Salli Johannesen: Var í sama illveðrinum sum Blithesome

Ein av mínum fyrstu skipsfeløgunum í 1958 var Salli Johannesen av Hellunum. Hann er deyður nú, men tað eydnaðist í tøkum tíma at fáa hann at greiða frá parti sínum sjólívi

Óli Jacobsen
----
Hellurnar vóru bygdar í 1849, tá fyrstu niðursetufólkini komu higar. Fólkatalið gjørdist tó ikki tað stóra. Tað kom upp á 85 fólk í 1935, og nú liggur tað um 30. Helena Samuelsen greiðir frá bygdini í bók síni Hellurnar. Í bygdini hevur verið heilt fitt av virksemi til tíðir. Stundum hevur tað verið útróður og fiskaarbeiði og stundum sild og arbeiði av henni.
Salli varð føddur í 1914 og hann greiddi frá:

Mamman úr Íslandi
Vit vóru 4 systkin. John Sigurd, Svava, Jóhannes og eg. Pápi mín Magnus (1872 - 1955) legðist longu uppi í 1930. Mamma, Sigurbjørg, var íslendsk. Tað búðu tvær íslendskar konur á Hellunum, og vóru hetta mamma og kona pápabeiggja mín Tummas, Eirika. Teir høvdu funnið sær konu í Íslandi, tá teir róðu út á Bakkafirði, sum nógvir føroyingar gjørdu. Omma úr Íslandi, Solveig, flutti við mammu til Føroyar, og her doyði hon eisini og varð jarðað í Fuglafirði. Eg havi tískil nógva ætt í Íslandi.

Tá pápi legðist uppi, máttu vit børnini sjálvi syrgja fyri húsinum, so tað bleiv ikki tann stóra inntøkan tá í tíðini.

Til skips 15 ára gamal
Sum flest aðrir menn fór eg sum 15 ára gamal til skips. Fyrsti túrur var við ”Múlin” hjá Pól Olsen, Funning Pól, sum var keypmaður í Vestmanna, og sum uppkallaði skipið eftir Funningsmúlan.

Tað var í 1930. Vit fóru yvir á Eysturlandið. Hetta var fyrsti túrur, sum henda sluppin hevði motor, men sum aðrir motorar tá í tíðini var hann lítil. Skipari var Pól Magnus úr Útistovu í Leirvík. Hann var abbasonur tann kenda útróðrarmannin Jóan Karl av Skála, fyrr umrøddur í Miðvikuni. Undir túrinum fór skipið fallitt. Tá var ikki sama trygd sum nú á døgum, so inntøkan hendan túrin gjørdist eingin. Tað var ikki nógv at keypa fyri, tá ein kom aftur. Men hetta var sjálvsagt ringast fyri familjumenninar.

Men tíðir broytast, og tá eg bleiv eldri kundi eg aftur forvinna pening. Men tað var ikki bara at siga tað at vera á sjónum, har tað kundi vera sera buldrasligt.

Eg var eisini við deyðsiglarum árini aftaná.

Tey skip, sum eg annars sigldu við fram til 1934, vóru hesi: "Pilot" úr Fuglafirði. Reiðari var Sámal Peter Petersen, og Óli Andreas Christiansen við Gjógv var skipari. "William Martin", við Jørgen Højgaard sum skipara, og so var eg við "H. M. Stanley" úr Vági og "Energy" av Tvøroyri.


Illveðrið í 1935 hjá "Blithesome"
Men í 1934-35 var eg við "Sigurfarinum" hjá Seglhúsinum í Klaksvík.
Heimtúrurin í 1935 gjørdist minniligur. Vit vóru fleiri skip, sum fóru inn í Føroyingahavnini, har vit gjørdu klárt at fara heim. Har lá eisini "Blithsome" klár at fara heim. Tað var gott veður, tá vit fóru úr Føroyingahavnini. Vit sigldu so eystureftir. Tá vit komu eystur um Julianehåbsvíkina komu vit í ísbrúnna, og vit sóu ongan veg at sleppa út aftur. Barometrið stóð í botni. Vit hildu gott útkikk eftir møguleika at sleppa út onkursvegna. Til endans sóu vit eitt glopp, har vit kundu sleppa ígjøgnum. Tá vit komu útum, var veðrið longu blivið ringt. Fyri ikki at enda inni í ísinum aftur, royndu vit at sleppa so langt út frá brúnni, sum vit kundu. Hvussu langt vit komu út, veit eg ikki. Men nakað mundu vit vera komnir útum, tí klokkan 18.30 fingu vit ein stóran sjógv, har skipið legðist á liðina, og lastin skeytst. So tað var ringur hýrur umborð. Tað var ikki so nógvur fiskur í lastini, men nógv salt var eftir, og var tað farið í annað borðið. Vit fóru so nakrir aftur í lastina at lempa. Tá vit komu framaftur í lugarið, lógu fleiri mans á knæ í bøn til Gud. So nógv gekk á teir.
Har var ikki nógv at gera. Men vit gjørdu tað, sum vit kundu. Fyri at kyrra sjógvin tóku vit bummullina úr redningsvestunum og koyrdu olju í. Tá tað var liðugt, koyrdu vit eisini olju í klæðini og koyrdu út fyri bógvin. Hetta vísti seg at hjálpa. Tað er kent, at olja hevur tann eginleika, at hon kann kyrra sjógv.

