vorðin so nóg dýrari í mun til játtanina. Teir siga, at sjúkrahús, sum verða bygd í dag, als ikki kunnu sammetast tøkniliga við tey, sum vóru bygd fyri 10 árum síðani. – Viðvirkandi til meirkostnaðin er [...] Hetta er komið fram í sambandi við drúgva kanningararbeiðið av verkætlanini, sum Landsverk setti í verk um ársskiftið, og sum nú er liðugt. – Heildarætlanin fyri útbygging og dagføring av Landssjúkrahúsinum [...] undir leypandi broytingum, eins og krøvini til tøkni alsamt økjast. Alt hetta er við til at dýrka verkætlanina, skrivar Landsverk. Somuleiðis gera onnur viðurskifti seg galdandi, sum eitt nú ov lág kostnaðarmeting
býin. - Eg plagdi at fáa mær ein kaffimunn onkrastaðni og gekk annars bara og prátaði við fólk, sigur Jóhan. Hann hevur tí altíð verið sjónligur í Havn og tíðindafróur sum nakar. Frætti um arbeiði Hóast [...] ongantíð vónina um at fáa arbeiði aftur, og ein dag hendi nakað. - Eg var á aðalfundinum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, og har kom eg at sita undir liðini á einum manni, sum arbeiddi í reinhaldinum í Havn. Hann [...] arbeiðir til klokkan 15. Onkuntíð arbeiðir hann eisini leygardag og sunnudag. Arbeiðsamboðini eru ein hjólbøra, ein klípari, kustur og spaki. Hann fer víða í býnum. Hann er í Gundadali, í Steinatúni, á Vaglinum
málinum, og tað verða tey sjálvi, sum gera av, hvørt stillað verður upp aðrastaðni enn í Havn, sigur Poul Michelsen. Flokkurin varð stovnaður í apríl í fjør, og fekk sum kunnugt eina sera góða byrjan við [...] av atkvøðunum í Havn, og tá ein býráðssessur krevur 7,7% er ikki trupult at rokna út, at Framsóikn við somu undirtøku fær sæti í einum komandi býráð. - Enn er ikki nøkur sum helst avgerð tikin um annað [...] skulu finnast millum valevnini, sum vóru á listanum til løgtingsvalið. Eingin Poul Formaðurin í Framsókn sigur, at nú eitt ár er liðið síðani Framsókn varð stovnað, verður ein landsfundur hildin í mai. - Vit
oljufelagið Amerada Hess hevur júst leigað boriskipið Stena Carron til at bora enn ein metingarbrunn á Cambokelduni, sum liggur tætt upp at føroyska markinum. Hesin brunnurin verður boraður í mai. Um somu tíð [...] vísir tað seg nú kortini, at Føroyar fara at hava ein bás á stóru altjóða oljumessuni í Aberdeen í heyst. Eftir at Uttanríkisráðið í fjør bílegði ein bás á oljumessuni hava fleiri føroyskar fyritøkur víst [...] við góðum netverki og kontaktum. Sum skilst er enn møguleiki at tekna luttøku á oljumessuni. Lív Lamhauge frá Uttanríkisráðnum sigur við Portalin, at eru fyritøkur, sum ynskja at vera við, kunnu tær venda
oljufelagið Amerada Hess hevur júst leigað boriskipið Stena Carron til at bora enn ein metingarbrunn á Cambokelduni, sum liggur tætt upp at føroyska markinum. Hesin brunnurin verður boraður í mai. Um somu tíð [...] vísir tað seg nú kortini, at Føroyar fara at hava ein bás á stóru altjóða oljumessuni í Aberdeen í heyst. Eftir at Uttanríkisráðið í fjør bílegði ein bás á oljumessuni hava fleiri føroyskar fyritøkur víst [...] við góðum netverki og kontaktum. Sum skilst er enn møguleiki at tekna luttøku á oljumessuni. Lív Lamhauge frá Uttanríkisráðnum sigur við Portalin, at eru fyritøkur, sum ynskja at vera við, kunnu tær venda
