Skíggin hevur nógvar eginleikar sum t.d. navigatiónsanlegg, tónleikaanlegg og Spotify-app. Ljóðgóðskan er høg við hátalarum frá Dynaudio. BYD Sealion 7 er ein sera væl útgjørdur bilur, ið hevur so at siga [...] BYD Sealion 7 fæst sum bakhjólsdrivin og sum 4x4 og í útgávunum Comfort, Design og Excellence, tá hevur hann 530 hk og er sera kvikur, koyrir frá 0-100 km/t upp á 4,5 sekund og upp til 520 km við eini løðing [...] sameining av coupé og SUV. Til dømis hellur bakrúturin meira enn á einum vanligum SUV. BYD Sealion 7 hevur 6-ára garanti og 8 ára garanti upp á battaríið. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Wenzel. ##med2##
Vinnandi bólkurin Petsit hevur ment eina djóraansingarskipan, sum dómsnevndin metti vera so góða, at hon skuldi gerast vinnari av Ungt Virki 2025. Í bólkinum vóru: Anita Dahl, Rannvá Verlandsdóttir Hayfield [...] dómsnevndin m.a.: Vit kenna øll støðuna: Tú skalt ferðast, men hvør skal passa húsdjórini? Petsit hevur skapt eina loysn, har tú lættliga kanst finna álítandi húsdjórapassarar í tínum øki, lesa ummæli og [...] Vinnari av DM fer víðari til EM í íverksetan. Á 2. plássi var bólkurin Risus úr Miðnámi á Kambsdali, ið hevur ment litfagrar og stuttligar ruskspannir til børn. Í bólkinum vóru: Sára Hjalmarsdóttir Hansen, Helga
Lakjuni hevur skorað tvey mál í ár. KÍ er á sjeynda plássi við 16 stigum. Tað eru 12 stig aftur til niðurflytingarplássini. Meðan tað fyrr í ár vóru nógvir útlendskir spælarar á KÍ liðnum, sum hevur liðið [...] fuglfirðingar vunnu 4-0 eftir málleysan fyrra hálvleik. Hetta er størsti sigurin hjá ÍF í ár. ÍF hevur vunnið sjey dystir, spælt tveir javnar og tapt fimm dystir. Hetta var triðja ferðin á rað, at ÍF fór [...] Thomsen, sum fyri einum ári síðani flutti úr Víkingi og til ÍF, skoraði í 50. og 51. minutti. Hann hevur skorað trý mál í næstbestu deildini í ár. Síðstu løtuna vóru tað tveir innskiftir fuglfirðingar, sum
hugnaligt at møta fólki, man kennir, og eisini at møta nýggjum fólki. Gunnar hevur ongantíð verið inni á festival-økinum fyrr. Men hann hevur verið her, uttan fyri økið, eini 8-10 ár tilsamans, metir hann. Og tað [...] Um tú ert á G! Festivalinum í hesum døgum, so er stórur kjansur fyri, at tú hevur møtt havnarmanninum Gunnar Lutzen á strekkinum millum Norðagøtu og Syðrugøtu. Tí har gongur hann við einum vogni, sum hann [...] krónur í ár, so er hann nøgdur við ársins G! Festival. Gunnar Lutzen er royndur fløskusamlari, sum hevur samlað upp í nógvar sekkir gjøgnum árini. – Eg plagi at fara í býin í vikuskiftunum fyri at samla
anevndin hevur fingið føroyska umboðan. Hetta hendi á aðalfundi hjá International Island Games Association í Orknoyum í dag, tá ið Annika Lindenskov bleiv vald í IIGA. Annika Lindenskov hevur drúgvar royndir [...] royndir í føroyskum ítrótti. Hon hevur arbeitt í Ítróttasambandi Føroya og verið á fleiri oyggjaleikum síðan 2008. Annika er tilreiðar at fara til abeiðis í altjóða oyggjaleikanevndini, har hon fer at [...] sambandi við Betri Oyggjaleikir í Føroyum 3.-9. juli 2027. Tað er samskiftisfyritøkan Sansir, sum hevur ment føroysku oyggjaleikaheimasíðuna.
