hátíðarhaldið viðgjørt støðið á tíðindunum, sum er út av lagi vánaligt. Hetta er serliga galdandi fyri politiska tíðindaflutninginum, sum er merktur av einsrætting og dugnaloysi. Stórt sæð kann sigast, [...] politisku skipanini. Tað er henda skipan og ikki útvarpið sjálvt, sum stýrir tíðindunum. Politisk tíðindi eru í høvuðsheitum bert endurgeving og ikki viðgerð av nøkrum slag. Hetta merkir, at politisk [...] tankavirksemi Afturat hesum kemur, at tað er hópur av dømum um, at í útvarpinum er stórur tørvur á almenna vitan. Hetta er nóg galið og er kanska úrslitið av, at føroyingar hava fingið ov nógv undantøk í
fólk at taka sær av, og tí er tað ein sera stór byrða, sum liggur á teimum. At gera mammu klára um morgunin, tekur kanska ein tíma fyri eina, sum er von við tað, men tá tær skulu taka sær av fýra vitjanum [...] Ov lítil venjing Tá ein er raktur av apopleksi, er neyðugt við støðugari uppvenjing, men eisini á hesum øki eru stórir manglar. Siborg greiðir frá, at við verandi skipan kunnu sjúklingar umvegis kommunulæknan [...] sigur Siborg. Tá eg setti mær fyri at taka mammu heim, gjørdi eg samstundis av, at hetta ikki skuldi verða ein byrða fyri restina av húskinum, og tað ætli eg mær eisini at halda. Ikki tí, sjálvandi eri eg
segði Lars Olsen, landsliðsvenjarin, at tað var av alstórum týdningi, at føroyska liðið megnaði at varðveita bóltin í samanspælinum. Í hesum partinum av spælinum hevur føroyska liðið á ongan hátt verið [...] Stóri trupulleikin hevur verið, at vandastøðurnar eru komnar av, at føroyska liðið hevur mist í uppspælinum. Hetta er eisini orsøkin til, at tað av álvara hevur haltað í føroyska álopspartinum. Aserbadjan [...] fremsti maður, nú Jóan Símun Edmundsson ikki var tøkur. Síðsta hálva tíman loysti Jákup Thomsen hann av. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Jákup var á A-landsliðnum. Føroyska liðið setir nú kós ímóti
skránna. Talan er í høvuðsheitum um eitt samankók av innsløgunum um Tollmálið, umframt onkur nýggj upplýsing. Men Kringvarpið hevur eisini funnið fram upptøkur av Jørgen Niclasen, har hann ikki er í leiklutinum [...] at fara skeivur av: Tað er ikki bara politikarin Jørgen, sum skal avdúkast. Persónurin Jørgen skal eisini pilkast niður. 27. mai 2014
Dagin eftir ringir Kringvarpið til eina rúgvu av politikarum, og [...] vera grundin til, at Kringvarpið vísir Harkaliðið syngja "einans eg átti rætta babba". Móti endanum av sendingini hoyra vit Jørgen syngja ein fittan sang, sum hann hevur spælt sær við í frítíðini - samstundis
samd við landsstýriskvinnuni um, at sjúkrahúsverkið er ein av grundarsteinunum í okkara vælferðarsamfelagi. Og spyrt tú meg, so er tað ein av teimum mest týðandi. Tí er tað eisini so ómetaliga týdningarmikið [...] gera okkara fyri, at sjúkrahúsverkið fær best møguligu karmar at virka undir. Eg vóni, at ein av avleiðingunum av teimum niðurstøðunum, landsstýriskvinnan er komin til, verður, at vit fara at hugsavna okkum [...] at leiðslubygnaðurin ikki var partur av uppgávuni. Men lesur tú álitið, framgongur tað púra greitt, at manglandi samskipan og samstarv ímillum sjúkrahúsini, er ein av, um ikki høvuðsavbjóðingin. At útihýsa