Skipið fekk ongan sjógv aftur, og tað rættaði seg eisini væl uppaftur. Vit vóru fleiri skip sum fylgdust. Eg minnist tó bara "Carlton" og "Blithesome". Allar sluppirnar høvdu trupulleikar av veðrinum, og tað var eisini ódn. Tað má sigast at vera eitt roysningsbragd, at teir á "Coraliu" bjargaðu manningini á "Blithesome" undir hesum umstøðum. Skipari hendan túrin á "Sigurfarinum" var Jógvan hjá Jóa í Klaksvík, sum tá eisini átti í skipinum, meðan Petur á Fløtti í Oyndarfirði var flaggskipari.

Jacob Andreas legði stilt uppundir illveðrið
Í árunum 1937-1939 var eg við "Godthaab" hjá Mortensen á Tvøroyri. Skipari var Jacob Andreas Poulsen, í Mýruni, í Syðrugøtu. Í 1938 var hetta tiltikna illveðrið á Suðurlandinum, tá ið "Fossanes" fór við allari manningini.
Vit vóru á veg til Íslands tá. Á vegnum løgdu vit stilt vestanfyri Mykines, hóast veðrið ikki var serliga ringt. Men barometrið var metlágt, og Jákup Andreas man hava ánað okkurt, og hetta bjargaði okkum í hvussu er frá at koma júst í hetta illveðrið. Ja, Jákup Andreas var skilamaður.

Vit vóru eisini saknaðir, og einaferð kemur eitt íslendskt verjuskip fram á okkum. Tað kundi boða frá, at her stóð væl til. Men vit koma so til Íslands og senda telegramm heim. Men vit fóru beinleiðis heim aftur. Veðrið var framvegis so vánaligt, og sjógvurin so ljótur, at her var einki at gera. Komnir heim verður staðfest, at róðrið hevur fingið skaða. So her var hepni í óhepni.

Sigldi undir krígnum
So gongur tíðin, og síðan kom kríggið. Í 1940 var eg við "Brimnes", sum Hellu Meinhard, búsettur í Norðragøtu, førdi.

Uttan at vita av minubeltinum, sum bretar høvdu lagt, sigldu vit beint í tað á veg úr Íslandi til Tvøroyrar. Vit sóu, at tað var morsað til okkara av einum herskipi, men vit skiltu ikki ørindini. Men hetta spældi kortini væl av.

Eg sigldi tað mesta av tíðin undir krígnum við ”Forsøk”, sum var ein av teimum norsku bátunum, sum rýmdu undan týskarum undir krígnum. Manningin var helvt um helvt norsk og føroysk. Vit fiskaðu undir Føroyum og sigldu síðan niður við fiskinum. Tað gav tó ikki tað stóra av sær. Skiparin var norðmaður og var ikki so væl kendur undir Føroyum. Men onkustaðni mátti ein royna at fáa nøkur oyru.

Í 1945 fór eg við ”Norðstjørnuni” at fiska. Skipari var Thorvald Andreassen av Oyrabakka. Vit sigldu til Aberdeen við fiskinum. Vit komu til Aberdeen dagin eftir frælsisdagin 8. mai. Tá vit skuldu fara at landa, fingu vit at vita, at teir ikki vildu keypa fiskin. Tað var framvegis slíkur rómur á fólki um, at bardagin var av, at alt arbeiði lá stilt. Meiningin var so at sigla til Grimsby við fiskinum, men tá vit skuldu loysa frá kei, kom ein maður og segði, at vit kundu selja har kortini, og vit fingu ein góðan túr.

Vit komu ongantíð fyri nakran stórvegis vanda í hesum vandatíðum, og er øll grund fyri takksemi um hetta.

Skiparin vildi hava meg við aftur "Norðstjørnuni", tá teir seinni fóru á sildaveiðu undir Íslandi. Men reiðaríið ásetti, at ein maður við tungum húsarhaldi skuldi fara við fyri meg. So máttu vit yngru og leysu víkja.

Aftaná var eg við "Fugloynni" í fýra ár, eins og eg var við "Esther" og "Knørri". Í 1951 var eg við "Sólbrún", ein slupp í Oyndarfirði. Hetta var fyrstu ferð, eg var kokkur. Ikki hevði eg nakran serligan førleika tá.
Men motorpassarin Meinhard Emil Joensen lærdi meg at baka breyð. Sum frá leið gekk bara væl við kokkarínum, og eg kom at sigla 25 ár sum kokkur.

Til skips við Gøtumonnum
Fyrra partin í 50-unum var eg fleiri ár við "Bernaise" hjá Pidda í Fuglafirði. Skipari var Anthon á Strondum. Eg var við, tá Anthon segði tey minniligu orðini: "Tað er nógv fyri at fara heim við fullum skipi í rokfiskarí".

