fólkavøkstur í landinum. Men tað er fyrst og fremst tey seinastu fýra árini, at tilflytingin veruliga hevur tikið dik á seg. Og Sambandsflokkurin átti at vita, at tað er púra avgerandi fyri at menna føroyska [...] Úrslitið av tí søguliga lágu fráflytingini og tí methøgu tilflytingini er, at tað ongantíð fyrr – hvørki í tali ella luftalli – er komið fyri, at so nógv fólk flyta til Føroyar. Førdi politikkurin í hesum [...] sjálvandi rætt, tá hann staðfestir, at útisetar ikki valfarta til Føroyar einans tí, at Aksel V. Johannesen er løgmaður. Men um Sambandsflokkurin ikki heldur, at politikkur kann ávirka, hvar fólk búseta seg, og
Føroya-banka okkara høvuðsbrand á útflutningssíðuni. Aftrat toskinum er hýsa, havtaska og annað atfáa. Men, eingin sleppur at royna her, tí Bankin er framvegis stongdur fyri allari vinnuligari veiði – við undantaki [...] royndir, ið antin stað-festa ella avsanna tað, sum Havstovan sigur. - Um friðingarnar einki úrslit hava við sær, er tíðin kanska komin til, at vit tora at gera okkurt annað, sigur línuskipareiðarin. [...] Tað hevur undrað Kristian Martin Petersen, línuskipareiðara, at einki politiskt hevur verið at hoyrt um Føroyabanka. Hann vísir á, at Bankin søguliga hevur giviðeini 2.500-3.000 tons av toski hvørt ár
verður hørð og tí liggja nógv tung tøk fyri framman. - Jørðin er velt og sáðið er sáðað, men tað er nú, vit skulu undir at heysta. Og tað er ofta tað harðasta arbeiðið, sigur Aksel V. Johannesen. Hann sigur [...] hava eitt samfelag, har tey, sum hava, skulu fáa, og har tey, sum einki hava, lítið og einki skulu fáa. Og hann svarar sjálvur: - Svarið er eitt rungandi nei, sigur Aksel V. Johannesen. Hann sigur, at sjáldan [...] vósa, at veljarin vil hava rættvísi aftur í føroyskan politikki. - Tað er ein tørvur á javnrætti, á samhaldsfesti og á frælsi. Og Tað er tørvur á, at okkara ríkidømi verður býtt øðrvísi, sigur formaðurin í
Anew. Tað er einki óvanligt við, at nýggj verk verða framførd, men tað serliga við hesari symfoniini er, at tað er føroyski listamaðurin Sunleif Rasmussen, ið hevur skrivað verkið. Talan er um næstu symfoniina [...] gudalæru, er ein tíma til longdar og er skriva í fýra satsum. - Verkið er skriva til eitt orkestur, kór og tveir solistar, ein bariton og ein sopran. Tað tekur útgangsstøði í norrøni gudalæru og er um Yggdrasil [...] vakran. Sjálvur tónleikurin í verkinum er øgiliga kraftfullur og kontrastirnir millum satsirnar er stórur. Tað er finska orkestrið, ið hevur bílagt verkið, og talan er um fólk, ið frammanundan eru væl kend
vera. Tað er sjálvandi formaðurin, sum hevur alla hesa ábyrgd. Tí kann tað bara vera honum sjálvm fyri at takka, at støðan er so ring á hesum øki, sum hann sigur hana at vera. So einfalt er tað. Hjá Jan [...] ikki annað enn tað, sum er møguligt til allar sáttmálasamráðingar. Tá ið JH ger verkfallið, sum hann í óðum verki setti í verk í 2008, til eitt stríð um oljuna sum frádrátt, so er hetta ósatt sum næstan [...] hjá honum. Tað er alment kent, at hetta verkfall var lýst aftaná, at reiðarafelagið hevði slept kravinum um at fáa oljuna inn í sáttmálan. Loyvdi nýggjan frádrátt í sáttmálan Í samráðingum er fremst talan
