info
Ongi úrslit

Aksel og Margit í landsstýrið fyri Javnaðarflokkin

Tað verða eftir øllum at døma Aksel V. Johannesen, floksformaður, og Margit Stórá, sum fara at umboða flokkin í landsstýrinum

Eirikur Lindenskov
8. apríl 2026 kl. 15:48

Hóast samgonguskjal og málsøkjabýti er komið upp á pláss, so vilja floksformenninir einki siga enn um tað, sum stendur í samgonguskjalinum, ella hvussu málsøkjabýtið verður.
Men sum skilst verður talan um sjey aðalráð. Sjálvt um nýskipanarnevndin mælti til seks aðalráð, og sjálvt um Aksel V. Johannesen, løgmaður, skerdi undanfarna landsstýri úr níggju niður í seks aðalráð – í semju við allar flokkar, so skilst, at flokkarnir í nýggju samgonguni eru samdir um sjey aðalráð fyri at fáa politisku kabalina at ganga upp – og fyri at Fólkaflokkurin skal fáa eitt sindur størri vald enn hinir báðir flokkarnir.
Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so fer Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins í landsstýrið. Har skal hann helst umsita uttanríkismál og kanska fiskivinnumál eisini.
Aksel V. Johannesen fer helst at umsita fíggjarmál. Tá aðalráðini nú verða eitt fleiri enn í verandi landsstýri, so er hugsandi, at samanlagda Heilsu- og almannamálaráðið verður býtt sundur aftur í tvey ráð. Báðar tingkvinnurnar hjá Javnaðarflokkinum, Súsanna Bertholdsen og Margit Stóra hava umsitið málsøkið, tó mest Margit Stórá, sum eisini hevur sítt borgarliga starv sum varastjóri í sjúkrahúsverkinum. Hugsandi er at hon verður hitt landsstýrisfólkið hjá Javnaðarflokkinum, í annaðhvørt heilsumálum ella almannamálum.
Javnaðarflokkurin hevur boðsent floksleiðsluni á fund í annaðkvøld klokkan 19. Flokkurin hevur ta reglu, at tað er formaðurin sum setur liðið – sum velur landsstýrisfólk floksins, men tað skal góðkennast í floksleiðsuni, sum er hægsti myndugleiki í Javnaðarflokkinum millum landsfundirnar. Tað verður gjørt í annaðkvøld.
Hjá Sambandsflokkinum er tað tingmanningin, sum velur landsstýrisfólkini.
Hóast Javnaðarflokkurin ikki hevur skrivaðar reglur um javnstøðu í landsstýrinum, so hevur Aksel V. Johannesen mangan víst á týdningin við javnstøðu, og hann er eisini einasti løgmaður, sum hevur havt javnstøðu í landsstýrinum. Tí verður tað mett sum óhugsandi, at Javnaðarflokkurin ikki hevur javnstøðu í sínum parti av landsstýrinum.

Um so verður, at Aksel V. Johannesen og Margit Stórá fara í landsstýrið, so kom tvær kvinnur á ting sum føst varafólk, Bjørt Lind og Eyðgunn Samuelsen. Tá hevur flokkurin javnstøðu bæði í Løgtinginum og í landsstýrinum.

Gitt hevur verið, at Sambandsflokkurin skal hava løgtingsformannin, og at tað tí verður Johan Dahl. Men sum skilst eru tey ikki liðug at togast um tann sessin enn – og tað veldst eisini um, hvør fær formansessin í fíggjarnevndini. Hesir sessir skulu – sum skilst – býtast millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

23 tímar síðan

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

MYNDIR: Birting í Gallarí Havnará

4 minuttir síðan
Lesarabrøv

Løgtingið hevur gloymt arbeiðsfólkið – nú er tíð at fáa tað aftur á ting!

11 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Tað gongur ov seint við Patriot-skipanum

17 minuttir síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur ikki vunnið ein dyst síðani 15. august

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil 2 koppaði EB - javnleikur millum VÍF og Neistan

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ vann 3 - 0 á Tórsvølli

1 tími síðan
Fótbóltur

Fróði setti dám á sannførandi KÍ avrik

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Gullrómur í Runavík

2 tímar síðan
Tíðindi

Machado er aftur í Venesuela

2 tímar síðan
Fótbóltur

Leygardagin vera tvær finalur um at sleppa undan at flyta niður

2 tímar síðan
Fótbóltur

B68 er flutt niður

2 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ er føroyameistari

3 tímar síðan