var her seinast, og tað er at fegnast um. Tí ymiskt øl passar væl til ymiskan mat. Pilsnarølin, har føroyingar leingi hava havt Veðrin hjá Føroya Bjór og nú eisini hava Pilsnaran hjá Restorffs, er góður [...] Góð ølmentan er at drekka nógv, men ikki ov nógv, øl, letur bryggimeistarin teir hálvtrýss føroysku ølsmakkararnar vita, áðrenn hann fer í gongd. Eftir áheitan frá Restorffs Bryggjaríi er hann komin til [...] øltysta. - Nú eru ølstøðini sprottin upp nógvastaðni í býnum, og tað ber boð um góða ølmentan í hvussu er her í Havn, heldur Leif Typkær, sum sigur seg ikki hava innlit í ølmentanina uttanfyri Havnina. Bryg
bólkum, hava ein fyrimun. Tá er tað ikki óforsvaligt at spæla so nógvar dystir, men tað er ein hægri skaðaváði. Tað er í slikum støðum at tey, sum gera tað ordiligt síggja, at tað er skilagott at gera tað rætt [...] Longu týskvøldið og mikukvøldið er aftur umfar. Nógvu dystirnir hava sett sín dám byrjanina her í Føroyum, har fleiri feløg stríðast við skaðar og at lappa spælarar saman. Tað er ikki bara í Føroyum, at ko [...] fyri, at vandin fyri at blíva skaddur er øktur í Føroyum í løtuni. Bæði tí talan er um fleiri miðvikudystir, men eisini tí uppstarturin hevur verið serstakur. - Tað er ein øktur váði, tá tú spælir so nógvar
næstan 1400 miljardir krónur í 2021. Tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur úr týsku frágreiðingini, og her er soleiðis talan um norskar krónur. Norska krónan er væl lægri enn hin danska og liggur á umleið [...] Russland og Kina er nógv øktur seinastu árini, og kanningin vísir eisini, at Kina er týdningarmesti handilsligi samstarvsparturin hjá Russlandi. Týski stovnurin, sum hevur gjørt hesa kanning, er Institut der [...] í Køln, og í kanningini sæst eisini, at Russland er ein av týdningarmestu orkuveitarunum hjá Kina. Virðið av vøruhandlinum millum hesi bæði londini er sambært almennum kinesiskum tølum vaksið úr sløkum
landsstýrismanni í bløðunum herfyri, tá ið hann segðI, at tað er "vinnan, sum eigur avbjóðingarnar&" - Eg haldi ikki, at øktu oljuprísirnir bert er ein spurningur, sum vinnan eigur at taka sum sína avbjóðing [...] oljuni sum vit. Av orkunýtsluni hjá dønum er bert 39% olja, 23% gass, 23% kol og 15% varandi orka. Til samanburðar nevndi Magni, at av føroysku orkunýtsluni er 94% olja, 5% vatn og umleið 1% vindur. - Hetta [...] brúkar SEV hini 18%. Búskaparfrøðingurin segði seg ikki ivast í, at SEV fer at hækka el-prísin, nú oljan er vorðin so dýr. Fiskaprísir fylgja ikki oljuprísunum Magni vísti eisini á, at sambært hansara kanningum
eini heildarkvotu, sigur Her¬luf Sigvaldsson. Føroyski sam¬ráðing¬ar¬lei¬ð¬arin leggur dent á, at Føroyar eru grundleggjandi ónøgd við gamla býtislykilin. Meira av makreli er í føroyskum sjógvi, og tí [...] lættari, um hini londini kunnu kom¬pen¬sera við tonsatali, tá heildar¬kvotan økist, sigur Her¬luf Sigvaldsson. Hann er annars varin við at gera tær stóru við¬merk¬ingarnar til ICES-til¬mælið, nú tað styttist [...] vísir á, at makrelurin í vaksandi mun er í grønlendskum sjóg¬vi, og tí eigur Grønland sín part av stovninum og harvið kvotu¬ni. Norðhavssildin Meðan makrelstovnurin er sera væl fyri, sambært ICES, so stendur
