kom til okkara, var hann øgiliga illa fyri. Hann var depressivur og hevði bestan hug at beina fyri sær, so tað er øgiliga gott at síggja, hvussu væl hann er komin fyri seg. Hann er farin á eftirskúla og klárar [...] fryntligur ungur maður og tað var greitt, at hann hugnaði sær á vitjani: - Eg og Ingvald eru vinir fyri lívið, greiddi Christian frá. - Tað var ein deilig broyting at byrja á Fjordskolen, men samstundis var [...] lívið. Drongurin, ið var somikið niðurundurkomin, at hann nærum ikki orkaði at liva, tá hann byrjaði á skúlanum, er nú ein glaður ungur maður við áræði til at byggja sær eitt lív. - Á eftirskúlanum er eingin
soleiðis, at eg royni at provokera við vilja, sigur Jan Lamhauge, sum er ættaður úr Runavík. Jan Lamhauge heldur, at tá hann ger tað slagið av innsløgum, hann sum oftast ger, so slepst ikki undan, at onkur [...] rættiliga ofta at sæð á skíggjanum. Og tað er ikki av tilvild. - Týdningamiklir persónar tíma ofta ikki at práta við meg, og tá kann vera trupult at gera eitt innslag, sigur Jan Lamhague og vísir á, at hetta er [...] helst vil sleppa undan at gera - Summi innsløg hopi eg ongantíð, eg verði noyddur at gera. At fara í hundrað ára føðingardag, verða við tá ein nýggjur barnagarður letur upp, ella at vera royalur reportari
Lognberg hevur sagt, at Javnaðarflokkurin er við at gerast ein akademikaraflokkur. Er vandi fyri tí, spurdi útvarpsmaðurin. - Nei, tað haldi eg ikki, segði Aksel, sum helt fyri, at pláss er fyri øllum fólkum í [...] ynski frá limafeløgnum, at flokkurin fór at taka álvarslig stig, tí nú hevur hetta staðið upp á so leingi. Líkt hevur heldur ikki verið til, at hetta fór at broytast. Hann vísti á, at tað vóru sjey limafeløg [...] úr flokkinum. Aksel segði, at hann fer ongantíð sum formaður í Javnaðarflokkinum at renna undan tí ábyrgd, sum tað hevur við sær at vera formaður. - Men, tað er nú soleiðis, at tað hevur verið eitt sterkt
Summarfestivalinum fyrr í kvøld. - Eg haldi sjálvur, at tað gekk ordiliga væl. Men eg hevði ikki væntað so nógv fólk, so tað eri eg bara ordiliga glaður fyri, sigur Jákup Eli, sum einsamallur á pallinum sang [...] Tekstirnir eru skrivaðir eitt sindur út frá mínum dagligdegi, so í roynd og veru er tað ikki meiningin, at teir skulu vera stuttligir, sigur Jákup Eli, sum gav sína fyrstu fløgu út í fjør og sína seinnu fyrr [...] havi eg nokk sungið umleið 1.000.000 ferðir, sigur Jákup Eli flennandi. Annað kann ikki sigast enn, at Jákup Eli er ein virkin sangskrivari, tí hann arbeiðir longu upp á sína triðju fløgu, sum væntandi
- Eg royni enn at sodna tað. Eg fekk tað at vita fríggjakvøldið, men tað er ikki reiðiliga gingið upp fyri mær enn, sigur Hansina Iversen. Fyri listakvinnuna merkja gleðiligu boðini, at hon næstu árini [...] fær frið at menna sína egnu list. - Hetta gevur mær arbeiðsró í rúma tíð og gevur mær møguleikan at fara í dýpdina við mínum arbeiði, uttan at skulu renna eftir verkætlanum, tí eg stúri fyri hvat eg skal [...] mær meira ró og kann eg miðsavna meg um at eksperimentera og finna fram til nakað enn meira í málningunum, sigur listakvinnan. Hansina Iversen hevur annars úr at gera í hesum døgum. Í løtuni leggur hon
nær landi, umgongst ikki, at ótti er til steðar. Ein annar lesari heldur fyri, at myndugleikarnir og skipari helst vita, hvat teir gera, tá teir hava lagt gasstangaskipið fyri teym í Nólsoyarfirði. - Nei [...] haldi ikki, at skipið órógvar mín náttarsvøvn. Hetta er kanska ikki tann vakrasta sjónin, og eg skilji væl, um summi eru eitt sindur irriteraði. Lesarin heldur tó, at fólk eiga at minnast til, at eitt og hvørt [...] skuldi ligið langt uttan fyri mark... Soleiðis taka nólsoyingar til á facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - nú risastórt gasstangaskip í longri tíð hevur ligið sum eitt fjall út fyri bygdini í Nólsoy. Ein lesari
hondbóltinum: Fyrst at vinna FM-heitið saman við hinum í Stjørnuni. Og síðani at fara við lansliðnum til Estlands at luttaka í Women’s Challenge Trophy í apríl mánaði! Eingin ivi man vera um, at á hondbóltsvøllinum [...] havt trolið úti í einar sjey tímar nú, og eg vænti at vit fara at hála hvørja løtu, sigur Durita Christophersen. Skipanin umborð er hon, at tey ganga fyri sovítt ikki í føstum vaktum. Tær eru so, sum fis [...] um tey skjótt fóru at hála, tá boðini komu um at nú skuldi hálast fyrstu ferð á hesum túrinum. - Tær sær út til at vera hampiligt í posanum, leggur hon aftrat. Jú, tað er spennandi at vera stýrikvinna umborð
sendarar út Paul Watson hevur áður sagt í samrøðu við Sosialin, at hann umhugsar at koma til Føroya, og nú váttar hann sjálvur, at hann fer aftur at seta kós ímóti Føroyum. - Vit gjørdu royndir í Føroyum í summar [...] Føroya, og Paul Watson strúrir ikki fyri, at føroyskir og danskir myndugleikar fáa góða tíð til at fyrireika seg til stríðið komandi summar. - Tað er líkamikið fyri okkum. Vit verða væntandi mest á sjónum [...] Sosialin í dag. - Okkara fremsta mál verður at ræða grindahvalirnar burtur við ljóðum frá serligum sendarum, sum vit fara at leggja kring Føroyar. Vit ætla at gera ein múr av ljóði kring Føroyar, so grindin
kunnaður um gongdina hjá landsliðnum, men væntar, at nú fer at ganga rætta vegin. - Landsliðið hevur verið illa plágað av skaðum, men nú vænti eg, at liðið fær stabiliserað seg, sigur Henrik Larsen. [...] síðan Henrik Larsen stóð á odda fyri føroyska landsliðnum, og hóast telefonin hjá honum ringir ein sunnudag seinnapart, er hann blíður og týður, tá ið hann frættir, at tað er Sosialurin, sum er í horninum [...] horninum. - Eg havi altíð tíð at tosa, tá ið tað er við ein føroying, sigur Henrik Larsen. Arbeiðsleysur Eftir starvið sum føroyskur landsliðsvenjari, gjørdist Henrik venjari í danska felagnum Holbæk. Her
hevur hug at venda aftur sum landsliðsvenjari. - Tað er ein farin tíð, men ein skal ongantíð siga ongantíð, ljóðar tað frá fyrrverandi danska landsliðsspælaranum. Tey árini, ið Henrik stóð á odda fyri føroyska