info
Ongi úrslit

Minningarorð um pápa mín, Hera Hjelm

Góði pabba. Sjálvt um tú ikki ert her hjá okk­um long­ur, so stend­ur slóð­in, ið gumm­i­skógv­ar tín­­ir knoss­aðu fram, eft­ir. Tað góða, ið tú vildi og gjørdi, kann eingin taka frá tær, deyðin ei heldur.

Judith Hjelm
17. august 2026 kl. 19:55

Eg fari al­tíð at minnast títt ljósa smíl, tín vilja, fram­drift­ina, kre­a­tiv­itetin og mus­i­kal­i­tet­in. Tú ert fyrimynd og in­spir­a­tión í mínum lívi og virki.

Ikki øll vita, at tú byrj­aði at spæla klaver hjá Bryn­hild Holm 9 ára gamal í Vági. Føroyingar flest kenna teg allarhelst sum í­verk­seta og slóðbrótara, og mong munnu minnast teg sum ein, ið ikki var bang­in fyri at geva. Heldur geva enn taka, segði tú við meg. Tú smæddist ikki, tá tað kom til at seta ting í verk, hó­ast tú uppá nógvar mát­ar var ein smæðin mað­ur, ið treivst best mill­um vinir, familju og ar­beiðs­fólk títt. Her vart tú tann skemt­ing­ar­sami, og til føðingardagar hjá okku­m børnum fekk tú øll at flenna at tí, ið tú fann upp­á at upp­traðka við. 

Um ikki eg hevði upp­liv­að teg spæla klaver og tann ser­liga mátan, fingr­ar tín­ir leik­andi raktu tan­gent­ar­nar, so hevði eg ver­ið ein heilt onnur, enn tann eg eri í dag. 

Mangan havi eg sitið á møti í Sali­num og bíðað spent eftir, at tú skuldi fara upp og spæla uppá. Tað var hædd­ar­punkt­ið fyri mong tey 40 árini og meira, tú trú­fast­ur spældi undir í Bet­hel. Síðan fanst tú sam­an við Orðið á borðið í Frels­un­ar­her­i­num, og tað var ikki lukk­u­ligt at missa nak­að, ið hendi har. Tá tú fyri stutt­um fanst útav, at tú ikki var slopp­in við til Havnar at syngja við teim­um, vart tú ikki blíð­ur. 

Mann sigur, at ein skal grulva, áðrenn ein kann ganga. Hvussu hetta var fyri teg, veit eg ikki. Men tú fekst til sein­ast ikki gingið, og tað visti øll; uttan tú. At renna dugdi tú tó heilt til end­an, og hettar vísti tú, tá tú í heyst var og vitjaði meg í summ­ar­hús­i­num, har tú knappiliga reist­ist frá borðinum og fór renn­andi eftir gólvi­num sum ein rakett, og vit, ið vóru saman har, mundu skrædn­að. Eisini á hend­an hátt vísti tú, at fram­drift­in altíð kemur fyrst, tað er hon, viljin til at gera mun, til at vera nakað fyri onn­ur, ið lá tær fremst í huga. Tú spardi teg ikki. Tá lívið spurdi: Hvør skal fara? Var svar títt alsamt: Eg.

Sum ein onnur Pippi Smokk­u­legg­ur tókt­ist hugs­un­ar­hátt­ur tín at vera: Hatta havi eg ikki prøv­að fyrr, so tað mann fara at ganga! Tað hevur tú gjørt óteljandi ferðir; og ofta við góðum úrsliti.

Mong onnur høvdu takk­að nei til tað lívið, ið tú hev­ur livað, tí tey hvørki tora ella hugsa, tey eru før fyri at lyfta byrðar so tung­ar, sum tú lyfti. Mong hugsa ivaleyst, nei, lat meg liva “und­ir radaranum”, har ong­in sær – og har ong­in kann døma meg.  

Góði pabba. Mangar góð­ar hava løturnar ver­ið. Onnur børn fingu kettu ella hund. Tú rann í haga­num, viðhvørt hevði tú likk­u­egg við heim og eina­ferð var tað ein livandi hara. Hon doyði tíðanverri av skrekk. Tú kallaði meg krák­una hjá tær, og gav mær ein krákuunga. Tað var fitt, og eg var góð teg, sum eitt barn elskar pápa sín.

Tú hevur altíð tikið væl ­í­móti teimum, ið vit børn drógu við heim til mammu og tín, ikki minst unnusta mín. Tú spurdi hann: Ert tú góð­ur við Judith? Og tá hann svaraði játtandi, segði tú: Passa mær væl upp á hana.

Tú vart góður við okk­um; mammu og børn tykk­ara.

 

Takk fyri alt.

 

Dóttur tín, Judith

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

Í gjár kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Karoline Leavitt fer at starvast fyri Fox News

40 minuttir síðan
Tíðindi

Búskapur og trivnaður hanga saman

1 tími síðan
Tíðindi

Venstre hongur fast undir seks prosentum

1 tími síðan
Tíðindi

12 amerikansk bumbuflogfør farin úr Bretlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Rinda før­oy­ing­ar ov nógv í av­gjøldum?

1 tími síðan
Tíðindi

Dupultkonsert við Lyon Hansen og donskum indie-rokki

1 tími síðan
Lýsingagrein

Nýggj Dimmalætting við 72 síðum av tilfari

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá venjing­ar­hølini hvørva, so hvørv­ur tónl­eik­ur­in eisini

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur tollari og meira SSP móti rúsevnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur dagstovnur skal hava navn og búmerki

3 tímar síðan
Tíðindi

Arbeiðið upp á nýggju kirkjuna á Argjum er byrjað

3 tímar síðan
Tíðindi

Pauli Poulsen nummar átta í EM – við kós móti HM 2027

3 tímar síðan