verður kannað eftir, um ABC samgonguni er lív lagað og um hon kann halda fram. Men er tað ikki ein møguleiki, verður so kannað eftir, hvørjir aðrir møguleikar eru. - Floksleiðslan hevur so fingið at frá okkum [...] eina samgongu nú eftir valið, er tað ongin ivi um, at sjálvstýrismálið skal vera sjónligt í tí nýggja samgonguskjalinum. Hinvegin vil hann ikki siga nakað um, hvørja samgongu, hann kundi hugsa sær, ella [...] liggur okkum á hjartað og so verður arbeitt eftir tí. Ein smøl samgonga Men umframt at hann vil hava sjálvstýrismálið sjónligari, vil Poul Michelsen eisini hava eina samgongu, sum er so smøl, sum gjørligt. -
skipum, og so tað, sum lekur upp úr sjálvum havbotninum. Eisini gera tey aðrar kanningar, eitt nú magnetiskar kanningar. Talan er um eitt øki uppá 17.500 ferkilometrar millum Føroyar og so Hvíta økið. [...] úrslitið av kanningunum hesa fyrstu vikuna. -Eg skal sjálvandi ikki upplýsa nakað um, hvat vit síggja, men kann tó siga so mikið, at vit hava fingið nakrar sera góðar upptøkur. Eisini hava vit verið sera [...] Tey koma so eisini inn á tað Hvíta økið. Sosialurin skilur, at bretska felagið, hevur fingið eina áheitan frá einum av bólkunum av oljufeløgunum, sum er virkin á Føroyaøkinum, um at gera hesar kanningarnar
hjá TB var ágangandi og fjølbroytt, og TB legði seg eisini fram um beinanvegin. Leiðslan helt sær settið út, og so var TB á odda 2-0 í dystinum. So hendi tað, sum ofta hendir í einum flogbóltsdysti. Triðja [...] fyri at brúka tann møguleikan. ÍF legði seg væl fram um TB í hesum settinum, men tað var um reppið, at TB fekk ÍF aftur. Settið endaði tó 25-23 til ÍF, og so var eitt sindur av spenningi í luftini. TB setti [...] venda gongdini, so bar tað ikki til, og TB vann fjóðra settið heili 25-16. Harvið var gullið komið heimaftur til Tvøroyrar, og tað kundu spælarar og teir mongu áskoðararnir hjá liðnum fegnast um.
Hóraldur Joensen Sambært visión 2015, so skulu vit føroyingar um fá ár vera í fremstu røð, eisini tá talan er um gransking á ávísum útvaldum økjum. Granskingarligu avreksverkini skulu gerast fyri munandi [...] vanliga hildið hánt um ánara, ið fóðraði gangara sín so vánaliga, at arbeiðsorka, treysti og snarleiki vórðu skerd. Men kallarnir á ovastu valdsrók í Føroyum tykjast leggja sektin í, um granskingarrossið [...] (høli, tól, fæ) – so verður hann aftur í oddinum millum hinar fljótu folarnar, sum testosteron-fullir, froysandi og við faxinum flákrandi í fríska ferðarlotinum fara tvísporandi fram eftir fróðarfarleiðini
Eyðstein Djurhuus. Ræðir um at verja borg Nú, hann er vorðin formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, ætlar hann sær at halda fram við Vestursøka og so at røkja formasstarvið í frítíðini. So fáa vit at síggja [...] stýrimaður við Vestursøka. Undanmaður mín hevur myndað felagið ógvuliga nógv, so tað verður torført at ganga í hansara fótasporum. Men um eg fari at hava sama framferðarhátt sum hann, er púra óvist, tí hvør hevur [...] hansara størsta uppgáva verður at royna at verja borg og at halda fast um tað, sum vunnið er. Annars verður størsta at halda fram við tí arbeiði, sum felagið longu hevur stungið út í kortið. Men vit vita
