OYL 23: Fløtt-brøðurnir vunnu silvur og bronsu

Tórur Fløtt vann silvur, og Jóhann Fløtt vann bronsu í olympisku skeet-kappingini

Mynd: Skjótisamband Føroya (mynd frá fyrradegnum)

Fløtt-brøðurnir, Tórur og Jóhann hava vunnið Føroyum enn meira heiður á oyggjaleikunum á Guernsey.

 

Í dag vann Tórur silvur og Jóhann bronsu í skjótikappingini, ið nevnist olympic skeet. 

 

Tórur megnaði 113 stig. Jóhann megnaði 105 stig.

 

Marlon Attard vann kappingina, og gjørdist fyrsti gullvinnarin hjá Gozo á oyggjaleikunum. 

 

Mynd: Skjótisamband Føroya (mynd frá fyrradegnum)