Søgan, sum Paul Watson segði á facebook í gjár, var, at skipið var jagstrað av føroyskum verjuskipum og RIB báti við 14 løgreglufólkum umborð, sum ætlaðu at boarda John Paul DeJoria. Watson skrivaði eisini [...] n í gjár breyt skipið John Paul DeJoria fyri triðju ferð forboðið um at koma inn um føroyska 12 fjórðinga markið. Skipið hevur tilknýti til felagsskapin Captain Paul Watson Foundation, sum stríðist ímóti [...] ímóti grindadrápi, og Paul Watson skal sjálvur vera umborð á skipinum. Tjaldrið, Brimil og skjóttgangandi RIB bátur vóru í hølunum á John Paul DeJoria, og hesum fingu tey umborð á skipinum góðar myndir av
hevur Paul Watson lagt myndir út, har Tjaldrið og Brimil elta John Paul DeJoria. Eisini hevur skjóttgangandi Rib bátur við 14 fólkum umborð – nøkur teirra løgreglufólk – verið í hølunum á John Paul DeJoria [...] Skipið John Paul DeJoria, sum er knýtt at felagsskapi hjá Paul Watson, sigldi í dag inn um 12 fjórðinga markið. Orsøkin var, at grind varð merkt í Sandavági. Skipið hevur fingið forboð fyri at koma inn [...] DeJoria. Men enn eru eingir myndugleikar farnir umborð á John Paul DeJoria. Líkt er til, at John Paul DeJoria er á veg út úr føroyskum sjóøki aftur. ##med2##
Skipið hjá Paul Watson hevur nú aftur siglt inn í føroyskt sjóøki. Orsøkin er, at grind er í Sandavági. Hon skal merkjast, skrivar jn.fo. John Paul de Joria hevur við heimild í lógini um trygd á sjónum [...] samband við, at skipið sigldi inn í føroyskt øki. Fríggjadagin í farnu viku vendi løgreglan sær til John Paul de Joria. Skipið lá í altjóða sjógvi beint uttanfyri 12 fjórðinga markið. Løgreglan vildi sleppa umborð [...] Føroya uttan at vilja geva seg undir innferðareftirlit. Men løgreglan slapp ikki umborð. Nú hevur John Paul de Joria so á triðja sinni brotið forboðið um at sigla inn um 12 fjórðinga sjómarkið. ##med2##
Fríggjadagin 14. juli 2023 vendi Føroya Politi sær til skipið John Paul de Joria. Manningin á skipinum eru limir í felagsskapinum Captain Paul Watson Foundation. Skipið lá í altjóða sjógvi beint uttanfyri 12 fjórðinga [...] komið fyri, at forboðið av nýggjum verður brotið. Hetta er vorið alsamt meira aktuelt eftir, at Poul Watson, sum ikki er skipari á skipinum, aftaná at politiið hevði samskift við skipið, hevur upplýst á Facebook
meg til Føroya næsta hósdag fyri at svara upp á ákæruna. Ja, sum um at tað fer at henda, skrivar Paul Watson speiskliga á Facebook. – Vit vera beint uttan fyri 12 fjórðingamarkið. Um tað verða grindaboð, [...] dómstólunum og donsku stjórnini. Og so kemur tað (kanska tað týdnignarmesta) í endanum í skrivinum hjá Paul Watson til fjepparafjøld sína: – Gevið okkum vinarliga pengar, so vit kunnu verða verandi á varðhaldi [...] Sunnudagin 9. juli hevði John Paul De Joria einki annað væl enn at svara upp á neyðstøðuna við 77 grindahvalum, sum vórðu riknir til Havnar, høvuðsstaðin í Føroyum, har øll familjan myrd á óndskapsfullan
At Paul Watson ikki er sum fólk flest sannaði ein skúlaflokkur úr Hoydølum, sum stóð andlits til andlits við Paul Watson fyrstu ferð hann vitjaði í Føroyum. Í Sosialinum í dag er frásøgn um næmingar í [...] Boðanesgjógv í Nólsoyarfirði, tá flokkurin vitjaði umborð. Dagurin var tann 22. august í 1985. Paul Watson tók sjálvur ímóti næmingunum. Eingin teirra kendi hendan 34 ára gamla mannin frammanundan. Høvdu [...] sleppa ikki at drepa ein grindahval afturat«. ##med2## Hetta vildu næmingarnir frætta meira um. Og Watson greiddi eldhugaður frá – og tað sum næmingarnir serliga ógvaðust við var, at hann segði seg vera
skrivar Paul Watson. – Um nakar etur aldan laks úr Føroyum, eru tey tætt knýtt at ræðuleikunum í Føroyum. – Ræðuleikarnir í Føroyum, vardir av donsku stjórnini og spurningurin er hví? skrivar Paul Watson [...] Danmark brúkar danskar skattakrónur at verja ræðuleikarnar í Føroyum. Hann sigur, at tey umborð á John Paul De Joria eru undir støðugum eftirliti alt samdøgrið – har bæði danska sjóverjan og loftverjan eru
Men tá Paul Watson við skipi sínum fór inn um føroyska 12 fjórðingamarkið kúvendi Hvidbjørnin og sett kós aftur ímóti Havnini, har grind varð hildin til í Sandagerði. Í kykmyndini frá Fishfacts sæst, hvussu [...] hvussu skipini bæði sigldu, John Paul de Joria kemur suðueftir gjøgnum Djúpini, Leirvíksfjørð og síðani við kós í Sandagerð. Sum filmurin vísir, so fór hann úr Havn suður um Borðuna við kós eystureftir
Paul Watson er nú farin aftur úr Nólsoyarfirði og er á veg suðureftir. Hann kom norðanífrá gjøgnum Djúpini og suður í Nólsoyarfjørð. Sjóverjuskipið Tjaldrið elti hann alla tíðina. Brimil stendur á beding [...] Dramatikkurin er helst av nú, og meira verður helst ikki gjørt við málið, uttan tað, at fútin sendir Paul Watson eina bót fyri at hava brotið bannið hann hevði at koma í føroyskan sjógv.
var ein kapping móti tíðini hjá okkum, men John Paul De Joria var ov langt burtur frá grindini, so vit náddu ikki at leggja uppí. Tað skrivar Paul Watson á Facebook. Hann sigur, at tey í løtuni verða jagstað [...] sum hann hevur framt við at koma inn í føroyskan sjógv. Men enn er brotið ikki so ógvusligt, at Paul Watson verður handtikin. ##med2## ##med3## [...] grindadrápið í Sandagerði. Hvidbjørnin er komin í Nólsoyarfjørð sunnanífrá, og Tjaldrið er í hølunum á Watson norðanífrá. Michal Boolsen, fúti, sigur við Kringvarpið, at løgreglan fylgir við og dokumenterar