Sjálvstýrishugurin má viga nokk so tungt. Vit hava sitið í hálvt annað ár í hesi samgonguni. Tjóðveldisflokkurin hevur akkurát lagt ein lista fram av málum, sum skulu yvirtakast, so hann fer neyvan at avreiða [...] Regluligi landsstýrisfundurin, sum er í Tinganesi hvønn týsdag, var eisini avlýstur, so tað er eingin ivi um, at endurfødda málið um fortíð løgmans verður mett álvarsligt í samgonguni. [...] avreiða landsins leiðslu í hendurnar á Sambandsflokkinum. So kunnu tey halda seg vera so rein og sæl, sum tey vilja, sigur Óli Breckmann argandi. Tjóðveldisflokkurin sat á fundi allan fyrrapartin týsdagin, og
Hetta er tíverri alt ov satt, og so er spurningurin, hvørt alternativ javnaðarflokksins eru orðað soleiðis, at flokkurin kemur á tal við samgonguna um hesi mál. Hvørji eru so boð Javnaðarflokksins uppá ein [...] soleiðis, at barnið kann vera heima eitt ár, um ynski er um hetta. Hesi mál má eitt nú Miðflokkurin uttan nakað kunna góðtaka. Hvat bústaðartørvinum viðvíkur, so verður víst á, at tað almenna eigur at ganga [...] sjálvandi fundarsamtyktina. Hóast hetta so er landsfundarsamtyktin áhugaverd á mangan hátt við tað, at hon vísir á øki í samfelagnum, sum treingja til ábøtur og hon setir fram áhugaverd alternativ til rikna politikkin
! Tá "sakkunnleikin" tosar um almenna íbúðarbygging, so verður hugsað um, at slík bygging skal fremjast í Havnini! Um slík almenn bygging í heilatikið skal fremjast, hví so ikki gera hetta sum eitt lið [...] verið ført fram, at tað almenna átti at farið í holt við íbúðarbygging. Tá undirforstaðið í øllum hesum tosi, tykist at vera, at íbúðarstøðan í Tórshavn er orsøkin til, at slíkt verður ført fram, má talast [...] rnir uttan fyri Havnina, tá so álvarslig mál verða umrødd. Hóast tað í dag tíanverri er ein sannroynd, at bestu møguleikarnir fyri almennum størvum v.m. eru í Tórshavn, so finnast møguleikar til búsetingar
Størsta íløgan nakrantíð í Føroyum elvir til so stór inntriv í viðkvomu náttúru okkara, at FNU mótmælir harðliga uppskotunum um vegaføringar, sum eru lýstar í tlifarinum sum er lagt er fyri almenningin [...] i eru so avmarkað sum til ber. Eftir uppskotinum til Suðuroyartunnilin skal tunnilsmunnin Sandoyarmegin vera í Djúpadali, ið liggur ímillum Stóravatn og Skarvanes. Náttúran kring Stóravatn er so at siga [...] uttan stór inntriv. Ein landsvegur, har einir 1400 bilar fara at koyra um dagin - og allar tíðir á samdøgrinum, fer at órógva so nógv, at náttúruvirðini og serliga fuglalívið í økinum eru í stórum vanda
Intercoiffure, er í hesum døgum á einum heilt serstakum skeiði í Oslo. Talan er um Intercoiffure Nordisk Kongress, sum fer fram í norska høvuðsstaðnum í hesum døgum. Her savnast elitan innan hárfríðkarar, [...] ure, eru bidnir um at menna ymisk hársnið, sum vit fara at brúka í vetur. Millum teir fýra hárfríðkararnar eru føroyska Mariann Klein Ivansdóttir, ið sum vera man er ógvuliga fegin um at hava fingið henda [...] við eini stórari mótasýning, har vit skulu á pallin og vísa fram vetrarmótan innan hársnið og greiða frá. Tað plagar at vera eitt stórt show, so tað gleði eg meg sjálvandi til, sigur Mariann Klein Ivansdóttir