Tungmálmsfestivalurin Copenhell tiltrekkir málmshøvd frá nær og fjar, og tað sæst eisini aftur, bæði í býarmyndini í Keypmannahavn.
Á Christianshavn standa súkklu-hýruvognsførarar í hópatali klárir at súkkla festivalgestir yvir á Refshaleøen, har festivalurin verður hildin.
Eisini koyra býarbussar í pendulfart frá Hovedbanegården, gjøgnum Christianshavn og beint til festivaløkið. Hesir bussarnir eru prýddir við reyðum devulshornum og eita ruta 666, sum er ein referanca til Satan – man kann tí eisini skemtandi siga, at bussarnir koyra beinleiðis til Helviti.
Á festivaløkinum eru nógv fólk, og tað sæst týðliga, at ein serligur mótastílur ger seg galdandi her.
Nógvir festivalfestir eru í svørtum frá topp til tá og í cowboyvestum prýddir við patches, meðan onnur kombinera ta myrku palettuna við gotisk element, punkinspirerandi looks og fantasifull outfits.
Her eru nakrar myndir frá teimum fyrstu tveimum døgunum á Copenhell.
LES EISINI: Copenhell: John hevur fingið sær Merkið á ryggin
LES EISINI: Føroyingar: - Hetta skulu vit hoyra á Copenhell
LES EISINI: Yvir 100 føroyingar á Copenhell: – Hetta er stuttligt