OYL 23: Recurve-skjúttarnir hjá okkum vunnu silvur

Føroysku bogaskjúttarnir hava higartil vunnið okkum fýra heiðursmerki

Føroysku bogaskjúttarnir vunnu aftur heiðursmerki á oyggjaleikunum á Guernsey í dag.

 

Í dag vunnu recurve-skjúttarnir silvur í blandaðu liðkappingina head-to-head, har taparin verður útsligin og vinnarin fer víðari til næsta umfar, líka til finaluna.

 

Føroyska liðið vann seg í finaluna móti Gotlandi, har eystrasaltsbúgvarnir fóru við sigrinum.

 

Bogaskjúttarnir hava higartil vunnið okkum fýra heiðursmerki. 

 

Ígjár vann Jóannes Poulsen gull í compound, Hans Petur Højgaard vann gull í recurve, og Føroyar vunnu somuleiðis gull í liðkappingini í recurve.