hestin, tá teir vóru í andstøðu, men tað er munur á at vera í andstøðu og samgongu. Tað er ein løgin støða, at vit hava eina avtalu við Russland, sum okkara løgmaður er ímóti. Tað hevði helst ikki gingið í [...] boykottaði Føroyar. Men hetta er eisini ein spurningur, sum er verdur at greina nærri, sigur Heini í Skorini. Fiskiskip við hernaðarligum uppgávum Endamálið við greiningarverkætlanini er ikki bert at skráseta [...] Ukraina, og samhandilin við russar er minkaður niður í helvt. Vit liva í einum nýggjum geopolitiskum veruleika við øktum stríði millum stórveldini. Fyri smátjóðir er tað vorðið truplari at vera neutral
fyri eldri er eitt hjartamál fyri KatrinaHolm, er hetta eitt evni, sum eisini hevur mín stóra áhuga. Tórshavnar kommuna leggur í løtuni seinastu hond á ein eldrapolitikk, og í hesum arbeiðinum er Eldraráðið [...] øðrvísi, kann sjálvsagt diskuterast. Tað vísir seg, at áhugin at stilla upp til Eldraráðið er lítil. Hetta er triðja valið á rað við lítlum áhuga, tí støðan var tann sama til valið í 2020 og til valið [...] at viðtøkurnar fyri Eldraráðið skulu endurskoðast. Neyðugt er við greiðari ásetingum um, júst hvørjar uppgávur Eldraráðiðskal hava, og um, hvat Eldraráðið og politiska skipanin kunnu vænta av hvørjum øðrum
Spurningurin er so, um hetta er politikkurin hjá samgonguni og hjá landsstýrinum, sum veljarunum ikki dámar. Og um hetta er eitt symptom fyri politiska arbeiðslagið hjá samgonguni, so er tað forkláringin [...] nevndini, og sum ikki gera arbeiðið so, sum nevndin vil. Er hetta ætlanin hjá landsstýrinum við miðlastuðlinum? Er hetta ein akademiskur frymil ella er hetta stuðul til miðlarnar at rinda lønir til starvsfólk [...] hvørki rinda mvg, skatt ella skapa arbeiðspláss í Føroyum? Tað er ilt at síggja, hvat politikarar vilja við hesi skipanini. Men greitt er, at Sirið Stenberg vil sleppa bløðunum upp á fjall og lata siðbundnu
vinnuliga granskingin er alt ov lítil. Eisini er talið av kt-fólkum í Føroyum, bæði innan privata og almenna geiran, so lágt, at vit eru næst aftast í Evropa. Einans í Grikkalandi er verri statt. Vit duga [...] til tær knappligu broytingarnar og umskiftini – um tað er korona, kríggj, heimsmarknaðir, renta, verkfall ella politiskar skitandi avgerðir. Hetta er ein øgilig styrki, ið liggur djúpt í søguni um, hvussu [...] Stuttflutt. Hesin vinnudagurin verður settur í eini tíð, har heimurin allur heldur ondina. Vit vita ikki hvat russarar finna upp á. Vit vita ikki, hvussu amerikanarar fara at velja. Vit vita ikki, um støðan í
til. Hvat er vunnið, um grannaløgini syndrast og mistrivnaður fer at trívast? Uttanífrá sýnist tað sum, at tað verður handlað sum um, at ongin dagur er í morgin - alt má henda her og nú. Kosta hvat tað [...] ella umorða) Sjálvandi er í ávísum førum neyðugt við broytingum, um vit skulu menna kommununa og tillaga til nútímans ynskir og tørv. Men okkurt er galið, tá ið so nógv mótstøða er um fleiri serstakar b [...] okkum og ásanna hvussu stuttskygd vit vóru. Tað er ein dáragerð og púra óneyðugt at oyðileggja Kongagøtu og grannaløgini rundanum. Vit hava øll hoyrt um hvat mundi hent úti á Reyni, høvdu vit ikki ein framskygdan
