Við einum 8-1 sigri leygardagin móti AB á Eiðinum í Vági, hevur VB/TB tryggjað sær føroyameistaraheitið, hóast tvey umfør enn eru eftir at leika. Felags dreingjaliðið hjá VB/TB er nú føroyameistari. Hetta [...] er greitt, at ongin kann koma framum VB/TB. Hetta er triðja FM-heitið hjá liðnum í fýra ár. Liðið hevur manning úr allari Suðuroynni.
Turksiki Sultan Kosen hevur nú fingið heitið sum heimsins størsti maður, og tað heitið fær hann staðfest í teirri næstu útgávuni av metbókini hjá Guinness. Tann 27 ára gamli Sultan Kosen er tveir metrar [...] metrar og 47 centimetrar høgur, og harafturat hevur hann størri hendur og størri føtur enn nakað annað menniskja. Frá handliðinum til ytsta snútan á longutong eru knappliga 28 centimetrar, og millum tað aftasta
Samráðingar millum Liverpool og Carlsberg, sum hevur verið sponsor síðan 1992, rukku ikki á mál, og í morgun boðaði Liverpool frá, at tað framyvir verður Standart Chartered Bank, ið kemur at hava sítt [...] Liverpool troyggjunum frá byrjanini av næsta kappingarári og fýra ár fram. Carlsberg, ið á mangan hátt hevur verið ímyndin av Liverpool troyggjunum, eru tó ikki lidnir í enskum fótbólti, og hava enn tætt sp
Seinastu tíðina hevur ljóðað, at eitt saudi-arabiskt íløgufelag er væl ávegis í royndunum at keypa enska Liverpool. Men varastjórin í F6, sum felagið eitur, sigur nú, at lítið er um tosið um, at teir seinastu [...] sigur Gassim Hamidaddin, varastjóri í F6. George Gillet, sum er annar av eigarunum av Liverpool, hevur annars júst verið í Saudi-Arabia, og hetta setti sum vera man gongd á gitingarnar í ensku miðlunum
Ein sterk bilbumba, sum brast á einum sølutorgi í pakistanska býnum Peshawar í morgun, hevur kravt minst 80 mannalív. Franska AFP-tíðindastovan skrivar, at næstan øll eru sivilfólk. Torgið, har bumban [...] brast, er vanliga fult av fólki, sum keypa mat og klæðir, og soleiðis var eisini í morgun. Eingin hevur átikið sær ábyrgdina av atsóknini, men pakistanskar keldur halda, at tað var Taliban, sum skipaði
Íslendski uttanríkisráðharrin, Össur Skarphéðinsson, hevur góðar vónir um, at ES-nevndin fer at taka støðu til íslendsku umsóknina um limaskap longu í desember ella í seinasta lagi í mars næsta ár. Tað [...] segði hann við svensku tíðindastovuna TT í gjár. Össur Skarpheðinsson vísti á, at íslendska stjórnin hevur svarað øllum spurningunum frá ES-nevndini, hóast freistin at svara ikki rennur út fyrr enn hálvan
Óvanliga nógv regn hevur lagt stórar partar av høvuðsstaðnum í Filipsoyggjunum, Manila, undir í vatni. Myndugleikarnir søgdu í morgun, at 140 fólk eru druknað, og at bjargingarlið leita eftir 32 øðrum [...] arnar í síðstu viku. Umleið 450.000 fólk hava verið noydd at rýma frá húsi og heimi, og stjórnin hevur biðið aktjóða samfelagið um hjálp, skrivar AP.
Í síðsta mánað var arbeiðsloysið í Írlandi 12,4 prosent, og so stórt hevur tað ikki verið síðani í februar í 1995. Tað sigur vinnumálaráðið í Dublin. Sagt verður, at nú ummánaðarskiftið vóru rúmliga 440 [...] fólk mist arbeiðið og eru skrásett hjá arbeiðsloysisskipanini. Írski forsætisráðharrin, Brian Cowen, hevur sagt, at arbeiðsloysið kemur eftir øllum at døma upp á millum 15 og 15,5 prosent um ársskiftið.
arnir góðkent eina nýggja vaksinu ímóti krímsjúkuni H1N1 ella Influensa A. Sambært virkinum, sum hevur gjørt vaksinuna, er ein viðgerð nóg mikið til at verja fólk ímóti smittu. Kinesisku heilsumyndugleikarnir [...] fingið tilfar frá nýggju øðrum virkjum, sum hava gjørt vaksinu ímóti H1N1. Heimsheilsustovnurin WHO hevur fyrr sagt, at vandi er fyri vaksinutroti í vetur, tá tann vanliga influensutíðin er á norðaru jarðarhálvu
Oljufelagið BP Plc kunngjørdi í gjár, at tað hevur funnið eina stóra oljuleið undir havbotninum í Meksikoflógvanum, og at felagið væntar at fáa eina milliard tunnur upp haðani. Marknaðarserfrøðingurin [...] oljuprísin á heimsmarknaðinum í komandi árum. BP er størsta oljufelag í USA og er tað felag, sum hevur flest rættindi á oljuleiðunum í Meksikanska Flógvanum. Onnur feløg, sum hava munandi rættindi har