har tey kunnu fáa fyri 32 tíma arbeiðsviku. Til sammetingar hoyra vit, at útlendsk arbeiðsmegi, sum kemur gjøgnum Fast Track skipanina fær 40 tímar. Tað er ikki í lagi og kann skapa óneyðugt split. Øll [...] Øll eru glað fyri arbeiðsplássini, og hava gjørt alt fyri, at tað skal vera høgligt at hava virkið her. Tí átti tað at verið givið, at starvsfólkini vóru tryggjað í starvinum. Vit hoyra bert um starvsfólkatrot [...] einfalt? Í morgun havi eg frætt, at virkið hjá Bakkafrost í Vági hevur sent starvsfólkini í jólafríð fyri fleiri døgum síðan. Og at boðini eru, at arbeiði ikki verður tikið uppaftur fyrr enn inn í januar
meira í politikki, tí vit skulu liva við avgerðunum, ið alt ov ofta verða tiknar fyri okkum. Vit vera als ikki hoyrd. Tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin. Eg brenni fyri nøkrum økjum, sum eg haldi fáa [...] Vit ungu eru framtíðin. Tí skulu vit skapa góðar og tryggar karmar til okkum at liva og mennast í. Tey sum hava sitið á løgtingið, hava raðfest okkara framtíð alt ov lítið. Eg vil, at ung skulu fylla meira [...] hava skattalætta, so vit minka um ójavnan í samfelagnum. Útlendingamál: Vit skulu fevna um tilflytarar, so bæði tey og vit fáa gleði og gagn av teirra førleikum. Vælferð: Skipanirnar fyri borgaran skulu gerast
har rúm eisini er fyri smærri vinnurekandi. Og tí skulu góð hugskot, dirvi og virkisfýsni stuðlast. Hesum hava vit bara góðar royndir av. Vit vilja skapa karmar fyri fólk, sum vilja skapa nýtt virksemi [...] umsiting. Hesum hava vit eisini góðar royndir við. Vit hava tørv á stórum og sterkum aktørum, sum kunnu fáa fígging til stórar íløgur og marknaðarátøk. Men tað er ikki gott fyri fólkaræðið, um fyritøkur [...] hesum kveikjandi umhvørvi. Vit mugu hava eitt kappingareftirlit, tá nakrar fáar fyritøkur alsamt gerast so stórar og sterkar, at tær keypa alt annað vinnulív upp. Harvið tryggja vit eitt fjølbroytt vinnulív
halda uppat, tí vit eiga bara einar Føroyar. Hvørt øki hevur sín dynamikk, hvør føroyingur gevur sítt íkast til samfelagið, og brúk hava vit fyri øllum. Eitt framkomið samfelag hevur brúk fyri einari dyggari [...] na skal renna inn í felagskassan, eru vit ymisk á máli um. Men vit eiga ið hvussu er at semjast um at baka eina størri køku, so meira verður til hvønn, hóast vit hava ymsar hugsanir um, hvussu samfelagskøkan [...] ætlan lá á borðinum um, hvussu vit skuldu lofta teimum mongu í fiski- og framleiðsluvinnuni, sum stóðu til at missa sítt tilverugrundarlag. Tjóðveldi eigur ikki at steðga her. Vit skulu saman við vinnuni leita
læring komið fyri at vera. Tí skulu vit skapa eina nógv smidligari skipan har vit byggja brýr millum útbúgvingarnar. Millum tær klóku hendurnar og tey klóku høvdini. Útbúgvingar skulu altíð skapa møguleikar [...] meta seg før fyri tí, eigur tað at gerast møguligt at taka almennar lærugreinir á einum hægri stigi, ístaðin fyri at hava tær á tí stiginum, sum annars er galdandi fyri útbúgvingina. Fyri summi av hesum [...] dagførdar. Betra møguleikarnar fyri ískoytislestri Ein máti at skapa betri smidleika í skipanina, er at økja um møguleikan at taka einkultar lærugreinir, sum krevjast fyri at sleppa inn á eina ítøkiliga
