týdningarmikið, at man hvørt ár letur einar tveir ungar leikarar sleppa fram at liðnum. Um man letur ov nógvar sleppa fram at í senn, so verður liðið ikki nóg roynt til at fáa neyðugu úrslitini. Komandi k [...] eydnast stak væl, so merkir hetta ikki, at tað verður slakað í venjingini komandi ár. Hann sigur, at hann er bert harmur um tveir dystir í ár, og eru tað ósigurin móti B36 í landskappingini og so Europa-Cup tapið [...] at hann er sera glaður teirra vegna, tí at teir hava arbeitt so »seriøst« gjøgnum alt kappingarárið. Hvat orsøkin var til, at HB spældi so framúr væl, sum teir gjørdu leygardagin, er ilt at siga, men Ion
búskaparligt sjálvbjargni. Sum so er einki nýtt í tí. Hetta hava fólkafloksmenn sagt so leingi, og hetta er so eisini partur av boðskapinum hjá javnaðarflokkinum. Men tað er sum um fólkafloksmenn nú vilja síggja [...] til fullveldi er ikki so einføld og løtt, sum mong kanska høvdu roknað við. Hann metti tað vera nógv torførari at fáa fleirtal fyri broytingum, um tað ikki kom meira greitt fram, hvussu eitt nú búskaparligu [...] sum komu fram undir orðaskiftinum. Lesarar okkara nær og fjar eru heldur enn vælkomnir at vera við í hesum orðaskiftinum. VENDA vit nú aftur á heimabeitið - til okkara egna gerandisdag, so er eisini mangt
hevur Toda til fyrimynd, so tað var dagur í viku, tá hann kom á vitjan. Børnini hugnaðu sær so allan dagin, og grill-veitslan uttan fyri byrjaði um hálvgum fimmtíðina, og tey hildu fram til klokkan leið móti [...] Onkur av børnunum søgdu, at tey tímdu als ikki at fara í skúla, tí tað var so stuttligt at ganga í útibarnagarð. Men tað sleppa tey so ikki undan, og tískil skipaðu foreldrini fyri eini hugnaløtu uttanfyri [...] spildurnýggjar. Tiknar um morgunin, tá Útistova fekk forkunnuga vitjan. Pápin hjá Hans, sum gongur í Útistovu, kennir Toda Jónsson. Teir báðir vóru farnir ein biltúr hendan morgunin og løgdu so leiðina framvið
bæði ákærdu, ið eru fegin um, at teirra søga verður brúkt um allan heim at leggja trýst á grindadrápið. - Hóast eg eri misnøgd við okkara handtøku, og at hald varð lagt á Farley, so er tað mín vón, at tilburðurin [...] ábending um, at Danmark, ein tjóð, ið er móti grindadrápi, er ikki einans samsek í slátrinum av hvalum – men gera tað tey kunnu, fyri at hvalaveiðan kann halda fram. Hin ákærdi, Tom Strerath, heldur fram í sama [...] sama tóna. - Meðan restin av Evropa verjir grindahvalum, so verða hesi djór framhaldandi slaktað í Føroyum við hjálp frá Danmark. Eg eri glaður um, at okkara handtøka hevur vakt ans til grindadrápið, og
politisku framtíð. Skuldsetingarnar móti mær um at hava snýtt í tolli eru ósannar. Talan er um grova ærumeiðing móti mínum persóni. Skuldsetingarnar verða eisini settar fram móti betri vitan." Fleiri keldur hjá [...] Um samgongan velur at bíða eftir einum úrskurði frá dómsvaldinum í samband við tollmálið, so skal Føroya fólk vænta at bíða í minsta lagið í eitt ár, áðrenn avgerð fellur. Tað sigur Bjørn á Heygum, sakførari [...] hann hevur fleiri ferðir ført fram, at hann hevur fullan stuðul frá Fólkaflokkinum sum formaður og sum fíggjarmálaráðharri. Í kvøld hevur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum so valt at stevna Kringvarpinum