Í 1958 fór eg við gøtusluppini "Báran" við snellu til Íslands. Hetta var eitt av teimum fyrstu árunum at roynt varð við snellu, og hetta var eisini móti endanum á tíðini við sjálvdrátti. Hellu-Meinhard var skipari. Tað gekk hampuligt, og vit fingu 250 skippund eftir tveimum mánaðum.

Seinni sigldi eg onkran túr á sild við "Báruni" sum kokkur. Her vóru eingir hentleikar uttan ein kolkomfýrur. Kolið mátti lempast upp úr kolkjallaranum undir dúrkinum. Sanitetið var ein spann!

Í 1960-unum var eg 9 ár, harav 8 ár sum kokkur, við "Kongshavn" á bátaveiðu undir Grønlandi við Jacob Højgaard sum skipara. Tað er greitt sera væl frá hesum lívinum í bókini hjá Magnus Dam Jacobsen: "Í Grønlandi við Kongshavn".

Illveðurstúrur við "Marité"
Í 1967 var eg við "Marité", sum fiskaði við bátum undir Grønlandi. Tað lá væl fyri at fáa fisk, og tann 4. oktober fóru vit heim við fullum skipi. Men tveir dagar seinni komu vit í illveður og máttu andøva.
Í lýsingini 6. oktober fingu vit ein rangan sjógv, sum skolaði annan maskinbátin av dekkinum fyri borð.

Tað var av ringasta veðri, og tá tað gjørdist ljóst hendan morgunin, var neyðugt at fara fram á dekkið, tí hin maskinbáturin hevði slitið seg leysan og slongdist aftur og fram á dekkinum. Tað kundi vera vandi fyri, at hann breyt lúkukarmin, og at lúkan fór niður ígjøgnum. Tá hevði kunnað verið rættuliga galið. Skiparin Edmund Hansen mátti fara út gjøgnum ein av rútunum á stýrihúsinum at fáa skorað nøkur gomul bildekk millum bátin og lúkukarmin. Men báturin máttu fáast fyri borð, áðrenn hann gjørdi óbøtandi skaða. Hann fekst ikki til sjós í heilum líki. Tí máttu menn fara á dekkið at sora bátin so mikið, at rovini fingust fyri borð, og hetta eydnaðist eisini.

Skipið hevði annars eisini fingið leka á hekkuni, sum eingin visti um uttan skiparin og maskinmenninir. Maskinrúmið varð avstongt, og bert skiparin hevði samband við hesar báðar, ið stríddust fyri lívinum við lensipumpum at halda balans við sjógvin, sum rann inn í skipið.

Fyri at sleppa burtur úr illveðrinum fór vit at lensa og sigldu undan vindinum við fullari maskinmegi. Aftaná 16 tímar var sloppið, og veðrið gjørdist gott. So komið varð á Miðvág í øllum góðum 13. oktober. Fiskurin vigaði 201 t. og parturin var kr. 15.000, og var hetta hildið at vera sera gott tá.

Ein av manningini hendan túrin var Ove Joensen, okkara sjóhetja úr Nólsoy. Vit vóru eitt sindur í ætt, og mær dámdi hann sera væl. Hann var raskur og fittur at vera saman við. Men eitt sindur spesiellur var hann.


Fylti 60 ár á Kappanum
Síðan fór eg at sigla við frystiskipinum "Svanur" hjá Skipafelagnum. Vit sigldu nakrar túrar við laksi frá Grønlandi til Gloucester í Amerika. Ein túr fóru vit til Grikkalands við saltfiski. Vit komu inn í ein bý í Grikkalandi, har tað var myrkalagt. Hetta var tí, at tað var við at bresta kríggj á millum stríðandi partarnar á Kypern, grikkar og turkar. Teir vóru bangnir fyri, at hesin býur skuldi vera bumbaður. Vit lógu við keiina, men vit tordu ikki at fara í land.
Vit fóru so til ein annan bý. Har var betur, og vit landaðu har. Tá vit vóru lidnir, skuldu vit til Kypern eftir víndrúum, men vegna spentu støðuna fóru vit ikki.

Síðan fóru vit aftur til Grønlands.

Eg sigldi til eg var 62 ár, og tá eg fylti 60 rundaðu vit Kappan, sum eg annars havi verið við til at sigla framvið nógvar ferðir.

Nógv at takka Gudi fyri
Gjøgnum øll árini á sjónum, hevur ein upplivað nógv ymiskt, bæði ringt og gott. Man minnist allar, sum fórust undir krígnum. Hetta situr enn fast í minninum, hvussu trist hetta var. Vit, sum komu frá tí við lívinum, hava nógv at takka Gudi fyri, at hann var við okkum á ferðini.
Salli er nú farin í Harrans hendur. Hann er ein av teimum mongu skipsfeløgum, sum eg minnist væl afturá. Vit høvdu samband okkara millum til tað seinasta.
––––––––
Komandi Miðvika
Komandi Miðvika verður nøkur søgubrot í samband við 175 ára “føðingardagin” hjá gamla sýslumanni í Fuglafirði Daniel J. Danielsen