Ragnar sendi B36 upp aftur á toppin

1. DEILD: Sigursmálið á Argjum varð skorað fram ímóti dystarenda

Silas Eyðsteinsson er stinnur B36 málverji

Fyrr í dag lyfti B71 seg fram á fremsta plássið, tá ið sandoyingar vunnu 2-0 á Vágseiði. Undan hesum umfarinum, sum er tað sætta, var næstbesta B36 liðið ovast, og nú er B36 aftur fremst í 1. deild.

 

Teir næstbestu hjá B36 vóru í dag í grannauppgerð á Argjum. Har var tað málleyst, inntil tað restaði ein stórur minuttir av vanligu leiktíðini. Tá var tað, at B36 skoraði 1-0 sigursmálið. Málskjútti var Ragnar Davidsen Nielsen. Uppleggið átti Carl Mikkelsen.

 

Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 18 ára gamli Ragnar Davidsen Nielsen var málskjútti í 1. deild, har hann fyrstu og higartil einastu ferð var á liðnum á jóansøku í fjør, tá ið B36 í tapti 2-0 á heimavølli ímóti KÍ. Í dag varð hann skiftur inn, tá ið tað restaðu 12 minuttir, og 11 minuttir seinni átti hann avgerandi leiklut.

 

Sigurin á Argjum ber við sær, at B36 aftur er ósigrað topplið við 14 stigum, B71 er næstfremst við 13 stigum, og AB og FC Suðuroy hava 10 stig.

 

Dómarin legði fimm minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og AB pressaði fyri at javna. Tað vóru hornaspørk og aðrar spentar støður og royndir ímóti B36 málinum, men tað eydnast ikki at fáa bóltin framvið Silasi Eyðsteinsson.

 

Um eina viku fer AB at spæla á útivølli ímóti NSÍ, og tá fær B36 vitjan av Víkingi.

 

Silas Eyðsteinsson er stinnur B36 málverji