ku, har serlig tiltøk eru á skránni. Eitt ítøkiligt úrslit av hesum er, at tað er ókeypis at koyra við Bussleiðini í Havn. Hetta er veruliga eitt umhvørvistiltak, sum eigur at merkjast, eitt tiltak, sum [...] tess at útbyggja vatnorkuna. Skeri eg teg her, missi eg teg har... Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at fólksins tilvitan um týdning av at varða um um umhvørvi, er økt munandi – og tað fer at vísa bata. [...] Seinastu tíðina hevur umhvørvi verið ovast á breddanum í nógvum lutum í føroyska samfelagnum. Og tað er sjálvandi sera gott, at vit gera okkum meira tilvitað um tann týdning tað hevur, at vit fara væl um
Í Føroyum er tó sett e fyri a, soleiðis at skipanin her eitur Teletíð. Rinda frammanundan Í stuttum er talan um eina skipan, har tú við at keypa eitt talutíðarkort, SIM-kort, sum so at siga er lykilin til [...] fáast til keyps í sølustøðum kring landið. Um saldoin er tóm, kann telefonin tó kortini nýtast í upp til 6 mánaðir eftir, at peningur er settur inn. Tó er talan tá bert um inngangandi samrøður. Fleiri fyrimunir [...] verður nevnt, at eingin treyt er um, at kundin skal verða fyltur 18 ár. Um hetta er ein fyrimunur, má so vera upp til tann einstaka at meta um. Tvífaldaður prísur Sjálvsagt er ikki bara talan um fyrimunir
Tað er eingin loyna, at hóast tað í dag er ein rættiliga stór samvinna millum Føroyar og Bretland, so hevur marknaósemjan kenst sum ein meinbogi fyri at menna hesa samvinnu. Hetta eru bæði føroyskir og [...] avtaluna verður eitt økt samskifti og samhandil millum grannalondini bæði. -Tá henda avtala er undirskrivað, so er hetta ikki longur mítt málsøki, men eg kundi hugsað mær, at man eisini reint politiskt fær [...] og hetta heldur løgmaður kundi bent á, at teir ætla okkurt meira. Eitt verða fólk frá DTI við. Hetta er tann ráðharrastovan, sum stílar fyri útbjóðingum og oljuútviklinginum sum sum heild. Sosialurin skilur
mánaði, spurdi Sjúrður Skaale danska verjumálaráðharran um ørindini hjá kavbátunum. Og um tað fyrr er komið fyri, at kavbátar síggjast kring Føroyar. Fólkatingsmaðurin hevur nú fingið svar frá verjumá [...] verjumálaráðharranum. Í svarinum sigur verjumálaráðharrin, at tað síðani 2012 – burtursæð frá í ár – bert er komið fyri eina ferð áður, at ein útlendskur kavbátur boðar frá vitjan í Føroyum. Tað var tá ein týskur [...] møguleikar at varnast møguligt kavbátavirksemi kring Føroyar. Svarið frá verjumálaráðharranum kann lesast her: https://www.ft.dk/samling/20211/almdel/fou/spm/250/svar/1893681/2593585.pdf Javnaðarflokkurin á Fólkatingi
Í Sørvágs kommuna kunnu tey staðfesta, at fólkatalið er vaksandi og at mong fegin vilja búseta seg her. Hetta hevur hinvegin eisini sín prís: Kommunan skal í ár nýta 2,5 mió krónur til nýggjar útstykkingar [...] til sethús og vinnuna, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági. Í hesum fíggjarárinum, sum er tað seinasta hjá sitandi bygdaráðið, hevur ein valt at tálma útreiðslunum í mun til undanfarin ár. [...] gongur eisini væl at fáa arbeiðini frá hond. - Arbeiðið at fyrireika fleiri útstykkingar til sethús er komið so langt nú, at vit í næstum fara undir sjálvt arbeiðið, sigur Jákup Suni. Í fyrsta umfari verða