Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Vit eru klár at koma til samráðingar beinanvegin

Tað sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag

Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

– Semingsmaðurin tveitti ov tíðliga frá sær, vit áttu enn at sitið til samráðingar, sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.

Samráðingarnar um nýggja sáttmála fyri arbeiðarafeløgini slitnaðu í gjárkvøldið, uttan at semingsstovnurin kom við nøkrum sesmingsuppskoti.

Greitt er, at arbeiðsgevarar longu hava slakað upp til 11 prosent, og nú hoyrist, at teir eru sinnaðir at fara upp um 12 prosent. Hinvegin er kravið frá arbeiðarafeløgnum, sum nakað oman fyri 14,5 prosent nú er hækkað til 15 prosent.

Tað er ikki vanligt, at tað dragnar millum krøvini, tá samráðingar eru, og helst er tað, at semingsmaðurin ikki hevur sæð sær nakra vón fyri semju.

Men sum Heri Reynheim sigur í aðrari grein her á síðuni, so var tað eitt tilboð um sáttmála í fríðartíð. Tey síggja tað øðrvísi, nú tey eru farin í verkfall.

Men grett er, at enn hava bara arbeiðsgevararnir bakkað, og at stríðið, sum stóð um 6 prosent, nú er minkað til stríð um 3 prosent, av tí at arbeiðsgevararnir hava slakað trý prosen.

Hvørt prosent oman á tímalønina merkir 1 krónur og 45 oyru.

 

 

Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix