lá betri fyri, men tað var ikki fyrr enn fimm minuttir fyri tíð, at sigurin gjørdist tryggur. Í hálvleikinum var munurin tvey mál. Fyri neistan var tað serliga Terji Mørk, sum gekk undan við at skjóta mál [...] Mørk, venjari hjá Neistanum, hevur fyrr víst á, at unga liðið hjá Neistanum manglar royndir. Tað kom til ssjóndar, tá Neistin mistið takið fimm minuttir fyri tíð. Tá var munurin framvegis bara trý mál, men [...] men StÌF seks mál upp í slag og endaði við at vinna ein tryggan sigur. - - - StÍF – Neistin 29-20 (12-10) StÍF: Allan Norðberg 8, Sveinur Justinussen 5, Pætur Joensen 4, Borgar Danielsen 4, Marius Joensen
spenanndi dysturin í Klaksvík, har tey bæði botnliðini Stjørnan og VB fara at spæla. Tað hevur týdning fyri bæði liðini at vinna dystin. Meistaraliðið Neistin spælir ímóti GÍ í morgin og sunnudagin spæla [...] sunnudagin. Tá fara grannafeløgini H71 og Kyndil at dystast, og uppá spæl stendur eitt oddapláss í deildini. Hvørki avliðunum hevur ráð at tapa dystin, tí væntandi er,at VÍF fær bilbukt við KÍF, og tað liðið, sum [...] eru teir í løtuni liðið, sum er omaná. H71 misti stig móti Neistanum seinast, og fyri teir hevur tað alstóran týdning at venda skeivu gongdini, áðrenn munurin fram til fremstu liðini gerst ov stórur. VÍF
hitastig, so gerst tað sera vandamikið hjá spælararnum at spæla. Tí ynska vit at spæla 3 x 30 minuttir í Qatar í 2022. Fyri at uppskotið skal vinna frama, so má tað góðkennast av fótbóltslógarnevndini hjá [...] fótbóltssamgongan, FIFA umhugsar at broyta fótbóltsreglarnar til HM-endaspælið í Qatar í 2022. Ætlanin hjá FIFA er at hava tríggjar hálvleikir, ístaðin fyri tveir. FIFA ynskir, at dystirnir í HM-endaspælinum [...] fyrstan tíð, at lítla - men steinríka - landið, Qatar fekk HM-endaspælið í 2022. Franz Beckenbauer, sum hevur vunnið HM, sum spælari í 1974, og sum venjari í 1990 hevur verið frammi og sagt, at HM-endaspælið
meira enn bara vinna, tí hon er eisini ein náttúrligur partur av samfelagnum. Fyri at oljuvinnan skal kenna seg væl og hava góðar umstøður, er neyðugt, at vit eisini hava nógvar ymsar tænastur at bjóða fram [...] enda at vera við til at steðga fráflytingini. Heldur ikki mugu vit gloyma at skapa umstøður fyri útlendingarnar, sum koma hendavegin, tá oljan er funnin, og her hugsi eg eisini um møguleikar fyri altjóða [...] kunnu skapa grundarlag fyri nýggjum útbúgvingum her á landi. Ein slík gongd kann gerast ein vinnarastøða bæði fyri uppvaksandi ættarlið, fyri menningina av øllum landinum og fyri útlendska oljuídnaðin,
mikudagin, at tíðindini bórust um, at Vinnumálastýrið hevði skift veitara innan fastnettelefoni. Orsøkin segðist at vera, at Føroya Tele ikki fekk høvi at bjóða eins stóran avsláttur orsaka av, at teir ikki [...] eisini í sama blaðið, at Andras Róin úttalaði seg um, at hann sóknaðist eftir greiðum spælireglum. Jógvan Thomsen heldur fyri, at greiðar spæligeglar eru á økinum. Hann ásannar, at tað er truplari hjá Føroya [...] stóru fyritøkuni ? at koma við øllum upplýsingunum. Jógvan Thomsen vísir á, at teir spyrja tríggjar spurningar, men fáa bert svar uppá tveir. Hetta er eftir øllum at døma komið fyri fleiri ferðir. Upp
