Fegin um at tey lágløntu hava fingið lønarlyft

Hann gav lágløntum á umsorganarøkinum lønarlyft – og hann fegnast um, at láglønt á privata arbeiðsmarknaðinum eisini fingu tað

– Vit eru arbeiðsgevarar hjá teimum, sum arbeiða hjá tí almenna. Og vit hava hildið, at tað hevur verið neyðugt við einum lønarlyfti hjá láglønarbólkum á umsorganarøkinum.

– Vit eru tí eisini fegin um, at láglønt á privata arbeiðsmarknaðinum eisini fáa eitt lønarlyft.

Tað sigur Aksel V. Johannesen í sambandi við, at stríðandi partarnir á arbeiðsmarknaðinum í gjárkvøldið skrivað undir semju, sum gevur limunum í arbeiðarafeløgunum 13 prosent í lønarhækkin, har av sløk 5 prosent eru sum eitt lønarlyft, sum fyrra árið er 3 krónur og 75 oyru og seinna árið 3 krónur og 50 oyru.

Løgmaður fegnast um, at tað umsíðir eydnaðist pørtunum at koma til eina semju.

– Tað eri eg øgiliga fegin um, sigur Aksel V. Johannesen.

Eitt avleiðing av verkfallinum var, at kongsvitjanin, sum skuldi byrja í morgin, er avlýst.

Løgmaður veit ikki,nær vitjanin verður, men tey á Løgmansskrivstovuni eru í samskifti við kongshúsið um at finna eina nýggja dagfesting fyri vitjanina. Kongshjúnini hava sum vera man fullan kalendara, so tað verður ikki við tað sama.

Sum in.fo skilir kann tað var seint í summar, um tað ikki verður útsett til næsta ár.

Men, sum løgmaður sigur, greiða fæst á hesum í næstum.