Hava hækkað kravið um lønarhækking

– Talan var um eitt tilboð um at skriva undir í friðartíð. Hatta er ikki yvirliggjarin hjá okkum.

Tað sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, tá vit spyrja hann, hvussu tað ber til, at tey hava eitt hægri krav nú, enn tey høvdu, tá samráðingarnar slitnaðu og verkfall varð lýst.

Tað er jú ikki vanligt, at munurin millum krøvini veksur undir samráðingum, hvussu ber tað til?

– Hatta var eitt tilboð frá okkum í friðartíð, hatta var beint undir pínumarkinum hjá okkum. Tá vit nú eru farin í verkfall, so meta vit ikki hatta sum yvirleggjaran, sigur Heri Reynheim.

– Vit eru ikki fyrsta felagið, sum ger soleiðis, hetta er púra vanligt, sigur hann.