info
Ongi úrslit

Føroysk lið hava tapt átta av átta ferðum móti norðurírskum liðum

Kann Víkingur broyta keðiligu gongdina?

Heri Simonsen
1. august 2025 kl. 12:05

Átta ferðir hava føroysk lið møtt norðurírskum liðum í Champions League og Europa League dystum. Og allar átta ferðirnar eru norðurírsku liðini komin sigrandi frá uppgerðunum, ofta aftaná javnar og spennandi uppgerðir.

Spurningurin er: kann Víkingur broyta hesa keðiligu gongdina? Víkingur møtir Linfield á Tórsvølli komandi hóskvøld klokkan 19, og spælir returdyst í Belfast eina viku seinni. 

Í 2012 spældi Linfield FC móti B36 í Champions League undankappingini. Báðir dystirnir endaðu við javnleiki 0-0. Linfield vann seg víðari aftaná brotssparkskapping í Gundadali frammanfyri 1.900 áskoðarum. Brotssparkstapið sveið djúpt hjá B36, ið var tað betra liðið teir fyrstu 90 minuttirnar á ovara vølli í Gundadali. 

Í 2013 vann Linfield 2-0 á ÍF á Tórsvølli og 3-0 á Windsor Park í undankappingini til Europa League. Hetta var ta tiltiknu ferðina nakrir spælarar hjá ÍF fóru í feriu.

Í 2014 vann Linfield 2-1 á B36 á Tórsvølli í Europa League undankappingini. B36 megnaði javnleik 1-1 á WIndsor Park, men Linfield vann samanlagt 3-2.

Í 2015 vann Linfield 2-0 á NSÍ á Windsor Park, men tapti 3-4 móti NSÍ á Svangaskarði, og slapp víðari í Europa League undankappingini við einum samlaðum 5-4 sigri.

2019 var eitt satt skaðaár í so máta. HB spældi javnleik 2-2 móti Linfield á heimavølli, og hevði møguleikar til at vinna ein sannførandi heimasigur. Niðri í Belfast tapti HB tepurt 0-1. Táverandi høvuðsvenjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson duldi ikki, at júst hetta tapið var kanska hansara størsta vónbrot tey bæði árini hann vandi HB í 2018 og í 2019. 

B36 og NSÍ tóku heldur ikki av móti norðurírskum liðum í 2019. NSÍ tapti 0-2 á útivølli móti Ballymena United. Runavíkingar høvdu málmøguleikarnar til at koppa Ballymena í returdystinum, men tað endaði við einum 0-0 javnleiki á Svangaskarði.

B36 fekk sama árið snøgt sagt einki burturúr móti Crusaders. B36 tapti 0-2 á útivølli og tapti 2-3 á heimavølli, og vann sostatt ikki Føroyum nakað stig tá.

Í 2020 hevði HB við Jens Berthel Askou eitt fantastiskt kappingarár í heimligu kappingini, men ein skeina var í lakkinum hetta árið. HB spældi móti norðurírska liðnum, Glentoran í Europa League undankappingini. Vegna koronufarsóttina var bert ein dystur leiktur, og hann var leiktur í Norðurírlandi. HB tapti 0-1, og fyri áttandu ferð hevði eitt føroyskt lið tapt fyri einum norðurírskum liði. Tapið sveið hjá Jens Berthel Askou, ið annars hevði eitt minniligt kappingarár við HB. 

Kelda: FaroeSoccer

 

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

12 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Aksel umhugsar at talgilda skatta­list­ar­nar

33 minuttir síðan
Lesarabrøv

Arbeiðir løgmaður við tveimum tjóðarsemjum?

1 tími síðan
Tíðindi

Maður handtikin eftir innbrot á apotekið í Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

Lesandi kunnu vinna 30.000 krónur uttan mótrokning

3 tímar síðan
Tíðindi

Vilja hava lands­stýr­ið at vísa hvat kem­ur burt­ur úr Útnorður­ráðnum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Hákun móti Elias - beinleiðis á TV3 Sport

5 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Niðurlond og Ísland vunnu stórsigrar

11 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður fullsett á Tórsvølli

12 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

12 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg hevur tapt níggju av tíggju dystum

12 tímar síðan
Fótbóltur

Mánadagin verður finala á Tórsvølli

13 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti við sjey málum

14 tímar síðan