gyltu árunum frá 2002 til 2004, eru ikki við longur. Síðani í fjør eru Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Hans á Lag, Jóhannis Joensen og Heine Fernandez givnir í felagnum, og tað eru ikki meira enn tvey ár síðani [...] tann nærlagdi póllendingurin, sum ikki ætlar sær at spæla meira, skal skipa og menna nýggja HB-liðið. Hann er farin íðin og miðvísur til verka, og næstu tíðina skulu úrslitini fara at vísa seg. Hóast teir [...] teir ikki hava høgan aldur, hava spælarar sum Jákup á Borg, Rasmus Nolsøe, Vagnur Mortensen, Kári Nielsen, Mortan úr Hørg og Janus M. Joensen heilt fitt av royndum, og teir eru spælarar, sum saman við teimum
minuttir eftir málið, royndi Trygvi Nielsen seg við einum beinleiðis frísparki, men bólturin fór beint við síðuna LÍF- málinum. Og tá hálvur tími var farin, var tað Hans Jacob sum royndi seg fyri sumbingar [...] sumbingar. Eitt fríspark kom innfyri, og hann kom at standa púra leysur men skallaði við síðuna av. Meir hendi ikki í fyrra hálvleiki, har sumbingar vóru betri og høvdu uppiborið hálvleiksleiðsluna. Myndin broyttist [...] kom flatt innfyri úr vinstru síðu, men sjálvt um Sigfríður stóð leysur við aftastu stong, megnaði hann ikki at fáa bóltin inn. Løtu seinni høvdu leirvíkingar ein møguleika aftrat at javna, men Kristian
eru full, verður fiskurin stoyttur niður á band, sum førir hann út av endanum. Har standa so tvey kør, sum taka ímóti tí skilda fiskinum. Hann sigur, at nýggja maskinan kann skilja fiskin frá tveimum skipum [...] Oskar Joensen, sum starvast á uppboðssøluni, sigur, at nýggja maskinan er royndarkoyrd í smáum, og hann hevur góðar vónir um, at hon verður eitt stórt framstig hjá Fiskamarknaðinum. ? Men hetta er ein framkomin [...] er mest at kalla skræddaraseymað til okkum. ? Hetta er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, leggur hann aftrat. Eitt framstig Scanvægt-maskinan er flutt suður til Vágs á uppboðssøluna, sum Fiskamarknaður
sum nú fer at hava ábyrgdina av føroyska landsliðnum. Á Kyndilsmessu, 2. februar, fór hann um tey fimmti. Hann var stýrimaður í verjuni og liðformaður á Brøndby liðnum, sum síðst í áttati árunum og fyrst [...] venjaranum var, tá ið hann var liðformaður á danska landsliðnum, sum vann EM í 1992. Endaspælið var í Svøríki, og tað var púra óvæntað, at danska liðið við Richard Møller Nielsen á beinkinum og við Lars [...] ikki blíður. Hóast liðið hjá honum á ongan hátt var sannførandi, so var hann serliga rísin inn á føroysku spælararnar, sum hann helt vóru vandamiklir, tá ið teir royndu at takla. Í dag verður samstarv
Gullbrak Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hann hevur roynt tað so mangan áður, Ingi Olsen, hesar altavgerandi dystirnar millum arvafíggindarnar VÍF og Kyndil, men nú er tað so fyrstu ferð, at hann stendur við [...] lyklaleikarar, Jacob Jónsson og Janus Einar Sørensen, fyri uttan, og avlíkavæl blivu vit avsmurdir, sigur hann. Tískil eru tað havnarmenninir, ið hava sálarligu yvirvágina undan dystinum í dag, heldur Ingi Olsen [...] at hava, tí hóast venjingarstøði hjá Áka ikki er meiri enn næstbest, so er skotarmurin í lagi, og hann kann koma væl við móti Kyndil. Fyrireika seg sum vant Hóast talan er um eitt satt gullbrak á Hálsi
serlæknar. Tann fyrri, Jóhan Petur Davidsen, er urologur, landgagnafrøðingur, og hin seinni, Hans Petur Nielsen, er kardiologur, hjartalækni. Og báðir virka eisini sum serlæknar á Suðuroyar Sjúkrahúsi innan [...] gevur landsstýrismanninum í størri mun møguleikan at stýra virkseminum í sjúkrahúsverkinum við, at hann hevur møguleikan til at ávirka, hvørjar sergreinir formliga verða settar á stovn á sjúkrahúsunum.
Rani er sjálvur royndur telvari, hann hevur áður vunnið FM, og hann hevur verið formaður í Talvsambandi Føroya. Rani luttekur framvegis í føroysku kappingini. Tí er hann ein teirra, sum á so at siga or [...] er so mikið stórur, leggur sjálvandi trýst á skúladreingin. Hann hevur áður víst, at hann er førur fyri at bera sovornar støður, og tað fer hann ivaleyst eisini at gera hesa ferð. Hvør úrtøkan verður, og [...] talan hevur verið um hjá Helga, um hann ikki bæði hevur talent fyri telving og framúr menniskjaligar eginleikar at standa seg í kappingum. Hetta hevur Helgi áður víst, at hann hevur, og síðani sunnudagin hava
skriva um hetta. Hann hevur strikað hald av blaðnum, og hann er komin við fleiri niðrani viðmerkingum á Facebook um Sosialin – og enntá av tingsins røðarapalli. Tað gjørdi hann millum annað týsdagin [...] Vinnuvirksemið hjá løgmanni ridlaði illa, tá hann tann 9. mai í 2007 útnevndi seg sjálvan sum fíggjarmálaráðharra eftir at Bárður Nielsen slepti øllum politiskum bondum fyri at elta mil [...] Jákupi á Dul í Íslandi – til Kaj Leo uppdagaði, at fór hann í landsstýrið, so slapp Heðin Mortensen á ting. Meðan Kaj Leo Johannesen situr sum løgmaður, fellir alt vinnuvirksemið hjá
var hann fyri 59. ferð á landsliðnum. Jóan Símun man fara at vera at síggja á vøllinum í dag. Um tað verður frá fyrsta bríksli ella seinni fæst at síggja. Tá ið hann fer á vøllin í dag, verður hann sjeyndi [...] ið 30 ára gamli Odmar Færø í seinna hálvleiki varð skiftur inn, var tað 30. ferðin, at hann var á landsliðnum. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum 15. august í 2012, tá ið Føroyar taptu 2-0 í vinardysti [...] mikukvøldið á landsliðnum fyri 50. ferð. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum 15. august í 2012, tá ið Føroyar taptu 2-0 í vinardysti á útivølli ímóti Íslandi. Hann var við øðrum orðum fyrstu ferð á landsliðnum
tekniskur stjóri á Føroya Fiskasølu. Gjørdist ovfarin Mogens sigur, at áðrenn hann fyrstu ferð kom til Føroya í 1976, hevði hann skilt í Danmark, at Føroyar vóru aftarliga á vinnuliga økinum. - Men eg má [...] og tænastuna, sigur hann. Mogens From, sum í dag býr í Hjørring og er í starvi sum verktætlanar-og marknaðarfólk hjá Hanstholm havn, hevur tikist við eitt sindur av hvørjum, og hann hevur eisini verið í [...] 2002-2005 var hann í starvi hjá Hirtshals havn. Loðslur í Danmark Føroyingurin, Arnold Johansen, sum vit nevndu í byrjanini av greinini, tók skipsføraraprógv í 1982, og í eini 16 ár hevur hann siglt úti.