið hava tørv á eini vælvirkandi heilsu- og umsorganartænastu. Øll hava rætt til eitt gott og virðiligt lív, og tað vilja [...] borgarunum, bæði heima og á teimum ymisku stovnunum, ið kommunan hevur. Tað skal borgarin sleppa at gera av sjálvur, og gjarna saman við teimum nærmastu. Tað er tørvur á fleiri røktar- og umlættingarplássum [...] starvsfólkum til økið. Hetta skal raðfestast, og skulu tað eisini skipast fleiri bráðfeingis umlættingarpláss. Raðfestingar í menniskju – yngri og eldri, kunnu og skulu ikki gerast upp í pengum, hetta er ein
hann og konan leigað sær hús á Sandi, og nú eru tey so flutt í spildurnýggj hús á Vatnsryggi. Vanliga siga vit, at prestur - og sjálvsagt eisini bispur - vísa vegin, tá ræður um andaligan førning, og í hesum [...] nýggju útstykkingini. Húsini hjá honum og konuni, Jóhonnu, eru komin upp, og tey eru flutt inn. Nú bíða tey eftir, at fleiri hús fara at koma upp í útstykkingini, og sum skilst, fara væntandi fleiri at byggja [...] komið upp, og her byggir okkara háttvirdi bispur, Jógvan Fríðrikson, sær eini sethús. Bispur býr í bispagarðinum í Jóannesar Paturssonargøtu í Havn, men øll vita, at ein bispur - ella prestur - verður ikki
væl fyri og opin fyri innlæring og menning, og tí mugu tey stimbrast og stuðlast. Sjálvandi eisini alt eftir, hvussu tørvurin hjá tí einstaka er. Hetta er avgjørt ikki ein kritikkur av starvsfólkunum, sum [...] sum foreldur og samfelag geva tí unga ættarliðinum bestu kor fyri menning og trivnað. Tað ber tí ikki til, at vit framhaldandi bara hava fokus á, hvussu nógv dagstovnapláss, vit hava, og enntá reypa av [...] umstøðurnar hjá okkara børnum betri og lívskvalitetin hjá teimum eldru betri, tá verða skattakrónurnar brúktar til eitt sera gott endamál. Politikkur snýr seg í botn og grund um lívið hjá okkum menniskjunum
vænta høvisleika, og góðan og virðiligan málburð av børnum, og ungdómi okkara, tá ið politikarar og almennir persónar dagliga gera tað øvuta í almenna rúminum? Gamaní snýr politikkur seg um at fremja sín [...] sín egna flokk, og seg sjálvan sum persón, og royna at kasta so ringt ljós á mótpartin sum gjørligt. Hetta er bara ikki ein máti, ið er fyrimyndarligur fyri borgaran. Hetta er júst tað sama sum happing [...] annan, fyri at man sjálvur framstendur betri. Hóast hetta er skeivt, skal vera pláss fyri heitum kjaki og undirhaldi, men beinleiðis at leggja eftir øðrum persónliga, fremur ikki nakað gott. Politikarar eiga
kapitlar og vers, eins og vit hava fingið kunnleika um innihaldið, søgurnar og øll líknilsini. - Harafturat hava vit lært um bønina Faðirvár, trúarjáttanina, sakramentini, kristnu hátíðirnar, og hendingar [...] Hann er kærleiki, og Hann gevur teimum vón. - Eg kenni meg elskaðan. Hóast eg onkuntíð kann kenna meg keddan og einsamallan, so føli eg meg elskaðan av Gudi. Eg finni ugga og kærleika og vón í evangeli’inum [...] kirkjan fer at hava eina konfirmasjón við trimum nýføroyingum og á jøvnum føti við føroyingar. Vit hava av og á fermt útisetar úr øðrum londum, og sum ynskja at hetta skal gerast í teirra egnu kirkju. - Men
talgilda BARN-skipanin skal endurskoðast og nýggjur stovnur byggjast á Argjum “Fleiri tímar á gólvið” er høvuðsboðskapurin, so børnini fáa ta umsorgan, tey skulu hava, og starvsfólkini fáa tíð til hvørt barnið [...] játtaðir verða fleiri tímar á gólvið á stovnunum hjá Tórshavnar kommunu. Hetta er okkara greiði politikkur og skal hetta avgreiðast komandi ár, tí trýstið er ovurstórt á starvsfólkini, sum arbeiða á gólvinum [...] í hópatali hava sagt upp og fleiri leiðarar eru givnir. Alt hetta botnar í ov truplum umstøðum, tí heldur enn at styrkja støðuna hjá teimum, sum í veruleikanum arbeiða við og millum børnini, eru fleiri
hon av at taka ein steðg í kandidatlesnaðinum. Síðan hon gjørdist prestur í 2004, hevur hon verið prestur í ymiskum bygdum í Grønlandi, og síðan 2017 hevur hon verið próstur í Provsteqarfik Kujataa. Paneeraq [...] verið bispur í Grønlandi. Sambært Sermitsiaq gjørdist Paneeraq Siegstad Munk bachelor í teologi í 2001, og í 2017 gjørdist hon kandidatur í teologi á Keypmannahavnar Universiteti. Men, tað var longu í 2004
gjár, 6. oktober. Og hesin dagur minnir okkum á, at tað skal vera gott skil á landsins búskapi og landsins skipanum. Ein javnvág millum inntøkur og útreiðslur, eitt grundleggjandi og gott fótarbeiði í [...] samfelagskritiskum funtiónum og reglulig røkt av ognum og tilfeingi. Tað skylda vit teimum, sum undan fóru og bygdu upp, tað skylda vit fólkinum, sum nú er uppi á døgum og sanniliga skylda vit komandi [...] ikki minst fleiri av teimum verkætlanum, sum vit og eg sjálv byrjaðu og fyrireikaðu seinasta valskeið, og sum nú antin halda fram ella verða settar á skrá og fáa ta fígging, sum eg ikki náddi at fáa teimum
støkum batnaði, at skattalætti bleiv latin til lág- og miðallønt og ymiskt annað, sum skuldi bøta um livikorini hjá teimum, sum eru ringast fyri fíggjarliga. Og har er enn nógv eftir at gera, tí sosiali ójavnin [...] hevur sitandi landsstýrið ábyrgdina av. Tey komu til fullar kassar. Og tey kláraðu at tøma teir bæði skjótt og brátt- eisini uttan korona. Og tá ið kassin er tómur, so fer man við rokningini til tey, sum hava [...] somu fólk aftur við valdið, og søgan endurtekur seg. Heldur ikki nú skulu almannaveitingarnar hækka. Tey sum hava minst skulu onki fáa! Meðan samgongan arbeiðir við hond og fót fyri, at ríkidømi hjá okkum