eg skilji tað, so heldur hann, at hetta er ein mannagongd, sum er byrjað síðani hetta landsstýrið tók við, men tað er ein misskiljing. Lógin um Búskapargrunnin er ikki broytt síðani 2018. Tað vil siga, [...] at tað er eingin orsøk til at “tosa Føroyar og føroyingar niður” (sum hann nokk heldur, at Sambandsflokkurin vil), tí tað snýr seg um, hvat vit sjálvi megna. – Har eri eg púra samdur. Sjálvandi er tað fyrst [...] kredittvirði verri er, “um sambandið við Danmark viknar”. Men hetta er ikki nakað sum Sambandsflokkurin hevur funnið uppá. Hetta sigur Moody’s. Eisini sigur Moody’s, at sambandið við Danmark er ein fyrimunur
líknandi kanning varð gjørd, er talgildi ágangurin týðiliga vaksin –tá var hann 42%. So vítt undirritaði veit, hava vit í Føroyum ikki slíkar kanningar, men hugsandi er, at støðan ikki er ólík teirrií Danmark [...] ur, so er alneyðugt, at tey vaksnu –her ímillum eisini politiska skipanin –er árvakin og gera sítt til at verja og fjálga um uppvaksandi ættarlið í tøkniliga meldrinum. Ábyrgdin og uppgávan er ómetaliga [...] opmærksomhed og tjene penge på dem".» Sigast má, at talan er um rættiliga umfatandi tilmæli í fronsku frágreiðingini, og spurningurin er, hvat ið man vera rættast at gera. Higartil hava vit í Føroyum lagt
sjónvarpsvertur, á pallin. Fyri løtu síðan varð avdúkað, hvat Vinnuátakið 2024 er, og her var dómsnevndin samd um, at átakið, sum fær henda heiður í ár, er fyritøkan, Sp/f Spírar & Sporar. Á sínum vanga siga [...] tey kunnu dyrka eitt ótal av ymiskum grønmeti, kryddurtum, blomstrum, berum og rótum, og framleiðslan er í støðugari menning. Vinnudagurin í Norðurlandahúsinum heldur fram eftir kaffisteðg, sum hevur verið [...] aftur fleiri fyrilestrar, sum lesast kann um á www.industry.fo, og klokkan 17 í dag verður avdúkað, hvat Ársins Virki 2024 verður. Vinnudagurin 2024 í Norðurlandahúsinum endar klokkan 17.20 seinnapartin
ferð og harafturat er arbeiðsloysi framvegis sera lágt og tí er arbeiði til allar hendur. Størsti parturin av húsarhaldunum (áleið 57%) spara nakað upp. Sambært brúkarakanningini er talið av teimum, ið [...] sum sæst á myndini er treystið hjá føroysku húsarhaldunum hækkað eitt vet. Vísitalið vísir millum annað, hvussu brúkarin metir búskaparstøðuna vera. At bjargskygnið hjá húsarhaldunum er hægri í juni kanningini [...] óvissum, verkfall, undirskot á fíggjarlógini, og at føroyski fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur. Hetta kann ávirka, hvat fólk halda um búskaparstøðuna í Føroyum, hóast búskaparvøksturin seinastu árini hevur
íløgukarmurin er í hægra lagi. Harafturat er H-bygningurin eisini ein partur av íløgunum í ár, og tann verkætlanin var longu farin í gongd, áðrenn undanfarna samgonga tók við. Men eitt er at peika, og ja [...] ja, tað er lætt. Men hvat ger man so við tað? Løgmaður sigur, at man onga stóra íløgu hevur sett í verk, síðani hendan samgongan tók við. Er tað nú satt? Fyrr í vár samtykti man eina nýggja KT-skipan til [...] harav nærum onki var boðið út. Man er farin undir at umvæla skúlabygningar á Frælsinum, ið verða mettir at kosta hundraðtals milliónir, tá samanum kemur – og haraftrat er gongd sett á Kampus verkætlanina