Ung í dag hava trupulleikar við at flyta heimanífrá. Vit mugu hava fleiri lestrarbústaðir og ungdómsbústaðir til leigu, so tey ungu hava møguleika fyri at flyta heimanífrá, tá tey ynskja tað. Bæði teir privatu [...] undir lestri. Tey vilja skapa sítt egna lív. Tí velja nógv at fara til Danmarkar at lesa, til at byrja eitt nýtt kapitul í lívinum. Har er møguligt at fáa ein sømuligan prís fyri bústað. Danmark hevur ein [...] ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum vit í Føroyum kundu lært nógv av. Har hava tey ungu møguleika fyri bæði at leiga sær eina lestraríbúð ella eina ungdómsíbúð. Sostatt er ikki neyðugt hjá ungum at seta
num og avbjóðingunum vit kenna: Fyri at skapa betri karmar, mugu fleiri starvsfólk vera til arbeiðis á einari vakt. Hvussu gera vit so tað og hvar finna vit hesi starvsfólk? -Vit kunnu byrja við at gera [...] samfelagið í komandi tíðum. Við vanda fyri at ljóða sum ein skøvað pláta, so SKAL starvsfólkatrotið LOYSAST, skulu vit framvegis kalla okkum eitt vælferðarsamfelag. Vit mugu og skulu loysa tann ovurhondsstóra [...] Hvussu loysa vit so starvsfólkatrotið? Har er einki quick fix ella nakar gandastavur, ið fær gandað okkum ein nýggjan veruleika. Tað skal hart arbeiði til. Alt eldraøkið má uppraðfestast, har vit hyggja eftir
Tey lovaðu: Býráðið fyri øll Vit fáa: Bústaðir fyri tey fáu og vælbjargaðu Á býráðsfundinum í kvøld ætlar meirilutin at samtykkja at bjóða kommunalt lendið undir Fjalli fram til privat at byggja. Tjóðveldi [...] samfelagsborgarar, ið hava ráð at búgva í høvuðsstaðnum. Soleiðis kunnu vit ikki halda fram, tí byggja vit bert privatar bústaðir, byggja vit bert bústaðir til tey fáu. Tórshavnar kommuna hevur heimild at byggja [...] stórt, og møguleiki er tí eisini fyri gera avtalu við Bústaðir um at byggja bústaðir til fólk við menningartarni, og vanligar og sosialar bústaðir. Soleiðis skapa vit eina fjølbroyttari kommunu og ein
Saman eru vit tryggari. Saman røkka vit longri. Vit eru Sambandsflokkurin. Ein eldri maður segði einaferð við meg, at ringar tíðir skapa sterk fólk. Og sterk fólk skapa góðar tíðir, sum so ger, at vit fáa veik [...] okkara undangongufólk. Tey ungu Vit hava ungdóm, heilt niður í 12 ára aldur, sum taka stoffir og drekka. Og tað má koma vend í beint nú. Men duga vit at hjálpa hesum. Vit eru val á veg við at fá útgreina [...] mótroknast, hetta vilja vit, at tað ikki skal gerast. Eg vil her at enda siga, at nú tað er løgtingsval verður nógv hugsað, hvussu vit styrkja okkum. Og tað er týdningarmikið fyri okkum í Sambandsflokkinnum
brúk fyri, aftur at kenna eina vón! Tað er okkara ábyrgd, at skapa hesa vón! At skapa eina skipan, har man fær hjálp og stuðul, tá man hevur brúk fyri tí; ikki tá tað er ov seint! Ein hurð! Ja, vit hava [...] hugsa um, hvat verður sagt. Avleiðingin er, at vit loypa framav í orðum, men tá veruleikin so herjar á, halda vit aftur í gerningum. Samstundis snakka vit um, at vinna álitið til veljaran aftur- tað er [...] Tá vit hava politiskt orðaskifti í sjónvarpinum ella útvarpinum, síggja vit ofta, at tíðin er knøpp og politikarnir skulu hugsa og svara skjótt. Ofta endar tað við, at svarað verður uppá týdningarmiklar