07 Vestur hevur fingið royndan málmann úr Danmark at verja málið hetta kappingarárið. Talan er um 27 ára gamla Sebastian John, sum seinast hevur spælt við HB Køge í Danmark, skrivar 07 Vestur. Sebastian [...] dystum í Superliga. Sebastian fór úr Viborg í 2018, har hann síðani hevur fingið royndir sum málmaður í næstbestu donsku deildini. Hann hevur spælt við Fremad Amager, Kolding IF, FC Fredericia og HB Køge. Umframt [...] Umframt hetta var Sebastian úttikin donsku U17, U18, U19, U20 og U21 landsliðini, har hann hevur spælt níggju dystir. - Sebastian er við sínum drúgvu royndum eitt sera gott íkast til unga 07 Vestur liðið
áður hevur samstarva við m.a. Daniu O. Tausen og Jónas Gaard hevur staðið fyri framleiðslu og ljóðblandi, meðan legendariski Óli Poulsen, sum hevur samstarva við øllum frá Roxette til Prince, hevur frumbanda [...] staklag sítt, ’We Both Know’, í januar 2022; eitt lag, sum hevur verið nógv í umferð á rásunum, og vann honum eitt pláss á Voxbotn tað árið. Síðan hevur hann útgivið trý onnur stakløg, øll á enskum, og er hetta
komið fram, at herurin hevur rikið meiri enn 4.000 fólk frá húsi og heimi seinastu vikurnar. Hjálparfelagsskapurin Burma Free Rangers kunngjørdi herfyri, at hernaðarstýrið hevur rikið 18.000 fólk frá húsi [...] verða pínd og skotin. Tað ljóðar eisini, at herurin hevur lagt landminur nógvastaðni fyri at gera fólk ótrygg, so tey kenna seg noydd at flýggja. ST hevur biðið altjóða samfelagið hjálpa teimum neyðstøddu [...] hernaðarstýrið lata andstøðuleiðaran Aung San Suu Kyi leysa. Hon hevur sitið í húsavarðhalædi tey seinastu nógvu árini, og hernaðarstýrið hevur júst longt húsavarðhaldið, so hon skal sita avbyrgd eitt ár afturat
staðni hevur talan bara verið um ein heimasigur seinastu tíggju árini. Í Vági bendir nógv á eina tætta og málfátæka uppgerð, meðan KÍ oftani hevur havt trupulleikar av EB/Streymi, sum oftani hevur argað [...] einki at ivast í, at HB er størsti favoritturin. Fimm ferðir hevur TB vitjað HB í landskappingini seinastu tíggju árini, og hvørja ferð hevur talan verið um heimasigur. Og fleiri ferðir um rættiliga stórar [...] sjáldan avgjørt nakran dyst. Stuttlig kunnu tey tó vera at hyggja at, og á talvuni sæst, hvussu tað hevur tørnað út, tá mótstøðuliðini sunnudagin hava hitst í bestu deildini seinastu tíggju árini.
sínum egna bólki. Hann hevur havt onkra einstaka gestaupptraðkan sum kórsangari, men nú verður tað við allari orku og egnu sangum, at hann leggur í vaðið aftur. Terji Rasmussen hevur fingið nakrar av teimum [...] tónleikarunum, sum hann hevur spælt sera nógv saman við gjøgnum árini, at spæla saman við sær hesaferð. Tríggir av tónleikarunum vóru við í tiltikna bólkinum Føstufressar. Terji Rasmussen hevur seinnu árini spælt [...] javnan til konsertir og dansir kring landið, og tað hevur hann gjørt við sínum egna bólki. Terji kann framføra eina langa røð av kendum sangum, sum hann hevur skrivað gjøgnum árini, men leygarkvøldið verða
systkin". William Smith hevur alla tíðina málað og teknað við føroyskum motivum í huga. Tann 17 ára gamla Helena Smith hevur sína fyrstu framsýning yvirhøvur í Smiðjuni. Hon hevur gjørt seks málningar við [...] Tey bæði, faðir og dóttir, búgva í Aalborg. William hevur búð í Danmark síðan 1967. Hann hevur havt fleiri framsýningar í Danmark og eina í Oman har suðuri á Arabianesinum, har hann og kona hansara Ann-Maj [...] við olju og akryli. William hevur átjan oljumálningar á framsýningini. Ferniseringin er hósdagin klokkan 15, og framsýningin er opin til og við mikudegnum 13. oktober frá klokkan 15 til 20 allar dagarnar
fíggjarliga hjálp til at endurbyggja Irak, hevur felagsskapurin Christian Aid reist spurningin, hvat er vorðið av pengunum, sum Irak hevur fingið fyri oljuna, sum landið hevur útflutt, síðani stýrið hjá Saddam [...] Saddam Hussein fall. Christian Aid hevur við upplýsingum úr Irak og ST roknað út, at Irak hevur útflutt olju fyri millum 25 og 32 milliardir krónur, síðani amerikanarar og bretar hersettu landið. Felagsskapurin [...] reglum eigur amerikanska umsitingin í Irak at greiða frá, hvat pengarnir eru nýttir til, men tað hevur hon ikki gjørt. Felagsskapurin heldur, at gevaralondini eiga at krevja eina frágreiðing frá amerikanarum
fullveldi hevur verið rætti politikkurin, men hann heldur tað hevur vigað ov nógv í tí politiska kjakinum. ?Tað, sum hevur verið viðgjørt og avrikað annars, hevur kanska verið í so lítið frammi. Tað hevur virkað [...] virkað sum man ongantíð hevur gjørt annað enn at tikist við sjálvstýristilgongdina. Uppá fyrispurning hvat hann heldur um tað ringa stevið í samgonguni í løtuni og hvat hann heldur um tær ósemjur, sum hava
eisini. Hvørja viðmerking hevur hann til, at floksfelagin í Fuglafirði leggur inn um somu tíð?? -Nú hevur Signar verið í eini serligari støðu øll hesi seinastu árini, har tað hevur verið rættiliga nógv rok [...] rok um hansara persón, og tað haldi eg hevur tyngt hann nokk so nógv. Og tað skilji eg væl. Hann hevur betur uppiborið og kundi verið betur viðfarin av sínum egnu sigur Finnbogi, sum tó ikki metir Signar [...] verður ringt at finna í hvussu er ein persón í Fuglafirði, ið kann savna so nógvar atkvøður sum Signar hevur kunnað í so mong ár. Finnbogi leggur aftrat, at avgerðina ikki at stilla upp hava teir ikki tikið
komnir ístaðin. Nýggjasti styrkurin hjá FCK er Tomas Antonelius. Hann hevur spælt við Coventry seinastu tvey árini, men hann hevur ikki megnað at vinna sær fast pláss á liðnum. Tí skiftir hann nú til FCK [...] Antonelius, ið er 29 ára gamal, hevur spælt fimm landsdystir fyri Svøríki, og hann vónar sjálvsagt at endurvinna plássið á landsliðnum undan HM-kappingini í summar. Hann hevur áður spælt við AIK Stockholm [...] steypakappingina. Sviin, sum fyrr hevði eftirnavnið Gustafsson, hevur gjørt ein trý ára sáttmála, men tað verður ikki upplýst, hvussu nógv FCK hevur latið fyri leikaran. Hann skal vera avloysari fyri Thomas