børnini eru jú tvey ár eldri nú, eins og ein nýggjur sjúklingur er komin aftrat, og tí verður skeið fyri teimum, eins og talan verður um eina uppfrísking hjá teimum, sum vóru við á skeiðinum fyri tveimum [...] ílivrini, sum tekur at vaksa. Kemur sjúklingurin ikki undir viðgerð, veksur livurin alt meiri, meðan musklarnir líðandi svinna, tí kroppurin tekur neyðuga sukuri úr proteininum (eggjahvítan) sum liggur í vøddunum [...] góðu kostvanunum, sum føroyingar høvdu fyrr. Tað var ógvuliga proteinríkur kostur, ið gomlu føroyingarnir ótu, og tað er tann optimala viðgerðin av sjúkuni, sigur David Weinstein, sum er ein av leiðandi g
Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi liggur nærum í stað og tilhoyrandi brúgvaløg raka í løtum Føroyar. Í morgin fer lágtrýstið í ein eystan og hósnáttina fer tað framvið beint sunnan fyri Føroyar [...] Hósdagin Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s, sum um náttina snarar í ein vestan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Fyrst regn ella ælaveður, seinni yvirhøvur [...] stig, um náttina millum 2 og 6 stig. Sunnudagin Andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin snarar í ein vestan og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Um náttina
til børnini, sum komu at vitja. Hetta var ein stórur dagur hjá børninum í Gøtu. Barnagarðurin hevur allar teir hentleikar, ein kann ynskja sær, og so liggur hann eisini við skúlan, so ein kann brúka f [...] Jonhard Hammer Vælnøgdur bygda- ráðsformaður Jógvan Gregersen, sum er bygdaráðsformaður, er sera væl nøgdur við barnagarðin. Hetta er ein ætlan, sum vit hava arbeitt leingi við. Tað eru seks ár síðani, vit fóru [...] valdi at gera ein nýtímans stovn við øllum hentleikum til børnini, sigur Jógvan Gregersen. Ein onnur orsøk til at barnagarðurin gjørdist dýrari var, at bygdarráðið valdi at økja um barnatalið. Sum nú er, er
upp aftur. - Tað, sum vit hava avrátt nú, eftir at eg havi havt ein fund við ÍSF-forsetan í síðstu viku, er, at vit skulu leggja eina strategi um, hvussu vit kunnu nærkast teimum, sum hava nakað at siga [...] siga innan fyri felagsskapin. Tað er eisini ein breið semja í Løgtinginum, at vit sulu stuðla har vit kunnu, og tað havi eg so átikið mær, eisini sum verji fyri ítróttin, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður [...] ÍSF vil hava okkum at gera, so vit kunnu fáa staðfest um tað letur seg gera, at fáa umsóknina, sum liggur hjá IOC, uppaftur tikna, sigur løgmaður. Støðan er nevniliga hon, at nøkur ár eftir, at Føroyar
rættiliga liggur fyri at loysa tey mest sjálvsøgdu málini. Tey verða ofta yvirhálað av eldsløkking ella av onkrum, sum bráðfeingis stingur seg upp, og sum als ikki kann bíða. Tjóðpallurin er nokk ein av teimum [...] skilligt, at alt liðið, sum mannar tjóðpallin hugsar, at har fór “Pallurin”. Men eg haldi ikki, at vit skulu hugsa so, tvørturímóti, skulu vit nú bíta á kampi, og gagnnýta tær játtanir, sum eru á fíggjarlógini [...] formulerað, ein kostnaðarætlan gjørd, og at ein verklagslóg verður løgd fyri Løgtingið til samtyktar. Væl veit eg, at vit ikki byggja ikki eitt tjóðleikhús fyri 7 milliónir í ár og næsta ár, men fyrr enn vit
Víkingi, so tí ber til at siga, at næstu dystirnir hjá okkum allir eru sum ein finala, sigur venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham, sum umframt landskappingina eisini hevur steypafinaluna ímóti ÍF at hugsa [...] lítið vera at ivast í, at B36, sum enn ongan landskappingardyst hevur tapt, er favorittur. Ólavsøkudag klokkan 16 hevur HB so heimavøll ímóti NSÍ, og tað er kanska ein dystur, sum á pappírinum sær opnari út [...] so tann næsti. Hesa ferð er tað Víkingur, sum á heimavøllinum í Sarpugerði tekur ímóti EB/Streymi. Liðini hava ávikavist 29 og 26 stig og jagstra B36, ið liggur omanfyri við 31 stigum. – Okkara lið hevur
viðmerkingar til hansara grein, tí okkara partamaður Hans Pauli Strøm legði hann, sum rætt var, upp á lærið og flongdi hann sum ein ótanga. Nationalismu ræðist eg, uttan mun til um hon er føroysk ella serbisk [...] lýða hansara boðum, er nokk at yvirmeta hansara evnir. Annars minnir Finnur ikki sørt um ein komiskan puddilhund, sum í tryggari fjarðstøðu goyr eftir einum sjefara. Finni á baki kom Páll á Reynatúgvu við [...] tann, íð ikki er loyalur.Ein embætismaður loyvdi sær at tala at, tí honum tókti, at framløgan var ov bjartskygd, og í stundini varð hann uthongdur alment av Høgna Hoydal á ein sera ódámligan hátt. Hetta
Sjálvstýrismálið er eitt stórt mál, ið má og skal loysast sum skjótast. Hugskotið hjá Javnaðarflokkinum er tað, sum liggur næst tí, sum ein meiriluti av føroyingum tykist vera samdur um. Tað er tí best [...] hava systkinaavslátt, sunnan ókeypis skúlamat og mjólkaprísurin má lækka.. Íbúðarmálið er framvegis sum ein marra fyri tær ungu familjurnar og einsamallar møður eru púra sleptar uppa á fjall. Heimarøkt og [...] okkara samfelag og av øllum samfelagsbólkum.. Valstríðið hevur víst, at tann flokkur, sum hevur besta boð uppa ein nýggjan politikk á nærum øllum økjum, er Javnaðarflokkurin. Tað er tí í tøkum tíma, at
annað, so sum fjøllini, hoygging, eplini, seyðin, fletting, og nú hava hann og systirsynirnir fingið sær ein tarvskálv, sum dúgliga verður vitjaður saman við abbasoninum Hera, sum er teimum ein sannur dýrgripur [...] og Tummas, føddur í 1981, og eiga tey eisini ein abba og ommuson, sum er 2 ára gamal og eitur Heri. Í 1989 festi Karl Heri garðin eftir faðir sín, hetta er ein 8 marka garður. Í 1985 flutti familian til [...] hon til køksassistent. Tey komu aftur í 1988, tá tey byrja handilin Summardáin, sum dóttirin Karina seinri yvirtók. Jú, ein kann siga, at Karl Heri hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hann hevur verið í
stjórnina hjá Gøran Persson, forsætisráðharra. Tað er Hóvligi Savningarflokkurin, sum hevur lagt uppskotið fram, og sum er bendir alt á, at allir flokkar uttan sosialdemokratarnir fara at taka undir við [...] Hóvligi Savningarflokkurin uppskot fyri ríkisdagin um misálit á stjórnina hjá Gøran Persson. -Ein minilutastjórn, sum ikki hevur meirilutan aftan fyri seg, eigur at fara frá, segði formaðurin í Hóvliga Savn [...] jórn um nakrar dagar. Ein borgarlig stjórn við stuðli frá Umhvørvisflokkinum, men uttan Moderatarna, hevði bert havt 120 tinglimir aftan fyri seg, og tí er tað Gøran Persson, sum situr við teimum bestu