Tryggleika! Í teoriini er tað gott, tá ið okkurt spennandi hendir. Í filmunum sær tað altíð so lætt og sjarmerandi út. Men veruleikin er ein annar. Tá ið alt kemur til alt, er einki so týdningarmikið sum [...] langt burtur í okkurt fjarskotið land, har mentanin er púra øðrvísi enn okkara, har fólkini hava øðrvísi virði, og mest umráðandi av øllum – har tað er spennandi! Spenningurin – ikki júst nakað, sum føroyingar [...] slaturkent frá vinkonunum – men annars hendir ikki tað heilt villa. Og er tað ikki júst hetta, sum vit føroyingar altíð hava gramt okkum um? Tað er so keðiligt í Føroyum? Jú! Og tí fór eg til Egyptalands at ferðast
Ronaldo skoraði bæði málini fyri Real Madrid, meðan Arjen Robben skoraði málið hjá Bayern Munchen. Einki mál kom í longdu leiktíðini og tí varð farið til brotssparkskapping Real Madrid brendi tríggjar ferðir [...] Ribery út fyri Thomas Muller. Bæði liðini tóktust troytt og tað sást aftur á neyvleikanum í spælinum. Einki mál komí longdu leiktíðini og tí varð farið til brotsspørk. Cristiano Ronaldo, Kaka og Sergio Ramos
hevur trý atlit at taka. Hann er javnaðarmaður, og skuldi tí havt áhuga í at »javna«. Hann er borgarstjóri í Havn, og hevur tí vælferðina hjá høvuðsstaðnum at hugsa um. Og hann er formaður í Kommunusamskipan [...] Og sum javnaðarmaður havi eg sjálvandi einki ímóti at javna, men tað skal vera við skili. Og endiliga sum borgarstjóri í størstu kommununi í landinum havi eg einki ímóti at hjálpa øðrum kommunum, men eisini [...] at vit eisini fáa ein slíkan í Føroyum. - Tað er bara tað at siga til tað, at í grannalondunum letur landið pengar til økini, meðan ætlanin í Føroyum er, at kommunurnar sjálvar skulu gjalda tað, sum tað
verður fólkaatkvøða. Men hon hevur ongan skund. Tað er ikki alt avgerandi, hvussu skjótt tað gongur, tað sum er alt avgerandi er, hvussu væl fólkið er upplýst um, hvussu støðan verður í Føroyum við fullveldi [...] krevur at mýkjast. Fyri Sjálvstýrisflokkin er tað ikki avgerandi, at ein fólkaatkvøða skal vera um hetta júst nú, ella ongantíð. Tað sum um ræður er at tíðin er búgvin til fólkaatkvøðu, tá ið hon verður [...] hvussu viðurskiftini verða millum londini bæði. Tí føroyski búskapurin er nóg sterkur til tess. Tað vil altso siga, at mest sannlíkt er, at uttan mun til, um vit fáa sjálvstýri ella ikki, so hvørvur danski
verður einki skip endurnýggjað fyrstu 5 – 10 árini. Tað er avgerandi neyðugt at fáa loyst hesa uppgávu. Endamálið at umskipa SL er ikki at taka nøkur rættindi frá nøkrum starvsfólkum. Endamálið er at endurnýggja [...] eru verri fyri enn aðrir starvsbólkar. Er tað nú blivið uppgávan hjá Starvsfelagnum at reka politikk og avgera hvørjar avgerðir politiska skipanin skal taka. Er starvsfelagið blivið ein politiskur felagsskapur [...] sjálvandi ikki á henda hátt kappast við privatar. Javnaðarflokkurin er sær sjálvum líkur. Bjarni Hammar segði í somu tíðindasending, at tað er Løgtingið sum skal bestemma hvussu ferðaætlanin hjá SL skal síggja