Eivør áðrenn konsertina á Copenhell: - Tað verður lív í

- Eg gleði meg ótrúliga nógv, sigur Eivør. Klokkan 18:30 danska tíð í kvøld skal Eivør spæla á Copenhell - tungmálmsfestivalinum í Keypmannahavn.

Vit hava møtt Eivør, lítla løtu áðrenn hon skal á pallin á tungmálmsfestivalinum í Keypmannahavn, Copenhell. Hon er sera spent:

 

–Eg gleði meg ótrúliga nógv. Eg búgvi partvís her á Amager, so eg havi eygleitt Copenhell hvørt ár, tá tað hevur verið. Man hevur sæð, at tað er gongd í her á Refshaleøen. Og í ár sleppi eg so sjálv at spæla, so tað eri eg øgiliga spent uppá, sigur hon. 

 

Hvussu ber tað til at Eivør spælir á einum festivali sum Copenhell?

 

- Eg undrist eitt sindur yvir tað, men eg havi fingið eitt meira blandað publikum seinastu árini og síggi eftir hondini nógv metalhøvd til konsertirnar. Kanska tað er ávirkað av, at havi gjørt filmstónleik og God of War. Men eg eri øgiliga glað fyri møguleikan. 

 

Ert tú sjálv eitt metalhøvd? 

 

- Haha, nei tað eri eg faktiskt ikki, men eg dámi nógvan ymiskan tónleik og klári væl at lurta eftir metal. Mær dámar sjálv eisini væl at larma eitt sindur. Hetta eru tvær ymsar verðir, men eg haldi, vit rigga væl saman, flennir hon. 

 

Hvat kunnu vit vænta av konsertini í kvøld? 

 

- Eg havi hugsað, at eg fari at spæla eina klassiska Eivør-konsert, men eg havi tillagað programmið, so nógvir av teimum energisku sangunum eru við. Og teir havi eg nokkso nógvar av eftir hondini, so eg vænti at tað verður lív í, sigur Eivør. 

 

Eg havi hoyrt ein fugl syngja um, at føroyingar ætla at sláa í ring til konsertina hjá tær? 

 

- Áh so? Jamen tað ljóðar kul! Eg hopi at síggja onkrar føroyingar í kvøld.

 

Hvat fyri mál fert tú annars at tosa á pallinum? 

 

- Ja, tað er so tað. Eg veit ikki? Danskt, føroyskt ella enskt. Kanska eitt sindur av hvørjum... Vit fáa at síggja, flennir Eivør. 

 

Eivør skal spæla á pallinum Gehenna, sum nokk er tað hugnaligasti og mest intimi pallurin á Copenhell, umgirdur av trøum. 

 

Hetta er Gehenna pallurin:

 

##med2##

 

Danskur ummælari: - Hetta kann blíva “magiskt”

 

Ikki bara føroyingarnir gleða seg til Eivør. Danski metal-ummælarin Søren Weiss skrivar soleiðis á sínum bloggi Blastbeast.dk:

 

- Den artist jeg glæder mig måske mest til på årets festival spiller ikke engang metal. Men Eivør i skoven på Gehenna virker fuldstændig rigtigt. Hendes koncerter er altid ren magi. Den smukke stemme, den færøske melankoli og de vanvittigt smukke sange kan snildt blive en af festivalens helt store oplevelser.

 

- Jeg har tidligere oplevet Eivor på festivaler som G Festival på Færøerne, Midgardsblot i Norge og på Wacken. Til sidstnævnte blev koncerten dog voldsomt distraheret af en gruppe stive bøvehoveder, der ikke kunne holde deres kæft undervejs. Og dét er faktisk min største frygt ved denne koncert: Eivørs musik kræver indlevelse, fordybelse og en forståelse for koncertrummet. Det passer nu engang bare ikke skide godt sammen med en plads fyldt med metalhoveder, med trang til at råbe og hoppe på borde i Biergarten.

 

- Jeg håber at Eivør får et forstående og godt publikum til den her koncert. I så fald kan det her blive fuldstændig magisk.

 

LES EISINI: Myndir: Góður stemningur á Copenhell

 

LES EISINI: Copenhell: John hevur fingið sær Merkið á ryggin

 

LES EISINI: Føroyingar: - Hetta skulu vit hoyra á Copenhell

 

LES EISINI: Yvir 100 føroyingar á Copenhell: – Hetta er stuttligt