Tað upplýsti Sydøstjyllands Politi í dag í tíðindaskrivi.
Spreingin varð framd í einum øki nærindis býnum Hejnsvig, har tað var mett ráðiligt, verður sagt.
Løgreglan upplýsir ikki, at tað var luturin, sum hevði spreingievni í sær, bara at framd var ein »kontrollerað spreinging«.
Billund Lufthavn var leygardagin stongd í umleið 10 tímar vegna bumbuhóttan.
Ein maður í tríatiárunum er handtikin í málinum. Hann varð í dag varðhaldsfongslaður til 17. mai.
/ritzau/