um, at ein styrking av Samhaldsfasta er ein styrking av arbeiðsmarknaðinum, sum aftur er ein avgerandi fyritreyt fyri at kunna standa seg í altjóðagerðingini, sum er ein partur av tí veruleika, Visión [...] inntøku at liva av, tá tey gevast á arbeiðsmarknaðinum og gerast eftirlønarmóttakarar. Eitt økt inngjald í Samhaldsfasta vil júst virka fyri at uppfylla hesa treyt. Bogi Eliasen vísti á týdningin av, at arbe [...] eitt av heimsins bestu at búgva í um 10 ár. Henda tilgongd kann eisini tryggjast við einum styrktum Samhaldsfasta. Tí hetta letur seg gera, um politiskur vilji er at lata Samhaldsfasta taka sær av hesi
minst av dálkandi evnum fóru úr støðini. Fyri at vísa á, hvussu umhvørvisvinarlig støðin er, kann nevnast at hægst loyvda útlát av flogøsku, sum er sera dálkandi, er 20 mg fyri hvønn rúmmeturin av luft [...] Eisini sást tú á hesum skíggjum, hvussu nógv av ruskinum varð sent út aftur í atmosferuna, og undrunarvert var at síggja, hvussu lítið ein slík støð dálkar. Filtur av øllum møguligum slagi vóru ymsastaðni, og [...] brennir ein part av tí ruski, sum IRF fær inn. Serliga nú slaktið hevur verið, hevur staðið á hjá teimum at tikið ímóti øllum, og hevur hetta eisini havt við sær, at ein ætlað umvæling av brenniovninum er
at døma á at minka. Ein av orsøkunum til hetta er, at landsstýrið sum eitt sínum fyrstu málum fekk gjøgnumført týðandi broytingar í lógini um skatting av persónum. Broyting av skattaviðurskiftunum Hendan [...] í Føroyum í 2012 slepst ikki undan at taka við seinastu tveir mánaðarnar av 2011. Nýtt landsstýri varð skipað í byrjanini av november 2011, og tað fór til arbeiðis beinanvegin. Nú vit fara inn í 2013 [...] nakrar politiskar ymiskleikar. Harafturat eru tveir av flokkunum relativt stórir, meðan hinir báðir eru smáir. Tað slepst ikki undan, at hetta av og á merkist í samarbeiðinum, tá neyðsemjur skulu gerast
vit kortini hildið okkum til tríbýtið av valdinum á leið soleiðis, sum Montesquieu legði tað fram fyri meira enn hálvt triðja hundrað árum síðan, helst íblástur av tankagóðsinum hjá Platon og næmingi hansara [...] Fremmandir, danir, sita á dømandi valdinum og stórum pørtum av tí, sum okkara lóggevandi og útinnandi vald áttu at havt ræði á. Við tí sindrinum av valdi danir hava uggað okkum við, og vit hava spælt fólk [...] okkum til ástøðið um tríbýtingina av valdinum. Hvussu tað hevur vignast, munnu nógvar ymiskar meiningar vera um. Tíðin fyri nýggju stýrisskipanarlógina og skipanina av ráðharraráðum, við størri fyrisit
Sunnudagin 9. november vóru 25 ár liðin síðani Múrurin fall. Ímyndin av totaliterari skipan, sum sambært Eduard Sjevardnadze, seinasti uttanríkisráðharran í Sovjet, bygdi á fatanina, at heimurin áhaldandi [...] endamálinum var sovjettiski búskapurin at rokna sum krígsbúskapur heilt upp til endan av áttatiárunum, har minst 20% av BTÚ árliga fóru til hermegina. Hent amboð At káva yvir veruliga endamálið hjá marxi [...] Øll skipanin var gjøgnumseyðrað av kommunistiska flokkinum í Kreml. Alt hetta vistu flestu í vesturheiminum undir Kalda Krígnum. Kortini vóru tey mong, sum lótu seg blenda av kommunistisku/sosialistisku