metti, at ein nýggjur stjóri, sum er kjølfestur í Suðuroy, hevur betri møguleika at trívast í starvinum enn ein, sum ikki hevur tilknýti til oynna. Vinnumálaráðið fer nú at manna ein setanarbólk, sum síðani [...] vóru tað summi sum spáddu, at tað fór at forkoma stovninum. Men at Strandferðslan varð flutt, hevur í øllum førum ikki forkomið áhuganum fyri at verða stjóri á Stovninum. Dánjal Andreasen, sum nú er stjóri [...] inntøkur frá ferðafólki og farmi. - Tænastur stovnsins eru týðandi táttur í at binda landið saman og tað liggur á Strandferðsluni at samskipa ymisku leiðirnar á besta hátt eftir tørvinum á staðnum og annars hjá
Suni Hansen, sum er spælandi venjari hjá ÍF í ár, var uttanlands ein góðan part av árinum í fjør, men hann er so ruddiliga komin í hæddina í ár. Men tað eru nú ikki bara hesir báðir, sum halda liðnum uppi [...] mikið sum, at SÍ ongantíð var rættuliga inni í dystinum. SÍ fer at hava tað torført í ár, tí fólkið hjá teimum hevur ikki áður roynt at spæla undir tílíkum trýsti. Sterkasti leikarin á liðnum, sum í fjør [...] landinum og tá eitt lið missir ein landsliðsleikara, so sæst tað sjálvandi aftur. Styrkin í álopinum er so at siga burtur og blokadan er munandi verri av somu orsøk. Ein annar trupulleiki er, at hevararnir
álíkning, sum merkir, at áleið 60 mió. kr. skulu gjaldast árliga í rentum og avdrøgum. Hetta svarar til at kommunan kundi bygt ein nýggjan dagstovn til 80 børn um árið, eitt kjarnuøkið, sum tíverri ikki [...] støðuna við manglandi útboði. Ábyrgdin liggur fult og heilt hjá politiska myndugleikanum, sum leypur upp um garðin, har hann er lægstur. Heldur enn at forsvara gongdina, eins og borgarstjórin ger í miðlunum nú [...] enn at taka trupulleikan í álvara. At borgarstjórin er farin í ein orðadrátt við landsstýrismannin um hetta tænir bara einum endamáli, sum er at flyta fokus frá sjálvum trupulleikanum. Kostnaðin av óskynsama
Tað er Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn, sum hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Dennisi Holm, ein skrivligan grein 52a fyrispurning um málið. Spurningarnir hjá henni eru soljóðandi: [...] – Trygdin er tað mest umráðandi, men hesin parturin hevur ómetaligan tørv á at verða snøggaður, sum ein landsvegur ígjøgnum bygt øki eigur at verða. – Harumframt er neyðugt at arbeiða við trygdini, tá [...] elsti skúli, sum stendur uppi har, er bygdur í 1890, og tað eyðkennir ferðslumynstrið í bygdini, har næmingar ferðast til og frá dagliga. Og so er eisini vert at nevna, at Gøtu kirkja liggur oman fyri landsvegin
ungir spælarar, sum ikki hava roynt nakað serligt av hesum áður, so tað verður ikki minst ein spennandi avbjóðing hjá teimum, sigur Bárður Johannesen. HB-málmaðurin heldur eisini, at tað er ein fyrimunur, at [...] men í Letlandi er tað mest sum greitt, at FC Dinaburg skal spæla við, og teir verða mótstøðulið hjá HB. FC Dinaburg er úr býnum Daugavpils har eysturi í landinum, og býurin liggur nær við markið til Hvítarusland [...] at lutakast var á góðari leið. Hetta er neyvan tað sterkasta liðið, sum vit hava møtt í europeiskari kapping, so kanska hava vit ein møguleika ímóti teimum. Vit skulu royna at koma víðari frá hesum umfarinum