HM: Føroyar taptu samanlagt við einum máli

Føroyar gjørdust akkurát ov stuttar at røkka HM-endaspælinum í manshondbólti

Føroyska manslandsliðið í hondbólti tapti greitt 26-34 fyri Norðurmakedonia í seinna HM Play Off dystinum í Skopje.

 

Føroyar vunnu 34-27 heima, og tað merkir, at Norðurmakedonia vinnur ein samlaðan 71-70 sigur á Føroyum.

 

Tað var eitt ræðuligt trýst á føroyska liðið frá fanatisku heimafjøldini, ið samstundis gav sínum egna liði ein ótrúligan uppbakning.

 

Føroyska verjan fekk tíverri ikki nóg væl fatur á norðurmakedonska álopinum. 

 

Turkisku dómararnir loyvdu eisini norðurmakedonum at hava sera long álop samanborið við álopini hjá okkara monnum, og tað tyktist margháttligt. 

 

Norðurmakedonia-Føroyar 34-26 (19-15) - Norðurmakedonia vinnur samanlagt 71-70.

 

Málskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 8/10, Leivur Mortensen 4/4, Hákun West av Teigum 3/5, Teis Horn Rasmussen 3/5, Óli Mittún 2/3, Vilhelm Poulsen 2/3, Pætur Mikkjalsson 1/1, Tróndur Mikkelsen 1/1, Pauli Mittún 1/1, Kjartan Johansen 1/2.

 

Pauli Jacobsen bjargaði sjey av 29 málroyndum, og Nicholas Satchwell bjargaði trimum av 13 málroyndum.