info
Ongi úrslit

Hesir skulu til EM-endaspælið

U17 landsliðið er úttikið til EM-endaspælið í Kroatia

info
Tróndur Arge
26. apríl 2017 kl. 19:20
Áki Johansen og Pól F. Joensen hava úttikið U17-landsliðið við dreingjum, ið skal til EM-endaspælið í Kroatia. Fyrsti dystur verður spældur 3. mai. Leygardagin setir føroyska U17-landsliðið kós ímóti Zagreb í Kroatia. - Vit gleða okkum ómetaliga nógv at fara til hesa kapping. Hóast eg sjálvur nú samanlagt havi roynt hetta í tíggju ár, og verið til 78 landsdystir við U17-liðnum, so hava vit ongantíð áður verið til eitt endaspæl, og tí vita vit ikki heilt hvussu hetta verður, sigur Áki Johansen, venjari, við heimasíðuna hjá FSF. Føroyska liðið hevur fyrireikað seg so væl sum tilber til kappingina, og hópurin er sum heild væl fyri. Kortini verða venjararnir noyddir at síggja burtur frá liðskiparanum, Fróða Pætursson Rasmussen, sum er skaddur, og tískil ikki kann verða við á ferðini til Kroatia. Tað er nokk einki at ivast í, at ein sovorðin uppliving fer at læra spælararnar nógv, og kemur at verða ein tíðandi partur av teirra fótbóltsmenning. - Vit kenna okkara mótstøðulið, sum øll eru rættuliga sterk, og á pappírinum sterkari enn vit. Men vit hava ikki minni enn tvær ferðir fyrr gjørt tað ómøguliga, og tað vóna vit aftur fer at bera til. Eitt er í øllum føri heilt vist, og tað er, at líkamikið hvussu fer at ganga, so verður hetta ein hending í okkara lívið, sum vit ongantíð fara at gloyma, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF. Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum leygarmorgunin 29. apríl, og verður vónandi ikki aftur fyrr enn leygardagin 20. mai - dagin eftir finaluna. Hópurin sær soleiðis út: Bárður á Reynatrøð, Víkingur Bjarti Vitalis Mørk, HB Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ Andrias Edmundsson, B68 Dann Fróðason, 07 Vestur Magnus Holm Jacobsen, B36 Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN) Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur Stefan Radosavljevic, TB Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN) Elias El Moustage, AaB Ålborg (DEN) Steffan A. Løkin, NSÍ Bjarni Brimnes, HB Tórur Jacobsen, KÍ Símun Sólheim, HB Sveinur Lava Olsen, HB Sølvi Sigvardsen, NSÍ Jákup Joensen, Skála Skráin:  3. mai (kl. 11:00) Skotland – Føroyar Beinleiðis á Rás2 6. mai (Kl. 11:00) Frakland – Føroyar Beinleiðis á Eurosport 2 og Rás2 9. mai (kl. 15:00) Føroyar – Ungarn Beinleiðis á Rás2

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

Í gjár kl. 21:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mótrokningin í fólkapensjónini broytt – hjá hvørjum?

10 minuttir síðan
Tíðindi

Fólkaflokkurin nærkast 30 prosentum

13 minuttir síðan
Tíðindi

Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

1 tími síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

2 tímar síðan
Tíðindi

Útvið 9 av 10 kvinn­um taka av til­boð­ um bróst­krabba­skreen­ing

2 tímar síðan
Tíðindi

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett

3 tímar síðan
Tíðindi

Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur

3 tímar síðan
Fótbóltur

Birna var best í september

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking

4 tímar síðan
Tíðindi

Sámal Petur vil hava Eyðdis at skjalprógva svar

5 tímar síðan
Tíðindi

Mjørki í dølunum og kavi á fjøllunum

5 tímar síðan