Íslendski miðilin Vísir hevur almannakunngjørt upptøkur, sum fólk úr manningini á Jökull tóku stutt áðrenn skipið sakk eystan fyri Ísland mikudagin 25. november.
Á upptøkunum sæst sjógvur floyma inn um eina lúku á stýriborðssíðu afturi á skipinum. Sjógvurin sæst floyma inn, og gørnini fara at flóta. Royndir sjómenn, sum Vísir hevur tosað við, meta, at hydrauliskkurin, ið letur lúkuna aftur, eftir øllum at døma ikki riggaði. Kanningin skal eisini lýsa, um lensiportrini virkaðu sum ætlað.
Skiparin boðaði íslendsku sjóverjuni frá, at ein lúka afturi á skipinum var brotnað, og at sjógvur lak inn í skipið. Løgreglan er farin undir at savna tilfar og fer at tosa við teir, sum vóru umborð.
Minnir um vanlukkuna við Kambi
Vísir vísir á líknandi vanlukkuna hjá føroyska línuskipinum Kambi í februar 2024. Tá floymdi sjógvur inn um boyulúkuna á bakborðssíðu, og manningin fekk ikki latið hana aftur. Sambært føroysku kanningarfrágreiðingini skerdi sjógvurin javnvágina, og skipið fekk skjótt størri slagsíðu.
14 av teimum 17, sum vóru umborð á Jökull, vórðu bjargaðir á lívi. Teir tríggir, sum lótu lív, vóru Aðalsteinn Steinþórsson, 59 ár, Eggert Ellertsson, 41 ár, og Jacek Belina, 52 ár.
Sí upptøkurnar hjá Vísi · Les kanningarfrágreiðingina um Kamb