an kann í dag als ikki samanberst við tað, hon var í 1982. Tá varð alt tilfarið skrivað á skrivimaskinu og síðani lagt til setingar. Setifólkini settu so tekstin umaftur, koyrdu sats út, sum síðani varð [...] eitt floksblað meira til eitt tíðindablað. Ynski var um at fáa blaðið út oftari, men tá Dimmalætting ikki segði seg hava orku til at prenta blaðið tríggjar ferðir um vikuna, fóru menn at hugsa um at keypa
sitandi í forsætisráðhaeeasessinum alt valskeiðið, fer hann at taka metið frá Margareth Thatcher, sum satt ellivu ár á rað sum bretskur stjórnarleiðari. Men sigurin hesaferð var øðrvísi enn hinar báðar ferðirnar [...] Kirkcaldy/Cowdenbeath, og hann fekk 58 prosent av øllum atkvøðunum har. Men sambært eygleiðarunum er tað ikki bara Labour, sum fær nýggjan formann um stutta tíð. Teir vænta, at bæði teir konservativu og libe [...] einari endurreisn hjá flokki okkara, segði Michael Howard. Harafturímóti høvdu liberaldemokratarnir ikki nógv at gleða seg um. Undan valinum varð roknað við, at flokkurin fór at fáa munandi framgongd, men
stovnarnir í amtinum skulu eftir ætlan nýta skipanina PatSec. Hetta fekk fólk at kalla ordran fyri eitt satt frambrot. Dømini vísa, at Formula.fo hevur gingið undan og prógvað, at tað ber til hjá føroyingum [...] styrkir okkara støðu í Føroyum, sigur Fróði Magnussen. Tá ið Formula tosar um heimamarknað, so er talan ikki bara um Føroyar. Øll Norðurlond eru heimamarknaðurin. Føroyar eru sjálv rannsóknarstovan. Føroyingar [...] Ein tørvur verður staðfestur, og tann uppgávan verður loyst. Aftaná vísir tað seg, at vit í Føroyum ikki eru tey einastu, sum hava sama tørvin, men av tí, at Føroyar eru eitt lítið, avmarkað samfelag við
armsveiggj við m.a. omanfyri nevndu álitum og stovnan av granskingardeplinum fyri økismenning, men satt at siga, so er økismenningarpolitikkurin og útjaðarapolitikkurin hjá nú farnu samgongu sera trupul [...] gjørt fyri at okkara framtíð - ungdóminum - sum leitar sær góðar útbúgvingar í útlondum? Skal hesin ikki hava møguleika fyri at koma heimaftur til sítt upprunaøkið í útjaðaranum, aftan á loknar útbúgvingar [...] fyri, at allir involveraðir partar hava trygg løgfrøðislig og politisk kor at virka undir. Heldur ikki í hesi vinnu hevur Fólkaflokkurin megnað at fáa greiðar karmar og loysnir, sum tæna vinnu og samfelagnum
at hon gjørdist lamin í aðrari síðuni. Hóast tað síðani ikki hevur verið so lætt at ferðast og vitjað, sum tað var frammanundan, so hevur Maja ikki ligið á løtu síðuni. Við góðari hjálp frá teimum næstu [...] Skaale. Hann hevði verið giftur við Betty, systir Júst. Men hann var nýliga vorðin einkjumaður og sat eftir við tveimum smágentum. Maja og Júst búðu hjá Pidda í níggju ár. So fluttu tey í síni egnu hús
og eitt nú teirra starvslønir. Her er einhvør misskiljing, sum eg fegin við hesum vil rætta. Tað er satt, at konti til listaøkið eru lækkaðar á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002. Niðurskurðirnir, ið talan [...] Hetta gevur eina lækking, ið svarar til 600.000 kr. Hetta er sjálvsagt harmiligt, men lækkingin kemur ikki at ganga út yvir starvslønir til listafólk, soleiðis sum formaðurin fyri LISA tykist at bera ótta [...] er tann, vit hava kunnað fingið politiska semju um undir verandi umstøðum. Hetta merkir sjálvandi ikki, at upphæddin er givin med alla og vónandi verður tað møguligt í framtíðini aftur at økja alla játtanina
30. Í 1. deild hava tvey lið víst sannførandi og støðugt spæl, og tað skal henda nógv óvantað, um ikki annað av hesum verður føroyameistari. Liðini, talan er um, eru hesi bæði: Liðið hjá Allan Dal-Christiansen [...] BogiRói VesturEystur 1rú2kl 3rú6rú Í síðstu viku skrivaði eg um eitt spæl frá somu finalu, har eg sat við 12 hp. Og einum gangandi rútara og undirmeldaði hondina. Tað kostaði 13 imp. Hetta spælið kom tvey [...] sindur, og makkarin, sum júst hevði sæð meg siti við einum gangandi rútara og undirmeldað hann, vildi ikki brenna ein slemm afturtat og meldaði tískil 6rú, ið fór niður, aftur 13 imp út.
sjónum. Hjá honum vóru eingi mørk sum forðaðu, helt hann tað vera royndina vert. Skúlaskyldan var ikki reiðiliga av, tá hann fór við "Grønanesi" í 1945 við pápanum, Viggo, sum skipara. Síðan fór hann við [...] hann mátti tola mongu árini. Fyrru konuna, Unn, misti hann undir svárum vanlukkuumstøðum í 1966, og sat hann tá eftir við børnum Hans Andriasi, Maritu og Zachariasi. Í 1968 komu Oddvør og John saman. Oddvør [...] hevur verið stuðul hansara og troystin, bæði í virkna lívi hansara sum vinnulívsmaður og sjómaður og ikki minni hesi seinnu sváru ár á sjúkalegu, hevur hon verið um hann nátt sum dag. Vit lýsa frið yvir minnið
Mamma kom ung til Klaksvíkar at arbeiða og eitt satt konubrot hevur hon altíð verið. Í 1937 fór hon, 22 ára gomul, saman við Alfred Petersen, trúboðara og øðrum yvir í Gomlu Føroyingahavnina at arbeiða [...] sjómansmissiónini í Gomlu Føroyingahavnini varð tikið í nýtslu árið fyri ? í 1936. Men mamma gavst ikki eftir einum ári. Hon var eisini í Grønlandi í 1938 og 1939. Í 1940 giftist hon við Aksel Johannesen [...] hosum í part í jólagávu. Hóast hon nú í nógv ár hevur verið bæði blind og hølt, so setist hon kortini ikki aftur av hesi orsøk, men leitar sær javnan í dagtilhaldið fyri eldri, eins og hon til fyri stuttum
noyddan at koma við nøkrum viðmerkingum til ósakligu ákoyringarnar frá fyrrverandi løgmanni. Tað er ikki so trupult at eftirkanna ákoyringarnar frá Bárði, tí bæði fíggjarlógir frá landsstýrinum og frágreiðingar [...] landskassanum eina hálva millión. Eisini íløgurnar spolaðu avstað. Tey trý árini, undanfarna landsstýrið sat, tvífaldaðust íløgurnar – úr 400 milliónum til 800 milliónir í dag. Uttan iva góðar og skilagóðar íløgur [...] CEF-samgongan afturi í 2017 gav skattalætta, tók flokkurin hjá Bárði undir við sjálvum skattalættanum, men ikki við fíggingini av honum. Ein partur av fíggingini av skattalættanum til lág- og miðallønt, sum samgongan