og menna eitt tilboð, ið kann tryggja, at allir føroyskir sjúklingar við illgruna um krabba fáa somu treytir og sømdir um skjóta útgreining og viðgerð sum í grannalondunum – og eingin politisk raðfesting [...] flokkunum í Føroyum. Eg eri sannførdur um, at vanligi føroyingurin ynskir, at heilsuverkið skal megna at veita teimum bestu og skjótastu útgreining og viðgerð, um sjúka rakar. Sum lækni og føroyingur kann [...] krøv um og veitir neyðugu fíggingina til, at heilsuverkið veitir eina framkomna og munadygga tænastu til føroyska sjúklingin. Politiska skipanin og politisku flokkarnir má geva sær størri far um heilsupolitik
Teir megna ikki at brenna alt ruski sum kemur inn. Í Sosialinum frá 23/1 stóð aftur ein grein um umhvørvi og um hvussu nógv verður gjørt í teimum ymsu kommununum fyri, at tað skal verða so reint og ruddiligt [...] verið sera gott, um tit høvdu vilja tikið ruskspurningin runt Skálafjørðin upp í blaðið tykkara og viðgjørt hann. Bygdarfólki hevur heitt bæði á okkara egnu kommunu og á Kongshavnar Havn um at fáa greiði [...] ein túr inn á sandin í Skálafirði, so høvdu tit sæð alla óhumskuna sum liggur á sandinum og langt norður í bøin. Tað er so vælsignað lætt, at sita út i á Argjum í eini fjálgari skrivstovu við eini teldu
fortørnaður um umstøðurnar í russiska partinum av Barentshavinum. - Hetta er “trakkið” hjá okkum seinasta mánaðin. Vit hava verið fýra ferðir um russiska checkpunktið - eftirlitsstøðina - og so norður aftur
at fara fram um morgunin. Hesa tíðina er tað myrkt í Norður-og Miðamerika. Tá klokkan er vorðin í mesta lagi 18.20 sunnukvøldið verður stjørnuskotsaktiviteturin í hæddini. Tá kanst tú, um tað verður klárt [...] ógvusligt tað er, broytist ár til ár. Í 1966 vóru umleið 150.000 stjørnuskot um tíman. Í 1999 vóru umleið 5000 meteorar um tíman, meðan í ár 2000 vóru bert nøkur hundrað hvønn tíma. Væntanirnar til ár [...] klárt í veðrinum væl at merkja, síggja upp til 5-8000 stjørnuskot um tíman. Hetta stóra talið byrjar tó at falla eftir klokkan 20.00. Fyri fólk í Havnini merkir hetta, at tey skulu hyggja í ein landnyrring
oynni. Um kvøldið verður fyrilestur í Skúladeplinum í Hovi um júst hennara sjúku. Tað er nevniliga felagið Sinnisbati sum skipar fyri hesum fyrilestrinum, sum ein part av arbeiði teirra at upplýsa um depressjón [...] depressiv, tá hon hugsaði um lagnuna hjá dóttur síni. - Tað var mangan so, at eg græt um støðuna.Tað var ein stór og tung avgerð at taka, tá vit fluttu til Havnar við henni. Vit hugsaðu um, at Bára ikki fekk [...] mánaðir. Hvør viðgerðin verður, velst um hvussu álvarsom depressjónin er. Í summun førum er samtaluterapi gott – eisini um heilivágurin ikki hevur hjálpt. Tá talan er um ringa depressjón verður altíð heilivágur
kvinnan slapp snikkaleys frá hendingini, tó at hon var rættiliga skelkað Tað var um eitt-tíðina, at ein bilur á veg norður eftir fekk lítlan skaða, tá eitt leigi í hjólinum fór. 18- ára gamla kvinnan, sum
staðni, har vit eru, og at hann veit alt um okkum ? hvørja hugsan, hvørt orð og hvørja gerð veit hann. Hann er Guð og sum Guð sleppa vit ikki frá honum, tí hann er um okkum alla staðni og altíð. Sálmaskaldið [...] syndafrítt verður tað ongantíð ? so frøir hetta ein, at Guð er okkum altíð nær. Til fjals og til fjøru, á landi og sjógvi er hann um okkum og hansara vakandi eyga eygleiðir okkum. Lat meg nevna trý ting, sum hetta [...] seg fyri honum, men hevur lært, at tað ber ikki til, tí hvar enn eg kann finna uppá at fara er hann ? um eg stígi til himna upp ella setist eg við ytsta hav ella reiði eg í helheimi legu mína, sí, tú ert
viltist. At enda sá hann sær ongan annan útveg, um hann skuldi bjarga lívinum, enn at grava seg niður í kavan á fjallasíðuni, har hann var um náttina. Tá ið hann um morgunin gró sær slóð upp úr kavanum, út í [...] rundan um hann. Ovfarin av Guds stórleika og góðsku, og við kensluni egnum lítilleika í øllum hesum veldiga, byrjaði hann at syngja gamla sálmin: Nú rennur sólin fríð úr eysturlondum, umgyllir fjall og líð [...] Sakarias skuldi lýsa Jesu komu í ein heim, sum lá í myrkri, kulda og vónloysi, nýtti hann somu vøkru mynd um Jesus: Sum sólarris av høgum himli. Soleiðis kendist Jesu koma í heimin fyri teimum, sum livdu í samtíðini
hvat er tá rættvísur mentur. Myndin er fuglinum, ið flýgur til fjals er væl kend. Tá hin flúgvandi fuglurin varnast vandan, flýgur hann til fjals og fjalir seg á óatkomuligum støðum. Væl vardur í djúpum holum [...] positiva ávirkan. Bæði tímiliga og andaliga er hetta galdandi sum meginregla. Sálmurin gevur onga ábending um, hvat er áfattt. Støðan er hættislig, og skaldið er í svárari neyð. Skaldsliga verður neyðin lýst soleiðis: [...] sundur støkka, hvat er tá rættvísur mentur?« Vinir Dávids geva honum eitt vælmeint ráð. Tað ræður um at flýggja sum skjótast. Hetta verður væl stuðlað av spurninginum, ið ikki krevur eitt svar, tí svarið
Heitt verður á SEV um alment at gera viðmerkingar á elveitingamótinum. Eitt nú við at svara hesum fáu reglum. Eg havi fyri rættiliga nógvum árum síðani skrivað vinaliga til SEV um at sleppa at knýta vindmylnu [...] fremjast skilagott við lítlari umhvørvisávirkan. Hon kann eisini í ólukkumát gerast minni skilagott. Dømi um tað seinna er útbyggingin við Eiðisvatn. Framhaldandi verður drivið á eftir sama leisti, og ikki verður [...] verður helmað í fyrrenn vestara síða av Skálafjørðinum eisini er turrløgd og vatnið ført norður til Eiðis við 100 metra hæddarmissi á vegnum. Men vatnið eigur sjálvandi at renna út á Breiðásandi sum tað