trý ár longri enn hann kundi vænta at liva, tá ið hann var føddur. Somuleiðis kann ein 65 ára gomul kvinna vænta at hava 22,2 ár eftir. Tað merkir, at hon kann vænta at liva til hon er 87,2 ár, og tað [...] fólki. Hagstovan sigur, at hjá kvinnum í Føroyum er livialdurin nú 84,7 ár í miðal, og hjá monnum er hann 80,5 ár. Í miðal kann ein kvinna sostatt vænta at liva gott fýra ár longri enn ein maður. Hagstovan [...] Síðani 1985 og 1986, er miðal livialdurin hjá kvinnum nevniliga longdur 5,9 ár, og hjá monnum er hann longdur 8,7 ár. Munurin á livialdrinum hjá kvinnum og menn var sostatt sjey ár fyri 30 árum síðani
hugaligari og fellir lættari. - Luna skilir hvørt orð á føroyskum, og hetta ger, at hon betri kann samskifta við viðskiftafólk, og hon tekur eisini telefonina, tá fyrispurningar eru um ymiskt, sigur matstovueigarin [...] FUGLAFJØRÐUR Poul Rustin er ikki gamal drongur longur. Fyri umleið trimum árum síðan giftist hann thailendsku kvinnuni, Luna, og nú eru tað tey bæði, sum í fyrsta lagi reka matstovuvirksemið á Muntra. [...] Tá høvdu vit runnið og tuskað í fleiri enn 300 dagar av undanfarna ári. Væl móttikin Poul sigur, at hann og konan plaga at geva sær stundir til at vitja familjuna hjá konuni í Thailandi, men tey hava eisini
bispur kann velja at tiga ella hann kann velja at tala. Kynstrið er at vita, nær ein skal tala og nær ein skal tiga. Fráfarandi bispur hevur verið virðiligur og myndugur, men hann hevur sjáldan lagt seg út [...] góður andaligur og fyrisitingarliður leiðari. Hann er meira fólksligur, og tað er júst nakað, sum mong sakna í fólkakirkjuni. Tað er eingin løtt uppgáva, ið hann hevur átikið sær. Tað hevur alstóran týdning [...] sum slíkur fyrisita almenna stovnin fólkakirkjuna. Men sjálv fólkakirkjan er sermerkt sum stovnur. Hon hevur sítt egna stýri og hevur óvanliga fríar ræsur m.a. verður virksemið í stóran mun fíggjað við
helt røðu, har hann var glaður um, at hansara bók var heiðurslønarverd. Hann legði afturat, at bókin "Føroyar á vegamóti" gav M.A. Jacobsen sjálvum rætt í tí sjálvstýriðsstríðið, sum hann stóð fyri. Rigmor [...] onga langa talu, men takkaði fyri. Hon var tann, sum fekk flest lógvabrestir frá fjøldini. Effie Campbell fekk Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs. Nevndin segði, at hon "hevur sæð tað neyðuga í, at vit [...] latin í hesum sambandi. Allar virðislønirnar eru á 20.000 krónur. Fyrst á pallin trein Zakarias Wang. Hann fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri bókina "Føroyar á vegamóti". Í grundgevingini
nevndi Kamalu Harris við einum orðið í sínum skrivi, har hann rósti Joe Biden fyri hansara mongu góðu avrik, tá hesin hevði boðað frá, at hann ikki kortini vil gerast forsetavalevnið hjá demokratunum. [...] Harris sín stuðul alment, fyrr enn hon formliga er tilnevnd at vera forsetavalevni hjá Demokratiska flokkinum. Ein orsøk er, at Obama valdi sama leist í 2020, tá hann valdi ikki at stuðla Biden alment, [...] amerikanskur forseti frá 2009 til 2017, fer ikki alment at sýna Kamalu Harris sín stuðul, fyrr enn hon er formliga vald av demokratiska floksfundinum – kongressini – í august. Tað siga keldur við tøttum
