info
Ongi úrslit

Eyðvarur Petersen 60 ár

- Í dag fyllir Eyðvarur 60 ár. Hann er eitt unikum allur, sum hann er. Bæði, tá vit hyggja inneftir og ikki minni, tá vit hyggja frameftir, skrivar Kristian Martin Petersen

Kristian Martin Petersen
20. mars 2026 kl. 08:10

Árini 2009-2011 sigldi eg við Norrønu saman við nógvum dugnaligum fólkum. Manningin taldi um 100 fólk, og ein av hesum var ein ungur, íðin framtaksmaður, sum bað meg hjálpa sær at gera fíggjarætlan, tí teir vóru nakrir heimasandsmenn, sum ætlaðu at keypa skip.

Har sótu vit báðir so á frívaktunum og funnu uppá tøl, sum bankin fór at eta. Tá kendi eg ikki stigtakaran aftanfyri tað heila, og hann sigldi heldur ikki við Norrønu.

Ein dagin lá Norrøna eina løtu á Havnini, og tá var høvi at renna niðan í ein av bankunum á fund, har tann framfýsni Eyðvarur Petersen eisini skuldi vera við – hann var líkasum høvdið í allari verkætlanini at keypa línuskipið Fugltúgvuna, sum tá hevði ligið í eitt tíðarskeið.

Fyrstu ferð, eg møtti hesum rokmikla manni, var á veg inn í bankan í januar 2010.

Vit vóru báðir í arbeiðsklæðum - hann í gummistivlum, ball aftanfyri oyrað og í vásaklæðum; eg í klædingi og blonkum skóm. Í hondini hevði hann tann nú legendariska Samkeyp-posan við teimum báðum skjølunum, sum hann tá átti. Annað skuldi vísa, hvussu ríkir stigtakararnir vóru, hitt var ólesiligt. Bæði skjølini eru til enn og liggja í skiparakamarinum í sama posa sum tá.

Í og út frá posanum byrjaði reiðaríið Sp/f 31.01.2011, sum í dag eigur næsta skipið við sama navni, nevniliga Sandshavið.

Tað eydnaðist heimasandsmonnunum at keypa Fugltúgvuna og fáa rakstur í skipið. Nógvar løtur hava verið ørkymlandi. Tað hevur ikki altíð gingið eftir vild, og tað tók mær tað mesta av einum ári at skilja sjargongina, tá sunnanmenn siga sína meining við rætta mannin á rætta staðnum, nær tað skal vera.

Eitt lærdi eg nokso skjótt, og tað er at varnast, tá ið teir siga “góði søti” upp í saman. Tá er nógv, sum kundi verið betri. Nógv tryggari føli eg meg, tá orðini falla soleiðis, at hugurin at skriva tey ikki er so góður. Tá plagar alt at vera í lagi - fyri ikki at siga gott.

Í dag fyllir Eyðvarur 60 ár. Hann er eitt unikum allur, sum hann er. Bæði, tá vit hyggja inneftir og ikki minni, tá vit hyggja frameftir. Ein íðin stuðul til mangt og hvat, og tær stuttligastu og eisini bestu samtalurnar um tey bleytaru virðini og Jesupápan við - ja, tær havi eg við hann. Tað er ikki av ongum, at hann á mínari telefon eitur Kona II.

Í eini handavend keypti hann bensinstøðina á Sandi, sum nú er Kioskin á Bakarínum, og fyri góðum ári síðan keypti hann Eldhús, sum er lívæðrin í allari matvøru- og tænastuveiting til heimasandsfólk og allar eysturbygdirnar. Fyrraárið keypti hann sær ein útróðrarbát.

Eyðvarur hevur eisini seyð og traðir, og hann er góður í ráðum til bæði gaman og álvara.

Myndin er ikki tøk

Stuttligt og læruríkt hevur verið at arbeiða saman við Eyðvara hesi 16 árini, sum Sandshavið hevur verið í vinnu. Mín uppgáva er at fáa tølini at passa, meðan hann stýrir virkseminum saman við góðu manningini á Sandshavinum.

Óteljandi ferðir hava vit gjørt í felags ørindum fyri skipið, og sum regul fara vit heimaftur við tí, sum vit settu okkum fyri at fáa burturúr - ella meira enn tað. Hann er snúðin, hevur innlit í øll viðkomandi viðurskifti og er menniskjakennari betri enn nakar annar.

Límið í øllum er konan Inge, sum heldur hús og heim og alt annað. Áðrenn eg havi fingið stundir at seta meg niður, so stendur altíð okkurt av tí besta á borðinum í heiminum undir Gøtuni 2 á Sandi, har tey búgva.

Hjartaliga tillukku við 60 ára føðingardegnum – Jesus fylgi tær!

Vinaliga
 Kristian Martin

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

European Cup: H71 skal til Póllands

21 minuttir síðan
Tíðindi

Barnaárini hoyra børnu­num til – ikki tøkni­risunum

22 minuttir síðan
Tíðindi

Løgmaður: Vit vilja hava snild­fon­ir­nar úr skúlu­num

49 minuttir síðan
Tíðindi

Hvussu dansar norðlýsið?

1 tími síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen er ivingarsom um samrøður við Putin

1 tími síðan
Tíðindi

Heilsuhjálparafelagið hóttir við verkfalli

1 tími síðan
Tíðindi

Fara at reinsa UV-anlegg

2 tímar síðan
Tíðindi

Sambandsflokkurin heldur heystfund leygardagin

2 tímar síðan
Tíðindi

Bankarnir høvdu 286 mió. kr. í yvirskotið fyrra hálvár 2026

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjar reglur um gjald til bøndur seinka vindmyllum – kunnu bíða til 2028

3 tímar síðan
Tíðindi

Norðborg tíggju milliónir dýrari – klár í fyrsta lagi í desember

3 tímar síðan
Tíðindi

Framvegis long bíðitíð á flogvøllinum

5 tímar síðan