sigur hann seg onki hava við fíggingina av heilsutrygdini at gera, tað er eitt mál sum fíggjarmálaráðið má taka sær av. Altso, landsstýrismaðurin, sum broytir eina av mest grundleggjandi skipanum samfelagsins [...] heilsumálum, fólkafloksmaðurin Jákup Mikkelsen, gjørdi púra greitt undir aðru viðgerð av málinum, og hetta er skrivað neyvt av eftir røðu hansara: ”Fólkaflokkurin hevur ta áskoðan, at táið hetta gjaldið fellur [...] agnhaldinum sleppur hann ikki av aftur, fyrrenn hann velur sær aðrar samstarvspartnarar á politiska leikpallinum. Læran frá valskeiðnum 2004-2008 er somikið fesk, at Aksel átti av øllum at vita, hvat ið hendir
ferðaseðlar keyptir til tey, sum skuldu vera við til dópin av skipinum, og av tí, at tað hevur borið til at gera tað mesta av øðrum arbeiði, so varð gjørt av at halda fast við 6. februar til dópin. – So kunnu [...] spyr Dávið Jacobsen. Hann vísir her til nýggja skipan, ið er umborð á Tróndi í Gøtu, sum alla tíðina sigur, hvussu nógv olja er brúkt í mun til hvørt kilo av fiski. Manningin tann sama Í marsmánaði í fjør [...] varð manningin á skipinum søgd upp, men fleiri av hesum fara nú aftur at hava kjans við Tróndi í Gøtu. Tað er nevniliga soleiðis, at ein stórur partur av teimum, sum vórðu uppsagdir, tá Tróndur í Gøtu
lóg hevur ábyrgdina av øllum gerðum landsstýrisins, sleppur eisini at siga »Nei, tvætl eg lúgvi alt. Meinti tað ikki allíkavæl!« Álopini á veikastu samfelagsbólkarnar eru avráddir av løgmanni, hansara [...] búskapurin í Føroyum fyrst og fremst dregist við avleiðingarnar av skeivum politikki hjá somu flokkum. Og bert í øðrum lagi dregist við avleiðingunum av altjóða kreppuni, ið tykist sum ein kærkomin undanførsla [...] ABC-stýrinum. Alt varð givið út aftur, sum varð spart upp eftir seinastu kreppu og tað, sum vit rindaðu av stóru uttanlandsskuldini – »tá Karsten var í tykkara flokki og sat á kassanum«, sum hann málbar seg
aðurin mælt til nakrar nýggjar friðingar á landgrunninum, eins og friðingarnar av Føroyabanka halda fram við undantaki av, at loyvt verður útróðrarbátum í bólki 5 at royna avmarkað dagatal við snellu, [...] verður økt úr 180 mm upp í 250 mm. Seigpíning av vinnu Meirilutin í vinnunevndini vísir á, at fiskiflotin er vorðin ov stórur og ávirkast harafturat mest av umstøðunum í havumhvørvinum. Í so máta er flotin [...] fiskivinna er í sera álvarsamari støðu, har stórur partur av flotanum hevur ilt við at bera seg, eins og fiskivinnan á landi heldur ikki kastar nógv av sær. - Hjá fleiri fiskastovnum er støðan hættislig, s
ómetaliga leingi eftir eini støðutakan, tá umræður ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, og tá umræður skipan av føroysku kommununum, so er støðan meira ógreið enn nakrantíð, nú atkvøðast skal um málið. Hvat merkir [...] og í stóran mun koma at ávirka úrslitið av fólkaatkvøðuni. Hvørji málsøki skulu fyrisitast hjá landi og hvørji hjá kommunum ? Fyri at vita, hvør avleiðingin er av einum ja ella einum nei, mást tú kenna [...] kenna til, hvørji øki landið skal taka sær av í framtíðini, og hvørji øki kommunurnar skulu taka sær av. Tí hetta er avgerandi fyri, hvørt tað er neyðugt at leggja kommunur saman nú ella ikki. Hvussu tryggja