Jacobsen, fólkatingsmaður, hevur sett Anders Fogh Rasmussen forsætisráðharra fimm spurningar. Hann verður spurdur, um hann kennir til samtyktina á Føroya løgtingi um, at øll tiltøk móti Irak eiga at verða góðkend [...] ímóti Irak saman við USA og Bretlandi. Stjórnin spurdi ikki føroyskar myndugleikar, áðrenn hon tók avgerðina. Og hon hevur heldur ikki síðan givið nakra fráboðan um, at Føroyar eru ímóti krígnum. Tvørturímóti [...] Tvørturímóti verður føroyskt loftrúm beinleiðis inndrigið í kríggið, sigur Tórbjørn Jacobsen. Hann ger vart við, at forsætisráðharrin hevur sagt í fólkatingssalinum, at Danmark og Føroyar eru javnsettir partar
ríkisborgari. Hann er 50 ára gamal og hevur arbeitt á psykiatriskum sjúkrahúsi. Týskir myndugleikar hava eyðmerkt hann sum Taleb A. Hann er í varðhaldi hjá myndugleikunum, sum handtóku hann á staðnum. Motivið [...] frá, sambært tíðindastovuni AFP í dag. Ein 52 ára gomul kvinna doyði, meðan hon var á sjúkrahúsi, orsakað av skaðunum, hon fekk í álopinum, sum fór fram 20. desember. Her koyrdi ein maður ein bil inn
Kristina Háfoss tók uppskotið aftur, staðfesti hon samstundis, at hon er framvegis sannførd um, at tað er tað einasta rætta av avtaka samdøgursfrádráttin. Hon heldur, at føroyskir fiskimenn skulu hava somu [...] uppskot fyri Løgtingið um at avtaka hendan samdøgursfrádráttin. Men mótstøðan ímóti tí var so hørð, at hon tók málið aftur. Í hesum sambandi mælti ein samd fíggjarnevnd frá, at tað varð samtykt, tí tað er ein [...] fram, tí nú mælir meirilutin í Fíggjarnevndini, sum eru umboðini fyri samgonguna, aftur til at avtala hann. - Mælt verður til at strika samdøgursfrádráttin frá 1. januar 2016, skrivar meirilutin í fíggjarnevndini
til samkyndleikin varð drigin fram. Hann heldur, at tað var kanska orsøkin til, at Símun P. Jacobsen tók spurningin upp í ólavsøkuprædiku fyri tveimum árum síðani. Hann sigur at fyri einum ári síðani vórðu [...] støðu sjálv. Hon heldur, at nettupp tað er munurin á kjakinum í Føroyum og aðrastaðni um samkynd hjúnalag, at í Føroyum hevur eingin tosa um at áleggja kirkjuni at víga samkynd. Tó heldur hon, at kirkjan [...] siga fyri meg, at eg kenni tað eisini rættiliga markant á kirkjuna í dag, sigur Bergur Debes Joensen. Hann heldur, at trýstið er serliga stórt á tey, sum ikki taka undir við samkyndum hjúnalagið - Trýstið
nevniliga matstovuvinnuna, og hon heldur, at upplatingartíðirnar hjá skeinkistøðum eiga at verða longdar í stigum. Djóni Nolsøe Joensen heldur, at lógin er avoldað og hann heldur, at fyrsta stig kundi verið [...] skip liggja við bryggju. Hinvegin heldur hann, at lógin skal vera so rúmlig, at tað skal ikki vera neyðugt at søkja um undantaksloyvi í tíð og úrtíð. Bæði hann, og Bjørt Samuelsen, føla seg tryggari við [...] lógin verður broytt, so at skeinkistøð sleppa at hava longri opið, tí lógin má vera tíðarhóskandi. Hon heldur eisini, at tað er beinleiðis tollut, at fólk ikki kunnu sita á eini matstovu mitt í viku og