leikararnar, ið verða mettir at hava verið bestu leikarar í danska stórfelagnum, síðani Brøndby IF varð stovnað í 1964. Frá 1985 til 1991 spældi Lars Olsen tilsamans 281 dystir fyri Brøndby IF. Hesi sjey árini [...] meistaraheitir og tvær ferðir silvur í donsku landskappingini, og har afturat var Lars Olsen við til at vinna donsku steypakappingina í 1989. Frá 1992 til 1995 spældi Lars Olsen sum yrkisleikari í Turkalandi [...] Belgia og Sveis, áðrenn Lars í 1996 vendi aftur til Brøndy, og vann danska meistaraheitið fyri sættu ferð. Umframt at hava verið virkin sum leikari, hevur føroyski landsliðsvenjari eisini verið venjari hjá
miðlum annars, fyri at sleppa undan at tosa um eina ta størstu sensasjónina í fótbóltssøguni nakrantíð. Joseph Hickersberger hevur hinvegin havt tað alt annað enn stuttligt, m.a. við at verða nevndur [...] Eysturríkarar knógvaðu heldur ikki Føroyar fyri fimm árum síðani á Tórsvølli, tá liðini spældu javnleik 1-1. Í annaðkvøld kann Eysturríki so skriva søgu við at vinna á Føroyum á fyrsta sinni uttanfyri Eysturríki [...] Nú er Joseph Hickersberger staddur í Føroyum. Uppgávan hjá honum er at verða viðmerkjari/serfrøðingur hjá eysturríkskum sjónvarpi. - At vitja Føroyar, sum ferðamaður hevði so ikki komið uppá tal, sigur
hótti við at steðga yrkisleiðini, so eydnaðist honum at vinna seg aftur. Bolton, Chelsea og Barcelona vóru feløgini, har hann veruliga gjørdi um seg, og seinni hevur talan verið um dystir fyri eitt nú Monaco [...] hevur átt. Somikið sterkt er liðið, at Eiður Smári Gudjohnsen mátti taka til takkar við plássi á beinkinum í fyrra play-off dystinum móti Kroatia, men fáur ivast í, at hann – saman við Asgeir Sigurðvinsson [...] tikið øll á bóli, og var nær við at spæla seg til HM-endaspælið í Brasil. 2-0 tapið á útivølli móti Kroatia steðgaði tó hesum dreyminum, og eftir dystin fingu tárini frítt at fara hjá 35 ára gamla veteraninum
hevur fingið uppgávuna at hjálpa føroyska tjóðarflogfelagnum fram móti nýggju strategiini. - Eg eri sannførdur um, at fyritøkan hevur nakrar góðar førleikar og sterk amboð til at leiða okkum skjótt og gott [...] eina nýggja strategi fyri felagið, sigur Jørgen Holme. Les eina longri samrøðu við Jørgen Holme í VINNA, sum er nýggja vinnublaðið hjá Sosialinum. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER . [...] Høvuðsargumentið fyri stjóraskiftinum í Atlantsflog í november í fjør var tørvurin á nýggjari strategi. Men við nýggjum skipara í stýrihúsinum stendur føroyska tjóðarflogfelagið framvegis á fráfaringarbreytini
vunnið 22 stig fyri sjey sigrar og ein javnleik. ÍF er bara tvey stig frá oddasessinum, og tí er einki at siga til, at fuglfirðingar framvegis hava gott mót um, at tað skal eydnast at vinna FM. Steypavinnararnir [...] steypakappingini. Hjá ÍF varð Bogi Løkin so meint skaddur í Trongisvági næstsíðsta sunnudag, at tað er lítið sannlíkt, at hann verður við aftur í ár. Hjá Víkingi noyddist Hans Jørgen Djurhuus skaddur av vøllinum [...] frá toppinum og trý stig aftanfyri ÍF, og tí er grannauppgerðin í Sarpugerði í kvøld lyklauppgerð fyri møguleikarnar hjá víkingunum. Síðani 4-1 heimatapi ímóti ÍF hevur Víkingur vunnið ellivu stig burtur