OYL 23: Bogaskjúttarnir vunnu bronsu í liðkappingini í Recurve

Falklandsoyggjarnar vunnu gull í kappingini. Talan er um fyrsta gullið hjá Falklandsoyggjunum á hesum leikunum

Bogaskjúttararnir hava aftur verið okkum góðir á hesum oyggjaleikunum.

 

Á seinasta kappingardegnum vunnu føroysku bogaskjúttararnir bronsu í liðkappingini í recurve. 

 

Føroyar vunnu í bronsudystinum 6-2 á Jersey. Tað skakaði ikki jerseybúgvar nógv, tí aftaná dystin vóru tað fleiri av íðkarunum á báðum liðunum, ið býttu um troyggjur.

 

Tað ótrúliga hendi, at Falklandsoyggjarnar vunnu gull aftaná ein 6-2 sigur á vertstjóðini, Guernsey. Talan er um fyrsta gullheiðursmerkið hjá Falklandsoyggjunum á hesum oyggjaleikunum. 

 

Í hálvfinaluni millum Føroyar og Falklandsoyggjarnar reið um snarið. Falklandsbúgvar vunnu dystin 6-5.