segði ikki so nógv ítøkiligt um, hvussu ætlanin er at loysa hesa avbjóðingina. Fyrrverandi stjórnin samráddist við ES um treytirnar fyri íslendskum limaskapi, og umleið helmingurin av teimum 33 so kallaðu [...] ikki at halda fram við samráðingunum, og sambært samgonguskjalinum verður einki gjørt við spurningin um ES limaskap, fyrrenn fólkið hevur tikið støðu á fólkaatkvøðu. Einki verður sagt um, nær fólkaatkvøðan [...] heitti á Sigmundur Davíð Gunnlaugsson um at royna at skipa. Íslendingar eru skuldartyngdir, og tað er einki at liggja omaná, at tað var lyftið frá Framsóknarflokkinum um, at hann fór at syrgja fyri, at skuldin
fer fram á tann hátt, at kommunan setur fram ynski um, hvat tey kundu ynskt sær framt, og síðani verða tey ungu skipað í bólkar við einum bólkaleiðara og sett at gera hesi arbeiði. Ofta er talan um arbeiði [...] heimasíðuna www.torshavn.fo, har tey ungu melda til um heimasíðuna við at uppgeva navn og fartelefonnummar. Kommunan gevur teimum so boð um sms, um tey hava fingið arbeiðið, umframt at yvirlit verður lagt út á [...] arbeiði, sum fríðka um kommununa. Áður hava tey ungu meldað til um telefon ella teldupost, og hetta hevur til tíðir verið rættiliga kaotiskt. Tí hevur kommunan í ár valt at menna eina skipan til heimasíðuna
flogvøllin. - Vit í Vágum stóðu sera væl saman, tá málið um undirsjóvartunnilin kom fram. Eg eri vís í, at um tað verður eitt valdømi og hetta uppskotið kom fram seinni, hevði tað verðið sera trupult at fingið [...] umstøðurnar hjá okkum í útjaðarinum – og tá er líkamikið um talan er um Vágar ella Norðoyggjar. Tí verður trupult hjá teimum at fáa nýggj hugskot og meiningar um, hvussu hesi økini skulu mennast í framtíðini. JA [...] dámar einki hetta uppskotið um eitt valdømi, tí eg óttist fyri at alt fer at verða stýrt úr Havnini. Tað er longu nóg ringt sum er. - Politikkarar úr øðrum økjum hava ikki so lætt við at seta seg inn í
Javnaðarflokkinum hevur givið Jóannesi Eidesgaard og tingmanningini fullan stuðul at halda fram við samráðingunum um eina samgongu við Tjóðveldi og Miðflokkin Tað var rættiliga gott lag á fundinum hjá flo [...] kundi ein vælnøgdur floksformaður staðfesta, at hann hevði fingið fullan stuðul at halda fram við samráðingunum um CHE samgonguna. - Tað var ein ótrúliga jaligur hugburður ímóti at royna hesa nýggju leiðina [...] in av og boðsendi Tjóðveldinum og Miðflokkinum til fundar at tosa um samgongumøguleikarnar. Fyrireikandi fundirnir í CHE hava gingu so mikið væl, at í morgun hava tey lagt eina arbeiðsætlan fyri, hvussu
Sambandsflokkurin fer í morgin at leggja fram fyri fjølmiðlum eitt uppskot um nýggja sjálvstýrislóg. Flokkurin skrivar soleiðis um uppskotið: At støðan í heiminum er broytt, so Føroyar verða alsamt sjónskari á [...] einum uppskoti um, hvussu vit kunnu dagføra og nútímansgera ríkisfelagsskapin, so vit fáa røttu og hóskandi karmarnar at arbeiða undir. Uppskotið, ið nevnist »Nýtt Samband«, verður lagt fram á tíðindafundi [...] lagað eftir nútíðini og kann taka okkum inn í framtíðina. Nýtt Samband snýr seg um at dagføra og nútímansgera lógarkarmarnar um ríkisfelagsskapin við eini lóg, ið byggir víðari á bæði heimastýrislógina og