partapening í og/ella hevur veitt lán til samanlagt 19 føroyskar fyritøkur. FRAMTAK gjørdi nýggja íløgu í eitt felag í 2024 og hækkaði kapitalin í 4 feløgum, ið FRAMTAK eigur í, og hevur veitt trý ábyrgdarlán [...] Tíðindaskriv: Hetta er væl oman fyri tey 10% í eginpeningsavkasti, ið nevndin hevur sett sær fyri. Til samanberingar var vinningurin hjá FRAMTAK í 2023 14,1 mió kr., sum svaraði til eitt miðaleginpeningsavkast [...] i og viðspælari hjá føroyskari vinnu. Málið er at vera við at byggja upp, og so selja, tá íløgan hevur givið nøktandi avkast. FRAMTAK kann tekna partapening og veita ábyrgdarlán Stjóri í FRAMTAK er Ben
Føroyum. Hóast talan hevur verið um lutfalsliga fáar brúkarar, eru royndirnar mettar at vera virðismiklar. Arbeiðsgongdirnar eru longu tillagaðar í ávísan mun til virksemið, sum hevur verið higartil. Millum [...] Evnini í viðtalunum fevna m.a. um tunglyndi, sjálvmorðstankar, sinnisstøðu og ótta. Í fleiri førum hevur tænastan havt týðandi leiklut í at veita skjóta vegleiðing og møguliga beinleiðis hjálp, í støðum [...] støðum har tørvurin var bráðfeingis. Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, sigur: Tað hevur stóran týdning, at vit hava eitt gott tilboð til tey, sum brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga
við tí reyða dúkinum. Síðani trónuskiftið í januar í fjør hevur krúnprinsurin ikki havt møguleika at luttikið á fundum í statsráðnum, tí hann hevur røkt miðnámsskúlan, langtíðar uppihaldið í Afrika og hertænastu [...] Christian krúnprinsur hevur áður - sum prinsur - við penni og pappíri, lovað at hann fer at halda grundlógina. Í dag gjørdi 19 ára gamli krúnprinsurin aftur skrivað undir uppá, at hann "ótroyttiliga fer [...] kallast statsráðið. Her skal kongurin saman við einum ráðfólki skriva undir tær lógir, sum Fólkatingið hevur samtykt. Tað er eisini her, at stjórnin leggur fram tey lógaruppskot, sum hon ætlar at leggja fyri
styrktan felagsskap), so er tað fyrstu ferð í søguni, at Tjóðveldi hevur viðurkent ríkisfelagsskapin, og fyrstu ferð, at flokkurin hevur slept fólkaatkvøðuni í 1946. - Eg nokti at trúgva, at tey vilja skriva [...] sjálvstøðugan limaskap í NATO (men ætla tó ikki at rinda limagjald sum onnur lond gera), “men hetta hevur einki við loysing at gera,” siga javnaðarfólk. “Nei hetta er nakað heilt annað” – okkurt sum eitur [...] landsstýriskvinna við heilsumálum, er ikki samd. Hon sigur: “Fyri meg sum landsstýriskvinnu í heilsumálum hevur tað týdning at gera greitt, at tað er einki hald í úttalilsinum hjá Runt Vang.” – So ongar sparingar
mannagongd hevur løgmaður tikið fult undir við aftur og aftur. Hóast tað sostatt er greitt, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna, tá hann hevur dult týðandi [...] glaður fyri í dag.” Men hetta samsvarar als, als ikki við tað, ið løgmaður hevur sagt í málinum higartil. Tí løgmaður hevur staðiliga hildið fast í, at hann kennir seg sera tryggan við støðuna, og at [...] persónliga sannføring, hevur víst seg at ganga aftur fleiri ferðir í hesum máli. Tí nógv fakfólk og nógvir ráðgevar hava gjørt vart við seg í hesum stórmáli, og samlaða niðurstøðan hevur verið rættiliga