OYL 23: Almenn móttøka fyri Jónas G. Isaksen í Kvívík

Í Kvívík skipa tey í kvøld fyri móttøku við Jónasi G. Isaksen, sum júst er komin av aftur av Oyggjaleikum á Guernsey

 

– Í sambandi við at okkara Jónas kemur heim aftur av oyggjaleikunum á Guernsey, við sera flottum úrslitum, verður skipað fyri móttøku á kommunuskrivstovuni.

Soleiðis skrivar Kvívíka kommuna í kvøld.

– Flúgvarin av Guernsey lendir kl. 23.05 í Vágum, og væntandi er Jónas í Kvívík umleið ein tíma seinni.

– Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri heldur røðu, og kommunan bjóðar okkurt gott.

– Øll eru hjartaliga vælkomin og kommunan vónar, at nógv fólk koma at heiðra Jónasi, skrivar Kvívíkar kommuna í kvøld.