lundapør á oynni. Men tað er greitt, at síðani er stovnurin minkaður munandi og at so at siga ongin pisa er komin undan seinastu 13 árini. - Ein varlig meting vildi verið, at stovnurin er minkaður eini 3 prosent [...] og sostatt er stovnurin eini 20.000 - 28.000 pør í Nólsoy í dag. Fara bara bara 20 mans at fleyga, og fáa millum 50-100 lundar í part, er hetta ímillum 3 – 5 prosent av bústovninum. Hetta er ikki burðardygt [...] hjá lundastovninum er farin frá at vera ring til at vera hættislig orsaka av lundafleygi. Men hóast hetta, nokta myndugleikarnir at friða lundan og tað skilja teir ikki. Sum støðan er nú, hava nakrar kommunur
okkara land - og at koma aftur seinni. Tað er langur vegur hjá teim ferðandi at koma til Føroyar. Og tíðin, tey eru her er stutt, tí ferðasesongin í stóran mun bert er um summarhálvuna. Tí roynir Kunningarstovan [...] fólk skal vitja okkara vakra land. Tað er helst so, sum Petur Martin so rámandi tekur til: - Ferðasesongin er stutt, og tí má ein hava tráðuna egnda meðan løtan er. Og haraftrat hava gott agn. Á heimskortið [...] vil fegin hava fólk at vitja onnur støð í oynni. Tí er gjørdur ein faldari á fleiri málum og er skipaður sum ein ferð kring alla Eysturoynna. - Jú, her hendir nakað allatíðina. Okkara partur skal so ikki
Nú eru tey komin á Havnina - krúnprinsafamiljan. Og tað er ein vøkur sjón, tí tey eru øll í føroyskum klæðum. Nógv fólk eru komin saman á keiini í Havn, har Dannebrog leggur at. Í dag eru tey í Havn, og [...] og í morgin fara tey víðari. Sí skránna fyri dagin í dag her Fleiri myndir koma út á in.fo so við og við.
á vegamóti Tað er ikki júst ein alt ov bjartskygd frágreiðing, sum Oljumálastýrið hevur latið løgtinginum um tilgongdina á oljuøkinum serstakliga hetta seinasta árið. Ikki tí ? her er ikki nógv nýtt at [...] flokkarnar. Og orsøkin til tað er tann heilt einfalda: at enn veit eingin, um olja finst í rakstrarverdugum nøgdum í undirgrund okkara. Tað er greitt, at frágreiðingin sum so er gott grundarlag hjá politikarum [...] tað mesta hevur verið frammi áður, tó at tað nú er sett saman í eina heild og gjørt lættfatiligt. Tann óvissa, sum m.a. hevur verið umrødd og gitt um her í blaðnum, sýnist at hava hald í veruleikanum, tí
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, at eingin politikkur er at finnast at í samgonguni, tí í sitandi samgongu er eingin, sum tekur ábyrgd. - Her er bert talan um eina røð av einkultmálm, har hvør flokkur [...] eina samgongu, men tíverri er landsstýrið ikki partur av henni. Floksformaðurin helt, at hetta í veruleikanum als ikki er stutligt, tí hendan farsan, sum hann rópti støðuna, er ein tragedia fyri alla okkara [...] - Her er talan um eina røð av einkultmálum, har hvør flokkur, hvørt landsstýrisfólk og hvørt tingfólk í samgonguni berjist ein harðan dyst fyri at gera vart við seg sjálvan og taka frástøðu frá hinum.
Saltsøluna. Bátahavnin er ikki kyrr sum er, og her er ov lítið bátapláss. - Vit skulu hava meira brúgvapláss í bátahavnini, eins og vit skulu skipa eitt fríøki Inni á Rætt, sum er partur av verkætlanini [...] Saltsøluna. - Her er sprongt og planerað, og nú íbúðarverkætlanin við Regnavegin so smátt er farin í gongd, fáa vit grót oman, sum eisini verður lagt út her inni. Borgarstjórin sigur, at tað er stórur áhugi [...] møtir á leiðini, nú kommunan er vaksin so nógv seinastu fimm árini. Men, eg haldi ikki, at nakað negativt er við hesum. Tað er hugaligt, at fólk velja at seta seg niður og her hjá okkum, og eisini nýggir
Dagtilhaldið Blákollan, sum er í Sunda kommunu, heldur til á Hornavegi á Oyri. - Her er opið týsdagar og hósdagar frá klokkan 14 til 18, og dagtilhaldið er fyri borgarar úr allari kommununi. Í Sunda kommunu [...] kommunu siga tey, at her verður javnan skipað fyri tiltøkum av ymsum slag. - Annars fáast fólk við ymiskt ítriv, binda, spæla kort, spæla bobb og læra seg at brúka teldu. Lagt verður aftrat, at í dagtilhalfinum [...] rógvimaskinur og renniband, um onkur hevur hug til tað. Leiðari á dagtilhaldinum Blákolluni í Sunda kommunu er Winnie Hansen.
seg aftur, tó at tað var nakað vátt í morgun. - Nú er fínasta veður. Nógv er á skránni, eisini til børnini - og alt uttan matsøla, sum er á økinum, er púrasta ókeypis, sigur Karl Birgir Isaksen. [...] roynast væl, og at nógv fólk fara at leita sær til Klaksvíkar, sum dagurin gongur. - Her er nógv at síggja, og her verða nógvar, bæði stuttligar og áhugaverdar, kappingar, umframt onnur tiltøk, sum eru [...] morgunin er liðin, eru líkindini góð, og ongum nýtist at setast aftur. Karl Birgir Isaksen, ein av høvuðsfyrireikarunum, sigur, at veðurkønir menn í Klaksvík siga, at seinnaparturin verður góður. - Nú er mest
tiltakinum, sum bæði er fyri børn og vaksin. Flaggdagsrenningin, sum nú stundar til, er hin 33. í røðini. Byrjað verður klokkan 16, sum er beint eftir flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn. Her fara børn og vaksin [...] Luttøkugjaldið er 40 krónur fyri børn og 100 krónur fyri vaksin, og tað skal gjaldast on-line. Leinki er á bragdid.fo. Tilmeldingarfreistin er týsdagin 23. apríl klokkan 21. Eingin tilmelding er á staðnum. [...] : Rutan er hin sama sum undanfarin ár, har byrjað verður á Kongabrúnni. Runnið verður fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast tvær ferðir. Teinurin er slakar sjey
til projektering av sandoyarskipi, og á fíggjarlógini 1999 er peningur settur av til projektering av Suðuroyarskipi og nýggjum Mása, harumframt er í ár 2000 sett av á langtíðarætlanini upphædd til projektering [...] nýggjum Suðuroyarskipi. Tá projekteringin er liðug, fær Løgtingið høvi til at viðgera málið aftur í sambandi við eina játtan til sjálva byggingina. Ætlanin er, at Løgtingið verður gjølla kunnað um byggingina [...] og lýsir Strandfaraskip Landsins ein hóp av faktorum, ið hava ávirkan á endaligu ferjuverkætlanina. Her eru verandi og komandi flutningsuppgávur lýstar. Fyrsta stig Víðari sigur samferðslumálaráðharrin,