Fyrrapartin vistu ukrainskir miðlar at siga, at ukrainski herurin saman við fregnartænastuni hevði framt dronuálop á russisku flogstøðina Dzhankoi á Krim.
Tað var annars longu í 2014, at Russland tók Krim-hálvoynna frá Ukraina.
Í kvøld váttaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, álopið, og hetta gjørdi hann í einari video-røðu á ES-toppfundinum í Brüssel.
- Í dag eydnaðist tað herinum hjá okkum at raka eina týdningarmikla hernaðarstøð á hersettu oynni, Krim, kundi forsetin greiða frá.
Forsetin legði aftrat, at takkað verið oyðileggingum av russiskari útgerð á støðini kunnu ukrainsk herfólk kenna seg tryggari á hermótinum har suðuri í Ukraina í løtuni.
Tað var annars longu tíðliga í morgun, at russiskar telegram-støðir byrjaðu at siga frá ógvusligum spreingingum í Dzhankoi á Krim.
Upptøkur vóru eisini at síggja á sosialum miðlum, men hvørki ukrainskir ella russiskir myndugleikar høvdu tá sagt nakað um hesar spreingingar.
Í kvøld hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sambært fleiri útlendskum miðlum váttað, at støðin hjá russum í Dzhankoi er rakt í dronu-álopum í morgun.
##med2##