info
Ongi úrslit

Amerikanskt hernaðarflogfar lendi í Moskva

Eitt talsfólk hjá russisku forsetaskrivstovuni sigur seg ongar upplýsingar hava um óvanligu flogferðina

Vilmund Jacobsen
25. august 2026 kl. 17:41

Amerikanska flutningsflogfarið er av slagnum, Boeing C-17A, og hetta er eitt hernaðarflogfar, sum flýgur við farni.

Flogfarið fór úr Riga í Lettlandi við kós eysturyvir í morgun, og ein stóran tíma seinni lendi flogfarið í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.

Tað vísa skrásetingar hjá Flightradar24.

Eitt talsfólk hjá russisku forsetaskrivstovuni sigur seg ongar upplýsingar hava um óvanligu flogferðina, veit Reuters at siga.

Hernaðarliga flutningsflogfarið kom sambært Flightradar24. av Andrews-flogstøðini nærindis Washington til Riga hin 23. august.

Sagt verður, at støðin ofta verður brúkt, tá stjórnarlimir ferðast úr amerikanska høvuðsstaðnum.

Reuters veit at siga, at seinast, eitt amerikanskt flogfar fleyg úr Evropa til Russlands, var í januar, tá serligi sendimaðurin, Steve Witkoff, hitti russiska forsetan.

Við á ferðini og í samráðingum við russiska forsetan var eisini versonur amerikanska forsetans, Donald Trumps, sum kallast Jared Kushner.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

12. oktober kl. 12:21

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

12. oktober kl. 11:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

32 minuttir síðan
Tíðindi

Krabbamein og heilsa í Varpinum

47 minuttir síðan
Tíðindi

Harðar spreingingar eru aftur í Saudi Arabia

1 tími síðan
Lesarabrøv

Hvussu skulu vit fáa lívið at hanga saman, tá ið lønin ikki røkkur?

1 tími síðan
Tíðindi

Kjarnan í Heyst­fagn­aði­num er tann sama hvørt ár

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: mótstøðuliðini hjá H71, VÍF og Neistanum eru funnin

2 tímar síðan
Tíðindi

Eitt sindur av hvørjum

2 tímar síðan
Tíðindi

Máldur at koyra 133 km um tíman

3 tímar síðan
Tíðindi

Oyðilegði tríggjar ølkranar í Glitnir

3 tímar síðan
Tíðindi

Tikin á flog­vølli­num við fleiri kilo av hassji

4 tímar síðan
Tíðindi

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir í hálvt ár

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Hevur USA rurað Evropa í svøvn?

5 tímar síðan