OYL 23: Alex Johannesen vann gull í ABT einstaklingakappingini

Enn eitt gull til Føroyar úti á skjótibreytini

Mynd: torshavn.fo

Føroyar hava fingið enn eitt heiðursmerki úti á skjótibreytini á oyggjaleikunum á Guernsey.

 

Alex Johannesen vann gull í kappingini, ið nevnist Automatic Ball Trap.

 

Alex vann kappingina við 127 stigum, bert eitt stig frammanfyri Juan Bosch av Minorka.

 

Robert Watterston av Oynni Man vann bronsu við 116 stigum. 

 

 

 

Mynd: torshavn.fo