vakt í Bruxelles. Stórsta politiska nýggjheitin í Føroyum er, at ímyndin av politiskari deyðvekt, Sambandsflokkurin, er farin av um tvøran. Íhaldið í flokkinum hevur meldað pass, tí fiskimálaráðharrin, [...] sitið við ábyrgdini av fiskimálaráðnum, ella hevur stjórnað sambandsmanninum Kalsø, sum sat í fyrru ABC-samgonguni, síðani tað sum skuldi eitast at vera ein sjálvregulerandi skipan, fiskidagaskipanin, [...] upp á slætt aftur. José Manuel Barroso leikaði óður ídag, tí metingarstovnurin Moody, í kjalarslóðini av hellenska kollapsinum, hevði givið portugisiska búskapinum tg-minus, ella junkstatus, junkmæti. Do
feløgini bjóða KÍ av, so er týdningarmikið, at hini feløgini hava nóg mikið av tilfeingi, og at ringir árgangir ikki koma fyri. Góðir venjarar, sum menna leikarnar tekniskt og taktiskt eru eisini av alstórum týdningi [...] ein partur av eindini beinavegin, og vit føldu okkum eitt við felagið. Eg havi ikki merkt annað í HB heldur, nakrar síðuviðmerkingar og skemtilig prik hava verið, men vit hava bara givið aftur av somu skuffu [...] deildarliðið, men í ár hevur 2. deildarliðið fingið størri tilgongd av vaksnum leikarum. Annika heldur tað er í ordan at hava núverandi skipan við 6 liðum í 1. Deild, og 6 liðum í 2. Deild, og at KÍ og B36
lagi ¾ av øllum tinginum tekur undir við hesi loysn, men at ein minniluti í samgonguni blokerar málið. Og málið varð felt. Hetta kann ikki halda fram, nú samfelagsligu avleiðingarnar eru so sjónskar av vantandi [...] mánaðar eftir staðfestum og váttaðum tørvi. Vit hava fordømi við teirri skipan, ið avtalað varð, tá oljuleitingarnar byrjaðu, og bólkar av arbeiðsfólki fingu loyvi, har arbeiðsgevarin tryggjaði mótvegis my [...] Heðin Zachariassen, Tað kennist óveruligt at eygleiða støðugu fløkjuna í útlendingamálum, sum er skapt av vantandi politiskari kós og avgerðum. Tí verður hervið, sum fráboðað í tinginum undir einum munnligum
vit ikki við vápna-stríði, men t.d. tók málstríðið seg av álvara upp um miðjuna av farnu øld og endabresturin mundi vera í Hoydølum fyrra part av 70-unum, tá trý fólk máttu ofra studentsprógvið í hesum [...] fiskivinnusøgu okkara fyri at finna størri nøgd av óviðgjørdum fiski til útflutnings. Tað hevur verið ein málsetningur at fáa til høldar virksemi, sum stendst av sildini, sum er við at koma fyri seg aftur [...] gjalda prísin. Og millum hesi verður fjøldin. Er fjøldin umboðað av »hentum idiotum«, so fáa vit ongan framburð og er fjøldin umboðað av skilafólki, so er framburður í eygsjón. Eg vil tí ynskja Anfinni
raksturin av fólkaskúlanum. Fyri tað næsta er vavið av javningini altíð sera lítið í mun til samlaðu kommunalu fíggingina – eini 3 %. Henda sera avmarkaða upphædd er tí ikki tað, sum fer at gera av, um ein [...] uppskot um at skipa skúlan í eina meginfyrisiting og eitt tal av økisfyrisitingum kring landið. Hetta er eitt kent embætismannauppskot frá einum av Visjón 2015-strategiskjølunum, og sum KSF als ikki tekur undir [...] nøkur miðfyrisiting skipa tær hóskandi tænasturnar. Kommunurnar í Føroyum eiga at fáa størri ábyrgd av fólkaskúlanum – serstakliga viðvíkjandi ítøkiliga innihaldinum og virkseminum í skúlanum. Tað er tí